Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Letur tú teg stilla upp til kommunuval, kann tú gerast borgarstjóri. Letur tú teg stilla upp til løgtings­ val, kann tú gerast løgmað­ ur. Letur tú teg stilla upp til fólkatingsval, kann tú gerast forsætisráðharri á flatlondum. Soleiðis er skipanin, og hon skal nýtast til fulnar í roynd­ unum at vinna føroyingum tjóðarfrælsi. Misskilt politisk uppgáva Seinastu nógvu árini hava føroysku fólkatingssessir­ nir verið røktir, sum eitt slag av føroyskum sendi­ stovuvirksemi í Keyp­ mannahavn. Ørindarenning fyri hendan og handan einstaklingin, sum kann vera mikið væl. Kunningar­ fundir og ráðstevnur, sum kann vera mikið væl. Fjøl­ miðlaspinn og gykl, sum kann vera mikið væl. Har hevur verið spælt eitt skuggaspæl við lobbylót­ um, sum hevur skula legi­ timera, hví tjóðveldi stillar upp til fólkatingsval, og samstundis sagt at vit ikki skulu blanda okkum uppí danskan politikk. Men eru alt hettar nú í trá við ætlan­ ina við fólkatingssessun­ um. Greiða svarið er nei! Frá lobbysimu, til politiskt vald Siga vit ja til skipanina við fólkatingsvali, so siga vit ja til at troyta allar teir politisku møguleikar, sum eru í skipanini. Einki við at spæla fólk í húsi. Einki við at umbera okkara hjáveru í fólkatinginum. Einki við at krúpa undan teirri ábyrgd, sum fylgir við vera valdur í eitt parlament. Er tú inni í skipanini, so ræður um at fáa so nógva ávirkan sum gjørligt, eins og við øllum øðrum fólkaræðisligum sessum. Politiskar semjur og demokratiskar atkvøðu­ greiðslur er dagsskráin, og tíðin har vit knarra uttan­ fyri ávirkan, skal avloysast av smílandi ávirkan innan­ fyri múrarnar. Soleiðis tryggja vit áhugamálini hjá okkara veljarum sum frægast, og tað er rætta náttúran í politikki. Úr forhøllini, og innar í stjórnarstovurnar Við verandi politisku støðu í Danmark, har hvør fólkatingssessur kann gera av, hvør verður stjórnarleiðari, og hvørjir vera leikbrøður hennara, er føroyska ávirkanin á fólkatingi í eini lyklastøðu. Vit hava møguleikan at flyta okkum innar í politiska hitan á Christiansborg, innar í stjórnarstovurnar, um væl ber til. Og hesin møguleik­ in skal ikki gleppa okkum av hondum. Við taktiskum tevi, og sniðfundigum snildi, ber til at telva seg, til búgvi borð. Frá Janta til Jeppa Skuldi tú ivast í um tað finnast tjóðveldisrøddir, sum søkja politisku ávirk­ anina á Fólkatingi, so nýtist tær ikki at ivast longur. Tí eg bjóði meg fram sum bygdadreingin, sum søkir beint inn í hjartað á politisku skipan­ ini á flatlondum. Og har vera allir politiskir møgu­ leikar nýttir, í royndini at ávirka donsku politisku skipanina innanífrá. Fólka­ tingsvalið skal nýtast til vald og ávirkan, føroyska samfelagnum at gagni. Vit flyta okkum frá Janta til Jeppa, eisini um avleiðingin verður, at tín atkvøða, ger undirritaða til føroyskan forsætisráðharra á flatlondum. Føroyar høvdu fingið nógv størri nyttu av fólkatings­ umboðunum, um tey vóru í Fólkatinginum burturav og ikki, sum nú, bæði í Løg­ tinginum og í Fólkatingi­ num. At okkara fókatings­ umboð hava røkt løgtins­ sessin fram um fólkating­ sessin hevur gjørt, at nógvir týdningarmiklir menningarmøguleikar eru farnir fyri skeytið. Føroya Løgting er evsta vald í Føroyum, og arbeið­ ið í Løgtinginum krevur eitt fólk fult og heilt. Men fólkatingssessurin krevur eisini eitt fólk fult og heilt, um sessurin verður tikin í álvara. Tí er henda dupult­ umboðanin skeiv. Soleiðis hugsa tey eisini aðra stað­ ni. Í Danmark loyva flokk­ arnir t.d. ikki, at sami persónur umboðar flokkin bæði í fólkatinginum og í EU­parlamentinum. Um ein fólkatingslimur verður valdur í EU­parlamentið, leggur hann fólkatings­ sessin frá sær, soleiðis at hann ella hon kann leggja alla sína orku í EU­ politikkin. Eg ivist ikki í, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri føroyingar og Føroyar, um okkara fólkatingumboð vóru fólkatingumboð burturav. Um nøkur meining skal vera í hjá føroyingum at hava umboð í fólkatingi­ num, so eigur minsta kravið at vera, at føroyskt vinnulív, føroyskt mentun­ arlív, útbúgvarskipan okk­ ara, granskingin og ikki minst politiska skipanin fær nógv størri nyttu av hesari uttanlandsumboðan. Dupultumboðan er bert hálv umboðan. Javnaðarflokkurin Helena Dam á neystabø Val Dupultumboðan er hálv umboðan Vit hava allar møguleikar at taka burtur forðingar og skipa eitt frælst samfelag í vøkstri og menning. Forð­ ingarnar liggja í politisku skipanini. Vit skulu hava greiða kós og skapa álit í føroy­ skum politikki. Tann smáligi valdsbar­ dagin og royndirnar at keypa sær atkvøður her og har, fyri síðani at renna undan ábyrgd, tá veruligar avgerðir skulu takast, skapar misálit og vantandi áhuga millum fólk fyri politikki. Øll kunnu vit helst semjast um, at: Okkara viðurskifti við Danmark skulu greiðast. Vit kunnu ikki vera hvørki, og tað ræður um, at polit­ isku flokkarnir ikki liggja og berjast handan stongdar dyr um okkara framtíðar­ støðu, men at fólk mugu sleppa at taka støðu á eini fólkaatkvøðu Okkara atgongd út í heim til altjóða samstarv skal greiðast. Vit kunnu ikki vera hvørki ella Konge­ riget Danmark for så vidt angår Færøerne. Almanna­ og heilsumál­ ini skulu hugsast heilt av nýggjum við vitan og hagtølum, loysnir eftir tørvi hjá veikastu bólku­ num og gjøgnum altjóða samstarv millum fakbólk­ arnar í heilsuverkinum. Útlendingamálini mugu loysast undir egnari ábyrgd Rættartrygdin og rætt­ indini og skyldurnar hjá okkum øllum mugu ásetast í føroyskari grundlóg og í eini almennari skipan, har skeivar avgerðir og mis­ munur fáa avleiðingar. Vinnulívspolitikkurin og umsitingin av okkara fel­ ags tilfeingi skal greiðast. Umhvørvispolitikkurin og okkara altjóða ábyrgd skal gerast annað enn uttanumtos. Útbúgving og gransking skal setast ovast í okkara raðfestingunum Okkara samleiki skal styrkjast við miðvísum mentanarpolitikki. Tey, sum í dag sita við leiðsluni hava ikki boðini ella nakra kós til at fremja hesi mál. Fimm greið hjartamál Tjóðveldi hevur sett okkara greiðu kós og okkara politisku mál fram í 5 hjartamál. Vit kenna tað soleiðis, at føroyska samfelagið hev­ ur allar møguleikar at standa á egnum beinum og at ganga fram ­ og at viljin til ábyrgd og frælsi er ovurstórur: Í vinnulívinum, millum fakfeløg, millum starvsfólk allastaðni, á bygd og í bý – ja, millum fólk sum heild. Forðingin liggur í eini politiskari skipan, ið ikki vil skapa álit – men heldur vil skriva álit og síðani sleppa undan at taka støðu. Vit skulu hava virðing og álit á okkum sjálvum. Og vit skulu støðugt halda fast um eitt veruligt fólkaræði – har vit hava ábyrgd av øllum viðurskiftum. Tjóðveldi virkar fyri hesum málum í Føroyum, á Fólkatingi og í altjóða samstarvi. Fólkatingsvalið er eisini møguleikin hjá øllum føroyingum at seta kós og at skapa álit. Tað snýr seg um álit, virðing og fólkaræði Tjóðveldisflokkurin Høgni HoyDal Val Vit skulu hava eina nýggja byrjan. Tað er avgerandi neyðugt, at Føroyar fáa ræði á sínum egna uttanríkispolitikki. Tí vil eg sum fólkatingslimur virka fyri einum nýggjum samstarvi við danir, har valdsbýtið millum partarnar verður ásett í nýggjum sáttmála, sum leggur lunnar undir avgerðir á føroyskum grundarlag. Málið er: • At Føroyar fáa standandi heimildir at samráðast við onnur lond og gera sáttmálar við tey. • Karmurin um samstarvið millum Føroyar og Danmark verður ein sáttmáli, har valdsbýtið millum partarnar er ásett. Hesin sáttmáli verður fráboðaður ST, og verður harvið tryggjaður í altjóðarætti. • Nýggi sáttmálin kemur í staðin fyri heimastýrislógina, sum fer úr gildi. • Sáttmálin skal tryggja, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri verða hægstu myndugleikar og evsta vald í øllum málum, sum eru undir føroyskum málsræði. • Tann danska grundlógin verður ikki longur galdandi í Føroyum. Men Føroyar og Danmark eru tó enn saman gjøgnum eitt tætt samstarv, sum tó nú byggir á eitt javnari grundarlag gjøgnum Frælsa Felagsskapin. Ein nýggj byrjan: Vel John á Fólkating www.john.fo JoHn JoHannessen Val Búskaparfrøðingar verða ignoreraðir og láturlig­ gjørdir av politikarum, og Hagstovan sleppur ikki at framleiða røttu hagtølini og amboðini, sum eru fortreyt fyri at stýra landinum... Hetta má broytast! HD/U, vinnurekandi Tjóðveldisvalevni RóalDuR Jákupsson Val Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Politikkarar ignorera ekspertar 12 79 Føroyskan forsætisráðharra á flatlondum! løgtingsmaður og valevni til fólkatingsvalið páll á Reynatúgvu Val Nr. 212 - 1. november 2007