fríggjadagur 2. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti
4
Liverpool hevur slagorðið “You´ll
never walk alone” og Manchester
United nevnir heimavøllin:
“Theatre of dreams”. NSÍ hevur
uppbygt sær eitt slagorð í
2007: “Vit taka ein dyst í senn”.
Nøkur hava havt hug at flenna
eftir hesum nógv endurtikna
setningi hjá Óla Hansen,
liðskipara hjá NSÍ. Men tann,
sum flennur síðst, flennur best.
Stabili verjukletturin er ikki bara
liðskipari hjá NSÍ. Óli Hansen
er eisini pressutalsmaðurin hjá
liðnum. Hetta er í samráði við
venjaran, og allan Formulahópin
hjá NSÍ. Fjølmiðlafólk hava givið
ilt av sær, at ikki onkur annar
NSÍ-leikari er sloppin at úttala
seg. Men stigatalvan rættvísger
hesa, og aðrar disposisjónir hjá
NSÍ. Úttalilsini hjá hinum FM-
biðlunum hava verið litríkari og
fjølbroyttari, men ikki bóru tey á
fremsta mál.
Ótrúlig kensla
Tað er kortini ikki frítt, at Óli
Hansen er eitt sindur rørdur av tí,
sum hann hevur upplivað síðstu
vikurnar. “Vit vóru so umgyrdir
av glaðum viðhaldsfólki norðuri
í Klaksvík, at tað var ikki meir
enn, at eg náddi at hevja FM-
steypið. Inni í Støkk-høllini fekk
eg so nógv klemm frá fólki, sum
høvdu tár í eygunum, at eg fekk
næstan ikki førkað meg.” fortelur
Óli við eitt sindur av stoltleika.
Tað er ein ótrúlig kensla fyri
hann, og hinar NSÍ-leikarnar.
FM-heitið hevur ein ófatuligan
týdning fyri tey flestu í Runavíkar
Kommunu. Men Óli ásannar, at
rómurin, sum var í Klaksvík síðsta
leikdagin, busstúrurin gjøgnum
Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará
og Runavík, og ótrúliga móttøkan
í ítróttarhøllini í Runavík, verður
neyvan endurtikið í líka stórum
málistokki aftur. Tað verður stórt
at endurvinna FM-heitið, men
einki er sum at vinna FM-heitið
fyrstu ferð! Tað hevur stungið
djúpt hjá NSÍ-viðhaldsfólkunum,
at B68, GÍ og ÍF hava vunnið FM.
Men nú er kompleksið, um ikki
at hava vunnið FM, jarðað niður í
jørðina!
Bar til frá fyrsta dysti
Ásannanin hjá Óla og hinum í
NSÍ, at tað kundi eydnast í ár,
kom longu eftir fyrsta dystin.
Teir skoraðu til 1-0 í 94. minutti
á Sandi, ímóti B71, hóast illa
sperdir í 2. hálvleiki. Tann
dysturin setti standardin fyri
aðrar dystir, har tað hevur riðið
um snarið hjá NSÍ. Eisini tá NSÍ
tapti ímóti EB/S og HB, dyst um
dyst. Tað var aftaná henda stutta
niðurtúrin, at slagorðið: “Vit taka
ein dyst í senn” vann frama í
hópinum.
Byrjaði 5 ára gamal
Óli var 5 ára gamal tá hann
byrjaði at leika fótbólt við NSÍ
í 1982. Familjan hjá honum
hevur ikki havt nógv tilknýti til
fótbóltsumhvørvið. Men foreldrini
hava stuðlað honum væl, líka
frá tí degnum hann fann vegin
út til Løkin, sum 5 ára gamal.
Hann íðkaði fimleik við Støkk
frá 7 til 12 ára aldur, men eftir
hetta hevur bara fótbólturin
verið á breddanum. Óli vann FM
við smádreingjunum hjá NSÍ í
1989, og FM við unglingunum í
1995 og 96. Tá Óli var í Skúla í
Kolding – árini 1998-2000 - leikti
hann við Danmarksseriuliðnum
hjá Kolding. Heimafturkomin
fekk Óli sáttmáli við GÍ. Óli
leikti tvey ár við GÍ. Hann var
við til at vinna Løgmanssteypið
í 2000. Òli skeyt sigursmálið í
finaluni ímóti HB. Martin Juul
Jarnskor lovaði honum eina gás
tá. Men tann gásin má verða
væl gødd nú, tí hon er ikki komin
á borðið enn. Óli var á trettandi
ári tá landsliðið gjørdi um seg í
Landskrona. Tá birtist dreymurin
um at sleppa á landsliðið, og
at sleppa út um landoddarnar
at leika fótbólt. Men tá Óli var
tannáringur slapp hann ikki heilt
framat landsliðsborðinum. Hann
fekk ein U-18 landsdyst ímóti
Íslandi. Í 2004 var hann við til at
tapa 0-5 ímóti Póllandi í sínum
fyrsta A-landsdysti. Hann hevur
eisini verið við á venjingarlegum
í Spania. Hann var m.a. við tá
landsliðið fekk ein 2-2 javnleik
ímóti HamKam úr bestu norsku
deildini. Hann fortelur flennandi:
“Abbi segði mær, at hann hevði
Tað gav úrslit at taka
Óli Hansen hevur verið ímyndin av
stabilitetinum hjá NSÍ. Sjálvur hevur
hann eitt bakland, sum gevur honum
fullan uppbakkning til at halda fram við
fótbóltsspælinum á hægsta støði
Óli um »Vespureiðrið«
Mær dámar betri sendingina í ár. Sendingin er nógv
batnað í mun til ífjør. So leingi innihaldið í sendingini er
umhugsað, er sendingin gagnlig, og tá er hon styrkjandi
fyri samleikan hjá NSÍ.
… um Jens Martin Knudsen
Jens Martin er óivað tann seriøsasti ítróttarmaðurin, eg havi
íðkað ítrótt saman við. Hann er fyrimyndarligur, og ein sannur
undangongumaður. Jens Martin er eisini ótrúliga jaligur og
skemtingarsamur av lyndi.
Ítróttarprofilurin
Heri Simonsen
blaðmaður
heris@sosialurin.fo