hósdagur 1. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 212 - 1. november 2007
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tey eru nógv sum vita, at
Dollin, sum hann varð
kallaður, var fyrsti føroy
ingurin, sum gjørdist trú
boðari úti í heiminum.
Men tey eru fá, sum vita
meira um hann. Eingin
kennir til fulnar hansara
leiklut, tá ið hann kom til
ilnar við belgisku stjórnina,
tá ið hann var við at kanna
viðferðina av fólkinum,
framd av einum teimum
størstu bølmennunum í
søguni, nevniliga belgiska
konginum Leopold II.
Í bókini »Men Gud gav
vøkst« hjá Sigurd Berg
hamar verður leysliga nom
ið við hendan partin av
søguni
hjá
Dollanum.
Síðan hava vit fingið eina
óprentaða
frásøgn
hjá
Andrew Sloan um lívið hjá
honum, har tað verður
komið nakað meira inn á
hendan partin av hansara
lívi. Tó verður her sagt, at
Dollin segði lítið um hetta,
og nógv av tí, hann segði,
er heldur ikki niðurskrivað,
meðan tíð var. Men nú vita
vit munandi meira.
Henda frásøgn er vorðin
til av eitt slag av tilvild.
Var ein dagin inni á gólvi
num hjá Jórun og Osmund
Justinussen.
Dollin
var
systkinabarn abba Jórun,
Gunnar Danielsen, og hon
helt, at her mátti okkurt
vera at skriva um. Fekk frá
henni hesa frásøgn hjá
Andrew Sloan. Her var ein
slóð, sum kallaðist Roger
Casement, og var hetta
byrjanin til eina kanning,
har úrslitið er ein spennandi
søga um ein havnarmann,
sum gav sítt íkast at koppa
Lepold II kongi, sum rak
Congo sum sína privatu
ogn á ein ræðuligan hátt.
Tað eru nógvar keldur,
sum hava givið sítt íkast til
hesa frásøgn. Til stóra hjálp
hevur verið Espen Wæhle
frá danska Nationalmuseet,
sum hevur eitt stórt savn úr
Congo, og sum eisini beint
hevur havt eina serfram
sýning um hetta land. Tá
royndu teir eisini at fáa
tilfar úr Føroyum, men tá
var tað sera avmarkað,
hvussu nógv ið fanst. Men
tað tilfar, sum nú er komið
undan kavi verður sent
Nationalmuseet.
Onnur góð hjálp hevur
verið danski rithøvundurin
og Congoserfrøðingurin
Peter Tygesen, sum hevur
skrivað bókina »Congo –
formoder jeg«. Tað eru
eisini nógvar føroyskur
keldur.
Tað er eydnast at fáa
hendur á frágreiðingini hjá
Roger
Casement,
sum
verður umrøddur seinni.
Alt í alt er hetta tískil ein
spennandi
frásøgn,
og
hetta ger hansara grøv til
eina ta mest merkisverdu í
kirkjugarðinum. Daniel er
eitt dømi um, at tað er ikki
bert í dag, at føroyingar
gera vart við seg úti í heimi.
Tað gjørdu teir eisini fyri
100 árum síðani.
Henda frásøgnin kemur í
komandi tríggjar Miðvik
urnar, og hetta er kanska
ein tann mest forvitnisliga
frásøgn um ein føroying í
nýggjari tíð.
Var føddur uttanfyri
hjúnalag
Daniel var føddur í 1871.
Mamma hansara var Sigrid
Danielsen. Hon var niðri í
Danmark, tá ið hon fekk
Daniel uttan fyri hjúnalag.
Men vit hava funnið fram
til navnið á pápanum,
»smedesvend«
Ludvig
Jørgensen, og at Daniel er
doyptur í Vore Frue Kirke,
dómkirkjuni í Keypmanna
havn 22. oktober 1871.
Vit hava eisini søguna
um sjálvan gravsteinin. Í
1915 byrjaði Daniel saman
við Arthur Brend at geva út
blaðið Naade og Sandhed.
Tá ið Daniel var deyður í
1916 tók blaðið stig til eina
innsavning til ein minnis
stein yvir Daniel, sum
skuldi reisast ársdagin fyri
deyða hansara, tað vil siga
16. oktober 1917. Í blaðnum,
har boðað verður frá hesi
innsavning, er ein long
grein
hjá
Daniel
sum
kallast ”Hvad vil det siga at
være en kristen?”. Tað
kom væl av peningi inn, og
úrslitið var ein steinur sum
sambært blaðnum hevði
hesa innskrift:
MISSIONÆR
D.J. DANIELSEN
EN UFORFÆRDET
PRÆDIKER
AF GUDS ORD
F. 25. JUNI 1871 I
KØBENHAVN
FØDT PAANY 22.
OKTOBER 1899
I GLASGOW,
SKOTLAND
Arbejdede i Herrens Ger
ning ude i Congo 1901
1903. Indviede de sidste
tolv Aar af sit Liv til Ev
angeliets Forkyndelse paa
Færøerne.
Lig de tre Søskende i
Betania Annammede og
tjente han Jesus, sad ved
Jesu Fødder og hørte
Hans Ord, og »for hans
Skyld troede mange« af
hans Landsmænd paa
Frelseren. (Lukas 10,38
39, Johs. 12.211)
Hans sidste Ord var:
Nu er jeg klar. Han
kommer! For mig er Livet
Kristus og Døden en Vin
ding. (Fil. 1,21)
Læsere af Missions
bladet ”Naade og Sandhed
for unge og gamle” rejste
ham denne Mindesten.
Hetta hevur verið ein
drúgv innskrift á einum
gravarsteini. Blaðið lovaði
seinni mynd av steininum,
men hon kom so ikki.
Sum vit hava skilt á
ættini hjá Daniel, so er
hesin steinur koppaður eina
ferð, og plátan við inn
skriftini er oyðiløgd. Tá er
komin ein heilt nýggj meira
einfald innskrift, hesa ferð
á føroyskum.
Um nakar annars veit
nakað um Daniel og konu
hansara Linu vilja vit fegin
frætta.
Dollin koppaði kongin
Ein av grøvunum í gamla kirkjugarði er tann hjá Daniel J Danielsen (1871-1916). Tað, sum hansara
gravsteinur serliga brýtur av frá øllum hinum gravsteinunum, eru hesi orðini: Virkaði í Kongo 1901-1903
Komandi partur
Í komandi parti av hesi
røð verður greitt frá grøv
ini hjá mammu Daniel,
Siggu, mann hennara
Jákup Jacobsen Baja og
soni teirra Magnus. Her
liggur eisini dóttir
hansara Sigga, uppkallað
eftir ommuni.
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Daniel J. Danielsen
Varð doyptur í Vor Frue
Kirke…
… í hesum doypifunti
D. J. DANIELSEN
TRÚBOÐI
F. 25. JUNI 1871
D. 16. OKTOBER 1916.
VIRKAÐI Í KONGO
1901-1903
EIN ÓRÆDDUR
HERMAÐUR HARRANS
Mynd: Tróndur Jacobsen