hósdagur 1. november 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 1. november 2007
31
tíðindi
Stutt Sagt
Japan gevst
Japanska stjórnin noyddist
í gjár at sleppa ætlan síni
at lata landsins herflota
halda fram við at hjálpa
amerikonsku herskipun
um, sum eru tengd at
krígnum í Afghanistan.
Japan hevur millum annað
havt serlig tangaskip, sum
hava latið amerikonsku
herskipunum í Indiska
Havinum olju og annað
brennievni.
Stjórnin
í
Tokyo ætlaði at halda
fram við stuðlinum til
amerikanska
herflotan,
men meirilutin í tjóðar
tinginum
sigur
nei.
George W. Bush, forseti,
ávaraði fyri nøkrum døg
um síðani Japan ímóti at
taka síni skip heimaftur, tí
tað var ein óheppin boð
skapur at senda altjóða
samfelagnum, segði hann.
Til fánýtis.
Bhutto fer
ikki av
landinum
Fyrrverandi
pakistanski
forsætisráðharrin Benazir
Bhutto, sum herfyri kom
heim eftir átta ár í útlegd,
hevur avlýst eina ætlaða
uttanlandsferð, tí leysatíð
indi vilja vera við, at
stjórnin umhugsar at lýsa
landið í undantaksstøðu.
Benazir
Bhutto
hevði
ætlað sær til Dubai at vitja
mannin og tey trý børnini,
men nú hevur hon avlýst
ferðina. Hon segði við tíð
indafólk í gjár, at hon
hevði tikið avgerðina eftir
tilmæli frá sínum ráðgev
um og stuðlum.
Rúsevni
í tonsavís
Myndugleikarnir í Mek
siko gjørdu eitt rimmar
kvetti, tá teir í gjár løgdu
hald á heili rllivu tons av
kokaini í havnarbýnum
Manzamillo. Í sambandi
við vanligt eftirlit umborð
á einum farmaskipi komu
tollararnir fram á rúsevnið
í einari bingju, sum skipið
hevði fermt í Buenaventura
í Kolombia. Hetta er ein
tann størsti rúsevnafong
urin hjá meksikanska toll
valdinum nakrantíð og
eitt úrslit av, at myndug
leikarnir hava hert tiltøk
ini ímóti rúsevnasmugl
ing.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit góðtaka ikki, at grønlendsk børn sova svong
í trappum, so vit eiga at seta heimastýrið undir
umsiting
(Søren Espersen)
útlond
Tey seinastu fimm
árini eru flóttafólk
í Angola komin
heimaftur, men nú
liggur fíggindin undir
fótum teirra
Borgarakríggið í Angola
endaði við vápnahvíld í
2002. Síðani hevur samfel
agið roynt at fóta sær, men
hóast kríggið er av, verða
fólk framvegis særd av
teimum túsundtals landmin
unum, sum liggja eftir frá
krígsárunum, og sum verða
mettar sum tann størsta hótt
anin ímóti øllum samfel
agnum.
Á einari ráðstevnu í høv
uðsstaðnum Luanda fyrra
dagin kom fram, at higartil
eru umleið 80.000 fólk
vorðin offur fyri landminun
um. Balbina Silva, sum
stendur á odda fyri einari
verkætlan, sum hevur til
endamáls at beina fyri land
minunum í Angola, segði á
ráðstevnuni, at landminurn
ar fara at krevja fleiri offur
afturat.
Landminurnar eru eitt
tekin um fátækradømi, tí
tær forða fyri menning í
samfelagnum, og tær raka
tilvildarlig fólk, segði Bal
bina Silva sambært tíðinda
stovuni AP. Hon hevur júst
skrivað eina frágreiðing
um,
hvussu
samfelagið
kann taka sær av teimum,
sum eru vorðin offur fyri
landminunum.
Reyði
Krossur
hevur
mett, at umleið ein millión
landminur liggja enn í jørð
ini í Angola, og at talan er
um 70 ymisk sløg av min
um, sum eru gjørdar í 21
ymsum londum. Nógvar av
landminunum eru gamlar,
men framvegis líka vanda
miklar.
Tropiska ódnin Noel
hevur lagt heilar
bygdir undir í vatni,
og umleið 25.000
fólk hava mist hús og
heim
Eftir áhaldandi regn í trý
samdøgur standa heilar
bygdir
í
Dominikanska
Lýðveldinum
og
Haiti
undir í vatni, og aðrastaðni
royna fólk at stríða seg
fram ígjøgnum mold og
runu frá skriðulopum.
Myndugleikarnir í Dom
inikanska
Lýðveldinum
siga, at har hevur illveðrið
kravt minst 41 mannalív,
og at minst 33 fólk eru ikki
komin afturíaftur. Hildið
verður, at umleið 25.000
fólk hava mist hús og heim,
og myndugleikarnir hava
flutt onnur 20.000 úr hús
unum.
Í Haiti hevur illveðrið
ikki verið so ringt sum í
grannalandinum, men hait
isku myndugleikarnir siga,
at Noel hevur kravt í hvussu
er 20 mannalív har.
Í gjár herjaði Noel partar
av Kuba, men har høvdu
myndugleikarnir fyrireikað
seg væl, og einki er frætt
um, at illveðrið kravdi
mannalív har. Nú er Noel á
veg ímóti Bahamas og
Florida. Longu í gjár var
brim
nógvastaðni
har
suðuri í Florida, og í South
Palm Beach eru fleiri fólk
flutt burtur frá strondini.
Í Dominikanska Lýðveldinum
standa stór øki undir í vatni
eftir áhaldandi regn
80.000 offur fyri landminum
Diana prinsessa gjørdi í síni
tíð sítt til at vísa á vandan við
teimum nógvu landminunum
í Angola
Ódn kravt
90 mannalív