Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 212 - 1. november 2007 KroniKK Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur So hendi tað. Føroyar verða til komandi val eitt valdømi. Summi fegnast, meðan onnur óttast. Undir øllum umstøðum má staðfestast, at talan er um eina politiska broyting, ið fer at fáa umfatandi samfelagsligar avleiðingar. Talan er jú um einki minni enn eina polit­ iska kollvelting. Teir flestu gomlu (lokalu) valdsbygn­ aðarnir fara í framtíðini at verða skúgvaðir til viks, og nýggir (nationalir) valds­ bygnaðir byrja so spakuliga at spíra fram. Men er talan um eina góða ella ringa broyting í vallógini? Ja, tað veldst sjálvandi um eygað, ið sær. Summi síggja tað sum eina vanlukku, meðan onnur hinvegin hava hildið tey sjey valdømini vera eina vanlukku. Tað finnast sjálvsagt hundraðtals ymiskar avleiðingar av at broyta vallógina, og tað skal ikki dyljast fyri, at tað kennist løgið, at so fáar av hesum avleiðingum hava verið uppi at venda í almenninginum og á formliga, politiska pallinum. Málið hevur fing­ ið alt ov grunna viðgerð, og hevði viðgerðin verið meiri umfatandi, hevði møguliga verið komið fram til aðra niðurstøðu. Hvørt vallógarbroytingin er positiv ella negativ, er ein spurningur um hvøjar avleiðingar man vektar mest. Í hesi kronikk verða 12 ymiskar avleiðingar av vallógarbroytingini viðgjørdar – 6 positivar og 6 negativar. Sjálvandi er tað ongantíð so, at nakað er antin ein­ týðugt negativt ella ein­ týðugt positivt – einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt – og tað vil tí sjálvandi bera brá av hvat undirritaði heldur vera meiri ella minni problemat­ iskt við nýggju vallógini. Eitt valdømi – bæði góðar Minni vandi fyri skeivumboðan Ein av fremstu orsøkunum til at kjakið um avtøku ella broyting av valdømunum ferð eftir ferð hevur stungið seg upp, er at tað í fleiri førum hevur verið prógvað, at tað ikki er samsvar millum atkvøðutal og tingsessir. Valdøm­ ini hava havt eitt fast tal av umdømisvaldum, og hevur tað serliga givið Sandoynni og seinastu árini eisini Suðuroynni ov nógvar tingsessir. Umvent hevur skipanin givið Suður­ streymi og seinastu árini eisini Norðurstreymi ov fáar tingsessir. Tilsamans hevur Føroya størsta oyggj – 46 % av øllum Føroya fólki – einans havt 10 av 27 umdømisvaldum tinglimum! Umframt hetta hevur tað fleiri ferðir víst seg, at tað ikki var samsvar millum atkvøðutalið hjá flokkunum og tingmannatalið hjá flokkunum. Fyrsta positiva avleiðingin av vallógarbroytingini er, at tað slepst undan skeivumboðan á tingi. Hetta er tó ikki heilt eintýðugt, tí nýggja vallógin hevur ikki vrakað avlagandi d’Hondt­ uppteljingarháttin og tinggáttina (sperrumarkið), so tað finst framvegis ein innbygd kelda til skeivumboðan, ið tekur frá teimum smáu flokkunum og gevur teimum stóru flokkunum. Gerrymandering ógjørligt Í kjakinum um motivini hjá Edmundi Joensen at leggja fram uppskot um broyting av vallógini, hevur eitt merkisvert fremm­ andorð verið uppi og vent. Orðið er Gerrymandering, og hava kritikarar hjá løgtingsformann­ inum hildið, at hann við sínum broytingaruppskoti hevur framt Gerrymandering. Hetta er tó púra burturvið, tí við at avtaka valdømini hevur løgtingið júst avtikið allar møguleikar fyri Gerrymandering. Gerrymandering snýr seg um, at ávísir politikarar við at broyta valdømismørk kunnu veita sær sjálvum ein fyrimun við at gera skaða á uppstillingina hjá mót­ støðufólkum. Hetta verður antin gjørt við at spjaða veljarabólkar hjá mótstøðufólki út á ymisk valdømi, ella við at kloyna veljarabólkar hjá mótstøðufólki inn í eitt stórt valdømi. Úrslitið vil í báðum førum vera, at mót­ støðufólkini fáa verri við at fáa umboðan. Við at avtaka valdømini er sjálvandi ikki longur gjørligt at fremja Gerrymandering, so í grundini hevur tingið hervið framt eina anti­Gerrymandering tillaging í vallógini. Tað mest áhugaverda er tó, at veljarabólkar, ið hava verið føddir inn í “skeivt” valdømi, og harvið ikki hava kunnað valt síni yndisvalevni inn á ting, nú eru “slopnir leysir”, og sleppa at atkvøða allastaðni. Hóast val­ dømini ikki vórðu sett á stovn við Gerrymandering fyri eyga, so hava tey havt eina Gerry­ mandering­líknandi avleiðing, við at serliga smáu flokkarnir ikki hava kunnað rokkið sínum veljarum í smáu valdømunum, eins og at Sambandsflokkurin ikki hevur kunnað gjørt seg galdandi í Sandoynni og Tjóðveldi ikki hevur kunnað gjørt seg galdandi í Vágunum. Kvinnurnar frígjørdar Mest hartrópandi fortalararnir fyri einum valdømi hava verið kvinnurnar. Kvinnurnar hava ongantíð veruliga sligið til í føroyskum politikki. Tær hava klárað seg væl í Suðurstreymi og í Vestmanna, men annars hava kvinnurnar verið kloyndar inn í eina valdømaskipan, ið hevur hildið tær uttanfyri ávirkan. Líkamikið um nógvar kvinnur Demokratiskt undirskot Fleiri óttast, at nýggja vallógin fer at geva eitt sonevnt demo­ kratiskt undirskot. Tað verður longri millum veljararnar og valevnini, og harumframt verður tað truplari hjá vanligum fólki at gerast valevni fyri flokkarnar, ið helst vilja hava so kend fólk sum gjørligt upp á listarnar. Tað er ikki nóg mikið at vera kendur í heimbygdini fyri at koma inn á ting. Nú verður neyðugt at hava gjørt seg galdandi í fjølmiðlunum ella sum tónleikastjørna ella ítróttarstjørna. Um man ikki er landskendur ella í minsta lagi økiskendur, er tað neyvan realistiskt, at man kann verða valdur á ting. Hetta merkir tó ikki, sum summi vilja vera við, at tað einans verða Havnarfólk, ið kunnu verða vald inn á ting. Í Grønlandi er tað ein sannroynd, at næstan bara høvuðsstaðarfólk sita á tingi, men Føroyar eru hóast alt geografiskt væl samanhangandi, og kunnu í høvuðsheitum metast sum ein stórur býur. Tí verður tað neyvan munandi truplari hjá bygdarfólki enn hjá havnarfólki at koma á ting, um tey vilja. Tað er meiri ein spurningur um hvat man sum politikari vil arbeiða fyri: tey lokalu áhugamálini ella tey nationalu áhugamálini. Hóast hetta kann tað væl hugsast, at flokkarnir fara at royna at seta atkvøðuneyt úr flest møguligum bygdum á listarnir, eisini hóast tað einans vera tey fægstu av hesum, ið sleppa á ting. Miðsavnan av atkvøðum Tað, ið sannlíkt fer at henda, er at løgtingið verður samansett av umleið 10 høvuðspolitikarum, ið koma at verða drívmegin í flokkunum, og umleið 20 marginalpolitikarum, ið hava verið so hepnir at sleppa inn um tinggáttina í harðari kapping við hundrað aðrar. Teir umleið 10 høvuðspolitikararnir – serliga floksformenninir – fara at sita rættiliga tryggir í sínum sessum, meðan marginalpolitikararnir koma at berjast við eina rúgvu av øðrum valevnum um at sleppa á ting. Høvuðspolitikararnir fara væntandi at fáa millum triðingin og helmingin av øllum atkvøð­ unum. Onkrir fara væntandi at fáa eini 3.000 atkvøður, meðan aðrir fara at fáa millum 500 og 1.500 atkvøður. Restin av ting­ limunum koma at liggja frá umleið 100 til 500 atkvøður. At atkvøðurnar á hendan hátt verða miðsavnaðar kring ávísar tinglimir, fer sjálvandi at geva hesum tinglimum eina sera sterka støðu í sínum flokkum. Miðsavnanin av atkvøðum kemur væntandi eisini at føra við sær eina miðsavnan av valdi innanhýsis í flokkunum, eins og vit longu síggja tað henda í Tjóðveldi og Miðflokkinum. Tað lokala hvørvir Ein klárur vansi við at valdømini verða avtikin, er at tað nú ikki longur í sama mun fer at bera til at fáa lokal mál ígjøgnum á tingi. Hetta er sjálvandi bæði positivt og negativt, alt eftir við hvørjum brillum man hyggur eftir tí. Til dømis verður trupult hjá sandoyingum at fáa sín tunnil, tá flokkarnir nú ikki longur hava beinleiðis tørv á atkvøðum úr Sandoynni. Sum heild verður tað framyvir ringt at argumentera fyri lokalfunderaðum íløgum, um hesar ikki hava eitt beinleiðis tilknýti til menningini av landinum sum heild. Spurningurin verður tá, um Føroyar fara at halda seg hava ráð at gera miljardaíløgur í útjaðaran, samstundis sum so nógv onnur øki eisini liggja á láni. Tað vil jú sum heild vera soleiðis, at íløgur í miðstaðin bæði eru til gagns fyri útjaðaran og miðstaðin, meðan íløgur í útjaðaran mest eru til gagns fyri útjaðaran. Út frá eini slíkari tankagongd vil tað tí geva meiri Positivar avleiðingar Negativar avleiðingar viðmerkingar