Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 1. november 2007 og ringar avleiðingar hava stillað upp, og at nógvar atkvøður eisini eru farnar til kvinnur, so hava hesar atkvøður verið heilt ella partvíst burturspiltar. Vantandi kvinnaumboðanin hevur helst verið ógvusligasti feilurin við skipanini við 7 val­ dømum. Føroyar vilja gjarna samanbera seg við síni granna­ lond, har kvinnurnar í stóran mun taka lut í politikki, og tá ber ikki til, at kvinnurnar í stóran mun verða hildnar uttanfyri politisku skipanina, tí at nakrir lokalir, patriarkalskir bygnaðir skulu hava størri vekt. Møguleiki fyri bygnaðarbroytingum Tað hevur verið eyðkent fyri verandi valskipan, at løgtingið ikki hevur torað at tikið avgerandi avgerðir. Serliga hvat viðvíkur yvirskipaðum samfelags­ málum sum undirstøðukervinum og kommunubygnaðinum, hevur løgtingið torað illa at tikið avgerðir. At tað til dømis skulu vera lokaláhugamál, ið avgera hvar ein flogvøllur skal gerast, kann neyvan sigast at vera í lagi, tí ein flogvøllur er ein tilveru­ neyðug tænasta til alt samfelagið, ikki einans til eitt ávíst lokaløki, ið í løtuni fær nógv góð arbeiðs­ pláss burturúr flogvøllinum. Harumframt hevur løgtingið víst seg at vera meiri at kalla lammað, tá tað kemur til at taka avgerðir um kommunusaman­ leggingar. Í staðin fyri at taka eina djarva avgerð um eina yvirskipaða bygnaðarbroyting, valdi løgtingið á sinni at sam­ tykkja eina súltukrukku við etikettuni “Lóg um sjálvboðna kommunusamanlegging”. Við einum valdømi verður tað uttan iva lættari at gjøgnumføra ta átroðkandi bygnaðarbroytingina av kommunala sektorinum. Meiri samanhangandi hugsjónir Ein trupulleiki, ið hevur gjørt seg galdandi í fleiri flokkum, er at teir ikki hava verið hugsjónarliga samanhangandi. Besta dømið er uttan iva Karsten Hansen, ið av misgávum hevði gjørt karrieru í Tjóðveldi(sflokkinum), men síðani kom til ta niðurstøðu, at hann veruliga hoyrdi heima í Miðflokkinum. Eitt annað dømi er Gerhard Lognberg, ið mangan hevur fingið ákoyringar frá sínum partamonnum fyri sínar sera konservativu meiningar, ið illa hóska inn í formligu dagsskránna hjá Javnaðarflokkinum. Tað hava serliga verið valdøm­ ini, ið hava tvingað flokkarnar til at góðtaka hugsjónarligar renegades sum Karsten Hansen og Gerhard Lognberg, men við einum valdømi verða flokkarnir ikki longur bundnir av góðum, lokalum úrslitum, og tí sleppa flokkarnir undan at muga góðtaka valevni, ið ikki hóska inn í flokkin. Javnaðarflokkurin hevur jú noyðst at hildið fast við Gerhard Lognberg fyri at varð­ veita sessin í Sandoynni, men við einum valdømi hevur Javnaðar­ flokkurin ei longur tørv á mann­ inum, eins og tað ikki sær út til at hava skatt Tjóðveldi, at Karsten Hansen rýmdi – heldur tvørturímóti. Smáu flokkarnir styrkjast Sum nevnt eru avskeplandi ásetingarnar um tinggátt og d’Hondt­uppteljingarháttin fram­ vegis at finna í vallógini. Hesar ásetingar eru við til at gera lívið súrt hjá smáum flokkum, í løtuni serliga hjá Sjálvstýrisflokkinum. Men hóast hetta er vallógarbroyt­ ingin ein fyrimunur hjá smáu flokkunum. Nú hava teir møgu­ leika eisini at fáa atkvøður úr smáu valdømunum. Við eyka atkvøðum úr Suðuroy, Sandoy, Vágunum og Norðurstreymoy koma smáu flokkarnir væntandi at standa sterkari enn áður. meining at gera íløgur, ið tæna øllum landinum, enn at gera íløgur, ið einans tæna pørtum av landinum. Útjaðarin hevur í hvussu er ikki longur nakran trumf at spæla út, um spælið ikki gongur teimum eftir vild. Politiski samleikin smalkast Hóast tað fara at verða nógvir bygdapolitikarar, ið koma á ting, so verða tað uppaftur fleiri, ið ikki koma á ting. Tað er sannlíkt, at tá Løgtingið gerst meiri lands­ politisk og minni lokalpoltiskt, fara tey lægru útbúnu at missa áhuga fyri at luttaka í politikki, meðan tað í staðin verða høgt útbúgvin, ið hava politiskar ambitiónir. Hetta kann í fyrstu syftu koma at merkja, at tey lægri útbúnu ikki kenna seg aftur í valevnunum og tískil í minni mun fara á val. Vandi fyri populismu Men við tíðini kann hinvegin hugsast, at populistiskir flokkar fara at taka sær av teimum lægri útbúnu – teimum, ið eru slept upp á fjall. Føroyar hava jú longu nú ein populistiskan flokk á høgraveinginum, Miðflokkin, ið kann fara at taka sama leiklut upp á seg sum Dansk Folkeparti hevur í Danmørk og Fremskridts­ partiet hevur í Noregi. Vandin er, at stórir partar av útjaðaranum førka seg burtur frá tí pragmatiska realpolitikkinum hjá stóru flokkunum, og í staðin fara at atkvøða í protest móti systeminum. Meðan valdømis­ kipanin helt populismuna niðri á einum lokalum støði, verður populisman við einum valdømi landsumfatandi. Óstabilari politisk skipan Edmund Joensen, løgtingsfor­ maður, hevur sagt, at við einum valdømi fara Føroyar at fáa meiri “stabilitet” í politisku skipanina. Tað nýtist tó ikki at verða soleiðis, tí við einum valdømi missa stóru flokkarnir sítt innbygda yvirræði, ið teir søgu­ liga hava havt úti í valdømunum. Seinastu 50 árini hava stóru flokkarnir ligið ómetaliga javnir við millum 6 og 8 tinglimum. Føroyar hava havt eina ómetaliga stabila politiska skipan, og enn ikki undir kreppuni varð hesin stabiliteturin sligin heilt út av kós. Gaman í fór Javnaðarflokk­ urin tað eina árið upp á 10 ting­ limir og so niður aftur á 5 tinglimir, eins og Tjóðveldis­ flokkurin eitt skifti var niðri á 4 tinglimum. Men yvirskipað hevur fýrflokkaskipanin ongantíð verið veruliga hótt. Men við einum valdømi kunnu tað koma nógv størri fluktua­ tiónir í politisku flokkarnar. Stóru flokkarnir koma at sveiggja nógv meiri – eins og vit síggja tað í Grønlandi. Onkur stórur flokkur kann hugsast at fara niður á 4­5 tinglimir, meðan onkur annar stórur flokkur kann hugsast at fara upp á 10­11 tinglimir. Smáu flokkarnir kunnu somuleiðis við populistiskum argumentum fáa kanónval og gerast líka stórir sum onkrir av teimum stóru flokkunum. Harumframt kunnu nýstovnaðir pinkuflokkar við einum karismatiskum frontfiguri lættliga gera innrás í tingið. At stabiliteturin verður størri í politisku skipanin má metast at vera sera ósannlíkt. 33 viðmerkingar