hósdagur 1. november 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 1. november 2007
eiga, og hon eigur son tann 29.
oktober. Tað vil siga, at hetta er
sama dag, sum Stella Argus varð
saknaður. Tískil hevði Kim
Anfinn 50 ára føðingardag nú
týsdagin.
Boðini um lagnuna hjá mann
inum fekk Anna frá yvirlækn
anum Paula Dahl. Bjarni, beiggi
Joakim, greiður frá hvussu hann
minnist dóttir Joakim, Jensina,
sum tá var 13 ára gomul og eitt
systkinabarn hennara, sita
støðugt upp t radionum at frætta
nýtt.
Sjálvur skuldi Bjarni giftast
júst um hesa tíðina, men brúd
leypið varð útsett nakrar
mánaðir. Anna er deyð fyri fleiri
árum síðani.
Hevði kókað manninum
seyðarhøvd til døgurða
Tað eru ikki nógvar eftir av
einkjunum, men vit hava prátað
við ta 81 ára gomlu Jacobinu
Jacobsen. Hon var gift við Oskar
Jacobsen, sum var kyndari við
Stella Argus. Sjálv er Jacobina
úr Hósvík, men tey giftust til
Válir, haðani Oskar var ættaður.
Men tey vóru byrjað at byggja í
Hósvík og skuldu flyta hagar.
Hendan dagin, Oskar var
væntaður heim, hevði Jacobina
kókað seyðarhøvd, so maðurin
skuldi fáa ein góðan døgurða, nú
hann kom heim. Tí kom tað sum
ein bumba, tá tíðindini hoyrdust í
útvarpinum um, at leitað varð
eftir skipinum.
Oskar hevði annars siglt undir
øllum krígnum og var sloppin
væl burtur úr tí, og nú skuldi
hann fara í størsta forlissinum
aftaná bardagan.
Jacobina hevði eisini droymt
um hesa tíðina. Hon droymdi, at
hon stóð í vindeyganum og sá
Oskar koma niðan móti húsunum
hjá teimum. Hann kemur niðan
ímóti kirkjuni, men tá ið hann fer
framvið kirkjuna, hvørvur hann.
Hetta kundi væl skiljast sum eitt
“varsil”.
Jacobina var við barn, tá ið
Oskar fórst, og tann 12. mars átti
hon eina dóttir. Men samstundis
átti hon eina trý ára gamla dóttir,
Lisbeth, sum var so illa sjúk í
høvdinum. Hon doyði eitt ár
aftan á pápan. Tey vóru fýra
børn, so nú gjørdust bert trý eftir.
Beiggjarnir hjá Jacobina
hjálptu henni at gera húsini
liðug, og tá flutti hon til Hósvík
ar. Har var nú ikki so lætt at
lívbjarga sær, so 10 ár seinni
flytir hon til Havnar, har hon
fekk arbeiði sum vaskikona á
røktardeildini á landssjúkra
húsinum. Her var hon tilsamans í
2728 ár. Børnini hjá henni eru
annars Kristian Martin, Sunneva
og Osvør, sum býr í Íslandi.
Jacobina sigur, at tað sum
hevur hjálpt henni gjøgnum lívið
er eitt lætt sinnalag.
Rætting
At enda skal vera gjørd ein
rætting til Miðvikuna í seinastu
viku, har tað varð sagt, at Kitti
Davidsen av Sandi hevði mist ein
beiggja í eini flogvanlukku árið
frammanundan. Hesin upplýsing
ur var úr grein í donskum blaði
frá hesi tíðini. Hetta var skeivt.
Beiggin Benadikt var jagara
pilotur. Tað er rætt, at hann var
úti fyri eini flogvanlukku, men
tað eydnaðist honum at skjóta
seg út í katapulti og lenda í
fallskýggi, og bjargaði hann
harvið lívinum.
Annars er Sosialurin fegin um
at hava kunnað givið eitt íkast til
søguna um Stella Argus. Tað
verða sjálvsagt færri og færri
sum minnast slíkt, sum liggur so
langt afturi í tíðini. Tí er tað
umráðandi, at minnið verður
varðveitt við at kunna festa tað á
blað, sum kann staðfestast. Tí
fara vit eisini at takka øllum
teimum, sum vit hava havt sam
band við, og sum hava gjørt hetta
møguligt.
Jacobina Jacobsen misti mannin við Stellu Argus
Nógv fólk var samankomið í Kvívík í sambandi við minningarhaldið
Løtan var kensluborin í Kvívík
tíðindi 27