fríggjadagur 2. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
Danir gera seg til
at fara á val um
knappar tvær vikur.
Hóast flokkarnir
brúka nógvan
pening og orku uppá
valstríðið, er tað
veruliga politiska
innihaldið torført
at fáa eyga á. Fleiri
eygleiðarar meta, at
valstríðið druknar
í spinni, taktikki og
persónsfiksering
Fólkatingsval
2007
Stefan í Skorini
Valstríðið til fólkatingsvalið
2007 hevur nú meira enn
eina viku á baki. Fjølmiðl
arnir eru á tremur við tilfari
um politisku flokkarnar og
ikki minst við teimum sen
tralu persónunum, ið mynda
valstríðið.
Hóast politikarar ongantíð
áður hava havt so góðar
møguleikar at náa veljaran
við sínum boðskapi, snýr
valstríðið seg ikki serliga
nógv um innihaldið í teim
um avbjóðingum, ið standa
fyri framman í tí danska
samfelagnum. Til dømis
steðgar vantandi arbeiðs
megi vøkstrinum í vinnulív
inum, og heilsuverkið stend
ur fyri stórum broytingum.
Hvussu hesir trupulleikar
skulu loysast, hoyra vit tó
ikki so nógv um.
Formur kontra
innihald
Millum tveir triðingar og
helvtin av tí samlaðu jour
nalistisku
viðgerðini
av
danska valstríðnum fer at
snúgva seg um spinn, pro
sessir og persónar. Tað sigur
Klaus Kjøller, kommunika
tiónsgranskari á Køben
havns
Universitet,
við
Politiken mikudagin 31.
oktober.
Hetta ber boð um, at fjøl
miðlarnir eru farnir at satsa
meira uppá tað strategiska
og taktiska spælið, ið fer
fram handan leiktjøldini á
politiska pallinum, heldur
enn at viðgera substansin í
teimum politisku stórmál
um, ið politikarar skulu
taka støðu til eftir valið.
Klaus Kjøller greiðir frá,
at spurningurin um, hvørji
samfelagsmál skulu priori
terast, og hvussu tey skulu
loysast, fyllir alt minni í
fjølmiðlunum. Hvussu polit
ikararnir standa seg í kjak
inum fær hinvegin meira
pláss.
Politiskir kommen
tatorar í miðdeplinum
Seinastu tíggju árini er talið
av politiskum kommentator
um í fjølmiðlunum økt, og
teir fáa eisini meira senditíð
í loftmiðlunum og størri
teigapláss í bløðunum.
Hetta merkir, at teir polit
isku viðmerkjararnir, sum í
fjølmiðlunum gera viðmerk
ingar til valstríðið og dags
formin hjá teimum ymsu
flokkunum, fáa ein størri
leiklut enn áður, og teir
kunnu
beinleiðis
ávirka
gongdina í valstríðnum.
Teir politisku viðmerkjar
arnir átaka sær leiklutin at
útleggja
boðskapin
hjá
politikarunum, og soleiðis
eru teir við til at ávirka,
hvussu veljarin uppfatar tey
ymsu signalini, ið valevni
og politikarar senda út. Teir
kunnu í summum førum
vera munurin á succés og
fiasko.
Tí eru hesir viðmerkjarar
í dag ein týdningarmikil
faktorur í øllum valstríð
num. Og tað eru politikar
arnir fullgreiðir yvir.
Viðmerkjararnir,
sum
m.a. eru Hans Engell frá
Ekstrablaðnum og Henrik
Qvortrup frá Se og Hør,
gerast týdningarmiklir leik
arar í politiska sjónleikinum,
tá teir verða bidnir um at
tulka og útleggja tær ymsu
útmeldingarnar frá politik
arunum. Og hetta er eitt
rák, ið vindur alsamt meira
uppá seg.
Veljarin fær við øðrum
orðum meira at vita um
formin av kjakinum enn um
tað politiska innihaldið, og
tí gerst tað strategiska spæl
ið enn meira týdningarmikið
í eygum veljarans.
Tá teir eru best, dis
sekera teir ta politisku pro
sessina og tað taktiska spæl
ið, men teir geva ikki tí
politiska substansinum nak
að. Hóast hetta hevur man
eina fatan av, at hesir við
merkjarar eru politisk orakk
ul, sigur Stig Hjarvard, val
granskari við Politiken.
Kend andlit
Eitt annað, sum eisini eyð
kennir tann danska valdyst
in, er talið av kendum per
sónum, ið nú stilla upp til
fólkatingið. Ny Alliance
hjá Naser Khader hevur
fleiri persónar, ið hava gjørt
vart við seg á øðrum økjum,
áðrenn teir stillaðu upp.
T.d. kunnu nevnast aðal
skrivarin í Danska Reyða
Krossi,
Jørgen
Poulsen,
fyrrverandi stjórin í Ráð
num fyri størri Ferðslutrygd,
Réné La Cour Sell, og fyrr
verandi stjórin í hoyritóls
fyritøkuni
Oticon,
Lars
Kolind. Hesir stilla allir
upp fyri Ny Alliance. Har
umframt eru fleiri fyrrver
andi sjónvarpsvertir og
journalistar eisini á val
plakatunum.
Trupulleikin er, at allir
flokkarnir fylkjast á miðjuni
í tí politiska spektrinum, og
tað merkir, at eitt kent andlit
kann vera við til at profilera
flokkin í einum meldri av
politikarum, sum allir líkj
ast meira ella minni, hóast
floksliturin ikki er tann
sami.
Tá politisku hugsjónir
nar verða tveittar fyri borð,
verður man noyddur at selja
politikkin við kendum and
litum, sigur Hans Engell,
fyrrverandi
blaðstjóri
á
Ekstrablaðnum við Politik
en.
Engell vísir á, at teir
flestu flokkarnir hava plaser
að seg mitt í veljaraskaran
og eru meira ella minni
samdir um nógv av teimum
stóru málunum so sum
skattasteðgin, 24ára regl
una, ESreformar, veður
lagsbroytingar og annað, og
tí gerst tað torførari hjá velj
aranum at síggja munir í
grundsjónarmiðunum
hjá
flokkunum.
Politikarar sjálvir
skyldina
Ein av orsøkunum til at val
stríðið í Danmark nú mest
snýr seg um at hava teir
dugnaligastu spunasmiðir
nar og teir bestu samskiftis
ráðgevararnar, heldur enn
at fortelja veljarunum um,
hvørjar politiskar visjónir
politikararnir hava er, at
flokkarnir eru farnir at líkj
ast hvørjum øðrum alt
meira.
Politikararnir hava sjálv
ir skyldin av, at tað politiska
spælið er farið at fylla
meira og meira í fjølmiðlun
um. Í dag líkjast valskráirnar
nevniliga hvørjum øðrum
so nógv, at flokkarnir eru
noyddir at skilja seg burtur
úr mongdini á onkran hátt.
Tí spæla teir við uppá treyt
irnar hjá teimum politisku
viðmerkjarunum (sum ana
lysera og útleggja tað takt
iska spælið í valdystinum,
blm.) og royna at ávirka við
merkjararnar við sínum
egnu analysum av gongdini
í valdystinum, sigur Mie
Femø Nielsen, lektari á
Københavns
Universitet,
við Politiken.
Tað næsta verður kanska,
at valstríðið verður varpað
út sum ein fótbóltsdystur í
Parkini, heldur Mie Femø
Nielsen speiskliga fyri.
Nú valdysturin er um at
koma í hæddina, hevur
omanfyrinevnda rák verið
sera sjónligt, og vit skulu
brynja okkum til ein val
dyst, ið er eyðkendur av ein
um flekkutum politiskum
landslagi,
har
formurin
mangan hevur størri týdning
enn innihaldið.
Miðflokkurin klárur
til Fólkatingsvalið
POlitikkUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Miðflokkurin stillar upp 10 valevni til Fólkatingsvalið
13. november. Teirra millum eru allir løgtingsmenn
floksins, Jenis av Rana, Karsten Hansen og Bill
Justinussen
Listin er hesin:
Arni Abrahamsen, 05.03.77, konsulentur, 666
Undir Gøtueiði
Karsten Hansen, 18.08.44, løgtingsmaður,
Víkavegur 32, 700 Klaksvík
Egin Henriksen, 21.11.52, EDV programmør,
Børkugøta 35, 100 Havnin
Frank Jacobsen, f. 21.03.67, lesandi, Áargeil 13 A,
100 Havnin
Mia av Kák Joensen, 04.02.57, lesandi, 380
Sørvágur
Bill Justinussen, f. 27.08.63, løgtingsmaður, 625
Glyvrar
Jaspur Langaard, 01.04.70, deildarleiðari,
Gaddavegur 2, 655 Nes
Charlotta á Váli Olsen, 01.06.54, pædagogur, í
Svanga 1, 100 Havnin
Hjørdis Háberg Petersen, 21.08.66, 410
Kollafjørður
Jenis av Rana, 07.01.53, løgtingsmaður, Sóljugøta
10, 100 Havnin
Jenis av Rana, floksformaður sigur, at eitt umboð fyri
Miðflokkin fer at vera til arbeiðis í Fólkatinginum
hvønn dag og ikki pendla ímillum og bara vera har, tá
føroysk viðurskifti eru til viðgerðar.
Vit skulu eisini vera har, tá tær lógir, sum fyrr ella
seinni enda á løgtingsborði verða evnaðar til av døn
um. Bert við at verða við frá byrjan, hava vit møguleika
at ávirka hesar lógir og seta føroysk fingramerki á tær,
sigur Jenis av Rana.
Harumfram skal Miðflokkurin vera eitt einastand
andi umboð at senda dønum á Fólkating, sum kann
bera fram ein øðrvísi boðskap um týdningin av at
grunda sín politikk og sítt samfelag, sína nútíð og sína
framtíð á virði, sum ikki kunnu svíkja – sum er grund
Politiska innihaldið horvið
úr danska valstríðnum
Flakafólk meiri stuðul
Í Íslandi hevur stjórnin lagt uppskot fyri Altingið um
eykajáttan til teirra, sum missa arbeiðstíð á fiskavirkjum,
tí toskakvotan er skerd ein triðing. Eftir uppskotinum er
ætlanin at rinda 77 mió. íslendskar krónur í stuðuli í ár og
140 mió. krónur næsta ár. Tað verður gjørt við at broyta
skipanina, sum ásetir, hvussu leingi fólk á fiskavirkjum
kunnu fáa stuðul vegna arbeiðsloysi. Uppskotið er eitt av
fleiri, sum skulu avmarka ávirkanina av skerdu kvotuni. +
mynd av flakafólki
Hans Engell er ein av
teimum viðmerkjarunum,
ið analyserar og útleggur
tað danska valstríðið.
Fleiri eygleiðarar meta,
at valdysturin er um at
drukna í spinni, taktikki og
persónsfiksering