fríggjadagur 2. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
Skipsvanlukka út í bók
Mánakvøldið 5. november klokkan 20 fer Páll Kunoy at siga frá um
nýggju bók sína, »Fossanes - bóru ikki boð í bý« í Riberhúsi í
Fuglafirði. Hendan bókin er um syndarligu vanlukkuna, tá Fossanes
fórst í ódnarveðri undir Íslandi í 1938. Bókin kemur út ein av fyrstu
døgunum og er næsta bindið hjá nevnda rithøvunda um vanlukkur á
sjónum. Fyrra bókin var um Blythesome, sum fórst við Kappan, og
Coralia bjargaði manningini. Kvøldsetan í Ribarhúsi er ókeypis.
Ganga gamla kirkjugøtu
Leygardagin tann 10. nov. 2007 ganga verður gamla
kirkjugøtan gingin úr Hoyvík oman til Havnar og haðani til
Kirkjubøar. Tað eru Hoyvíkar kirkja og Dómkirkjan, íð hava
tikið stig til tiltakið. Í øllum teimum bygdum, har eingin
kirkja var, varð lestur lisin heima hvønn sunnu- og halgidag,
men ofta var farið til kirkjubygdina. Gjáarfólk gingu til
Funnings, lambamenn út á Nes, gásadalsmenn til Bíggjar,
hósvíkingar gingu ella róðu til Hvalvíkar og hoyvíkingar
oman til Havnar.
Marita – eitt konu
brot í landsins søgu
er heitið á bók, sum
kemur út mikudagin.
– Í veruleikanum
kravdi Marita Peter
sen meira av sær
sjálvari enn av sínum
medmenniskjum,
sigur Dagny Joensen,
høvundur
Bókaútgáva
Rigmor Dam
rigmor@sosilaurin.fo
Tey ungu, sum verða
fermd í dag, vita ikki av, at
fyri fáum árum síðani
høvdu vit ein kvinnuligan
løgmann her á landi.
– Hetta er ein stórur miss-
ur, tí ungdómurin, og ikki
minst ungu genturnar, hava
brúk fyri kvinnuligum fyri-
myndum – at vita, at tað ber
til at koma langt, eisini í
politikki,
hóast
ein
er
kvinna, sigur Dagny Joen-
sen, journalistur og høvund-
ur, sum seinastu tvey árini
hevur arbeitt við at skriva
bók um Maritu Petersen,
sálu.
– Tað er nú vit hava brúk
fyri Maritu Petersen. Sjálv-
andi fer hon at verða nevnd
í søgubókunum um nøkur
ættarlið, men vit hava brúk
fyri samtíðarsøguni, og tað
er hana eg setti mær fyri at
skriva, sigur Dagny, ið sjálv
arbeiddi sum journalistur,
tá ið Marita var landsstýris-
kvinna og løgmaður, og tí
fylgdi henni tætt øll árini.
– Hon tók leiðsluna í land-
inum, tá ið allar ringast stóð
til, men varð burtur aftur í
somu løtu, sum støðan batn-
aði, staðfestir Dagny Joen-
sen. Og hon hugleiðir um
kreppuárini, tá tvær kvinnur
sótu við róðri, Marita Peter-
sen sum løgmaður, og Lis-
beth L. Petersen sum borg-
arstjóri í Havn.
– Tað letur til, at tá ið tíð-
irnar eru góðar, sláa menn-
inir ring um valdið og skapa
ein tættan múr, har pláss er
ikki fyri kvinnunum. Hetta
síggja vit eitt nú í dag. Tá
tíðirnar versna, detta klípur
úr múrinum, og kvinnurnar
sleppa framat. Tá støðan so
batnar aftur verður múrurin
aftur forseglaður og kvinn-
urnar hildnar uttanfyri, sig-
ur Dagny Joensen, og vísir
eisini til annan heimsbar-
daga, har kvinnurnar fóru
út at arbeiða í ídnaðinum,
men vóru rendar heim til
grýturnar aftur, tá ið friðurin
kom.
Bókin er ein lýsing
Dagny hevur lagt bókina
soleiðis til rættis, at vit
fylgja Maritu Petersen frá
tí, at hon verður fødd, til
hon doyr. Við støði í práti
við fólk, sum kendi hana,
hoyra vit um tað, sum eydn-
aðist og tað, sum hon var
fyri. Í bókini, sum hevur
fingið heitið Marita – eitt
konubrot í landsins søgu,
lesa vit um barnaárini í
Vági, har Marita veksur
upp hjá læraraforeldrum.
Vit hoyra um vinkonurnar,
sum hildu alt lívið, um
lestrarárini í Danmark, tá ið
hon møtir og verður gift við
Kára Petersen, advokati.
Um konuna og lærarinnuna
Maritu, og politiskt virknu
árini í Lærarafelagnum og í
landspolitikki.
Á baksíðuni á bókini sig-
ur Dagny Joensen, at ar-
beiðssetningurin var at lýsa
Maritu Petersen gjøgnum
tey fólk, sum høvdu nógv
at týða fyri hana, og sum
kendu hana væl, og somu-
leiðis onnur, sum hon sam-
starvaði við í ymsum førum
upp gjøgnum árini.
– Hetta er ikki ein ævi-
søga, men ein lýsing av
kvinnuni og politikaranum
Maritu Petersen. Hon var
ein almennur
persónur
og
ein
sterk
fyrimynd fyri føroyskar
kvinnur, men kortini er
millum lítið og onki skrivað
um hana, síðani hon fór frá.
Áðrenn eg fór undir bókina,
ímyndaði eg mær, at Marita
varð trokað út úr politikki–
men bókin hevur lært meg,
at hon bara koyrdi troytt í tí
heila, sigur Dagny Joensen,
sum sjálv kendi Maritu
væl.
– Marita var bæði stuttlig
og nærløgd. Hon helt fund
hvørja viku í tingbólkinum,
sum tá taldi heili tíggju lim-
ir. Har hildu teir hana vera
dekan og lærarinnusliga.
Men helst eru teir vorðnir
ótryggir við, at hon dugdi
so væl at lesa teir av, sigur
Dagny Joensen. Meðan hon
hevur skrivað um Maritu,
hevur hon undrast á, at øll
bara tosa gott um hana.
– Ongin sigur nakað ringt
um hana. Tað er kanska eis-
ini torført, tá ið hon ikki er
longur, men eg haldi at tey
hava verið erlig, sigur
Dagny.
Kvinnusakin
Kvinnusakin hevði altíð
stóran týdning fyri Maritu.
Dagny, minnist serliga væl,
tá Marita var løgmaður, og
hvørja viku savnaði javnað-
arkvinnur til prát og kaffi
úti í Tinganesi. Har komu
kvinnur úr øllum landinum
at kjakast og stuðla henni,
og at tosa um politisku støð-
una.
– Hetta var í roynd og
veru fantastiskt, tí hóast
støðan í landinum var ring,
so hevði tað stóran týdning
fyri Maritu at hitta og lurta
eftir vanligum kvinnum úr
øllum
landinum,
sigur
Dagny Joensen.
– Tá vóru teir ringir,
sigur hon flennandi, og
vísir til menninar, sum
stóðu úti í gongini og
royktu og vóru um at
skrædna í forvitni yvir,
hvat fór fram inni á løg-
manskontórinum.
Hundrað prosent
Aftaná at hava kannað
bakgrundina
hjá
Maritu, sigur Dagny seg
kenna eina kvinnu, sum
hóast harðan mótgang, alla
tíðina varðveitti evnini til at
síggja tað skemtiliga í
tingunum.
– Marita var høg og
hábærslig og hevði orðið í
sínari makt. Hetta kundi
gera
mótstøðumenninar
ótryggar og ofta slógu teir
alt upp í glens, sigur Dagny,
sum veit, at hetta millum
annað var orsøkin til, at
Marita tók stig til, at Fólka-
flokkurin varð koyrdur úr
samgonguni og nýggj sam-
gonga skipað saman við
Tjóðveldisflokkinum
og
Sjálvsstýrisflokkinum.
– Marita gjørdi tingini
upp á sín máta. Privat var
hon ikki serliga sjálvsikkur,
men fakliga og politiskt var
hon eitt hundrað prosent.
Hon var ein almennur per-
sónur, og hevði fáar privatar
stundir. Kanska skuldi hon
givið sær betri stundir til at
vera Marita, sigur Dagny
Joensen.
Bókin endar við síðstu
tíðini hjá Maritu Petersen,
har hon kemur í andróður
sum leiðari á Sernámsdepli-
num.
– Marita fór úr øskuni í
eldin – úr politikki og yvir í
Sernámsdepilin,
sigur
Dagny Joensen, og endar
samrøðuna við síðstu orðu-
num í bókini:
Í veruleikanum kravdi
Marita Petersen meira av
sær sjálvari enn av sínum
medmenniskjum.
Bókin um Maritu Petersen
kemur í bókabúðirnar miku-
dagin 7. november.
Fyrimyndin Marita
- Vit hava brúk fyri kvinnuligum fyrimyndum her í landinum.
Tí havi eg valt at skriva um einasta kvinnuliga løgmann.
Hetta er ikki ein ævisøga, men ein lýsing av kvinnuni og
politikaranum Maritu Petersen, sálu, sigur Dagny Joensen,
høvundur
Mynd: Jens Kristian Vang