Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 213 • 2. november 2007 og Føroyum. Súni hyggur út í tað regntunga og myrka føroyska heystarveðrið, og suffar: “Og so er veðrið so nógv betri niðri.”, og tað er skilligt, at veðrið er ikki orsøkin til, at hann kom heim aftur á klettarnar. Pauli Ellefsen lokkaði Súni tilskrivar garvaða grannskoðaranum; Paula Ellefsen æruna fyri, at hann og Anita fluttu heim aftur til Føroya. Tí Súni stórtreivst hjá KPMG í Ålborg. Súni byrjaði hjá KPMG í Havn í 1996. Og í 1999 gjørdist hann partnari í KPMG. Ein av álitispostunum hjá Súna hesi umleið 10 árini hjá KPMG í Føroyum var at verða grannskoðari hjá P/F Føroya Banka. Hetta opnaði so við tíðini dyrnar inn til stjórasessin í Føroya Banka. Og hann setti Súni seg í tann 1. februar í 2006. Og sigast má, at talan hevur verið um eina stóra avgerð hjá Súna. Tí Súni átti við árslok 2005, so nógv, sum 25% av KPMG-fyritøkuni í Føroyum. Henda fyritøkan hevur nú broytt navn til SPEKT. Men vágin vinnur siga tey klóku. Og Súni følir, at hann hevur tikið røttu avgerðina! Hevur ávirkan Tað krevur sín mann, og tað krevur sína tíð at sita í stjórasessinum í Føroya Banka. “9 til 17” er ein ókendur faktorur hjá einum stjóra í Føroya Banka. Viðhvørt má ein eisini taka avgerðir, sum seta spor og merkjast. Arbeiðið krevur eisini eina sálarliga styrki, og at kunna skera ígjøgnum. Týdningarmikið er eisini altíð at fara eftir málinum, og ikki eftir persóninum. Tað jaliga við at verða stjóri í Føroya Banka, er at ein er við í prossesini, og er við til at taka avgerðirnar. Soleiðis, at ein hevur ávirkan á gongdina í bankanum. Revisor-leikluturin er kanska eitt sindur meira takksamur. Men tá er ein í leiklutinum, sum ráðgevi og vegleiðari. Súni vil ikki seta áramál á hvussu leingi hann verður í stjórasessinum. Men hann ætlar at leggja eitt gott arbeiðið fyri dagin, so tørvur verður á honum í P/F Føroya Banka. Í minst 11 ár? Slips: Ríkiligt av teimum Húsini: Heimagjørt snið. Byggiárið er 1998 “9-17” er ein ókendur faktorur hjá einum stjóra í Føroya Banka – og viðhvørt mást tú taka avgerðir, sum seta spor og merkjast, sigur Suni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka. Mynd: Álvur Haraldsen