fríggjadagur 2. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
Fiskiskapurin hevur
sum heild verið
slakur higartil í heyst.
Lítil toskur er at fáa,
og minni hevur verið
at fingið av upsa.
Útróðurin hevur
eisini verið slakur, og
lítil útróðrarfiskur
er komin upp á
landi. Men í løtuni
eru onkrir glottar at
hóma
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Einki skip, ei heldur nakar
útróðrarbátur, lá við Kósa
brúnna, tá vit vóru fram við
ein túr hósmorgunin.
Øll tann langa bryggjan
lá so púrasta ber. Einasta
lívstekin, vit sóu, var ein
maður, sum stóð við einari
sigarett i hondini við norð
ara enda á Kósavirkinum.
At einki skip og eingin
bátur liggur við bryggju,
nýtist kortini ikki at merkja,
at fiskaloysið rættiliga er
farið at gera um seg og legg
ur fiskavirkini lamin.
Eru skipini ikki við
bryggju, eru tey onkra aðra
staðni, og í løtuni eru flestu
skipini, sum eru heimahoyr
andi í Klaksvík, úti.
Fiskiskapurin hevur sum
heild verið slakur higartil í
heyst. Lítil toskur er at fáa,
og minni hevur verið at
fingið av upsa. Útróðurin
hevur eisini verið slakur, og
lítil útróðrarfiskur er komin
upp á land.
Fáar landingar
Pól Fuglø, landingarformað
ur, sigur, at hesa vikuna hev
ur sum heild lítið virksemið
verið fram við Kósabrúnni.
Tað er sjáldan, at so lítið
landingarvirksemi
hevur
verið sum hesar seinastu
dagarnar.
Hann hevur tó skilt, at
partrolararnir hava rakt við
fitt av upsa aftur, og í dag
koma Fjalshamar og Nón
hamar inn at landa.
Eg haldi, at skipini hava
fingið uppí. Tey hava eini
300 kør tilsamans, sum taka
millum 280 og 300 kilo
hvørt karið. Skipini fóru út
seinasta leygardag, so hetta
er ein góður túrur hjá teim
um.
Hann sigur, at landingar
fólkið skuldi møta til ar
beiðis á bryggjuni klokkan
06 í morgun.
Týsdagin landaðu partrol
ararnir Borgarin og Navarin
í Klaksvík. Teir høvdu 265
kør tilsamans.
Útróðurin bragdar
Mikudagin landaði snellu
báturin Karlamagnus. Hetta
er gamli Søkin. Teir royna
við snellu, og hendan túrin
høvdu teir eini 12.000 pund
av upsa. Karlamagnus hev
ur verið nakrar túrar, og eg
haldi, at tað hevur gingið
hampiligt, sigur Pól Fuglø.
Hann vísir á, at higartil í
heyst hevur lítil útróður ver
ið við línu, men líkt er til, at
tað er farið at bragda nakað
aftur hjá útróðrarbátunum.
Í gjár tóku vit ímóti fiski
hjá
fýra
útróðrarbátum.
Brandur
og
Reynsmúli
høvdu umleið 4.000 pund í
part, Bragd hevði 5.500 og
minnist eg rætt, hevði Líð
hamar 8.500 pund. Pól sig
ur, at teir størru bátarnir, sum
Bragd og Líðhamar, vanliga
seta einar 5060 línur hvør.
Seld línuskip
Landingarformaðurin vísir
á, at tvey av línuskipunum,
sum leingi hava verið heima
hoyrandi í Klaksvík, Núpur
og Pison, eru seld. Núpur
fór til Vestmannar og Pison
í Vágarnar.
Hann heldur kortini ikki,
at tað er hetta, sum ger, at
landingarfólk og fiskafólk
annars merkja, at minni
fiskur kemur upp á land.
Vit hava seinastu árini
eisini fingið onnur skip til
bygdar, so samanumtikið er
tað minkandi veiða, sum er
orsøkin til, at minni virk
semi er við bryggjukantin
og soleiðis eisini á fiska
virkjunum.
Pól Fuglø sigur, at í sein
astuni hevur longri verið
ímillum tey longu landing
artørnini.
Tað verður altíð upp og
niður, og hóast samlaðu
landingartølini hava verið
minkandi, nú tað eisini hev
ur víst seg at vera minni at
fáa av upsa, er júst í løtuni
aftur glottar at hóma.
Landingarformaðurin vís
ir á, at Fjalshamar og Nón
hamar júst hava gjørt ein
góðan túr, og líkt er sum
nevnt eisini til, at útróðurin
er við at gerast betri.
Í síðstu viku hevði Land
ingarmiðstøð
Føroya
í
Klaksvík einar 13 størri og
smærri landingar.
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta
fríggjakvøldið
hendi tað aftur. Ein bilur,
sum var á veg niðan úr
Norðoyartunlinum og niðan
á vegin, sum gongur millum
Leirvík og Vík, koyrdi beint
tvørtur um vegin og fór runt
hinumegin
vegin.
Fleiri
fólk vóru í hesum bili, men
lukkutíð hendi eingin mans
skaði.
Ikki hesaferð heldur…
Løgreglan í Eysturoy sig
ur, at hetta er sjeynda
ferðsluóhappið, sum tey
vita um er hent á sama hátt
og á hesum sama vega
strekki.
Tíbetur er ikki stórvegis
mansskaði hendur, men
spurningurin er, nær vit fáa
fyrstu vanlukkuna á hesum
staði – um einki verður
gjørt fyri at bøta um ferðslu
tryggleikan á vegastrekkin
um.
Vandin er, tá tú kemur
niðan úr Norðoyatunlinum
Leirvíkarmegin og skalt
koyra út á vegin, sum gong
ur úr Leirvík og út á Vík.
Onkusvegna hendir tað,
at fleiri – og kanska serliga
tey minni kendu á hesi leið
– hava lyndi til at koyra
beint fram, tá tey koma nið
an móti.
Í slíkum føri er stórur
vandi á ferð, tí nógv og
tung ferðsla koyrir dagliga
millum Leirvík og Vík.
Spurningurin, ið løgregla
og onnur seta sær, er tí, nær
vit fáa fyrstu vanlukkuna,
har bilur, sum kemur eftir
tunnilsvegnum, koyrir beint
út á vegin, samstundis sum
ein lastbilur ella annar bilur
koyrir framvið á hinum
vegnum.
Myndin, sum vit tóku í
morgun, lýsir væl, hvussu
hetta vegastrekkið sær út.
Løgreglan sigur seg ikki
nágreiniliga duga at siga,
hvat tað er, sum ger, at tað
er so trupult at koma niðan
av tunnilsvegnum og niðan
á vegin, sum gongur millum
Leirvík og Vík.
Eitt er, at hetta er eitt
myrkt og helst ov illa upp
merkt vegastrekkið. Í aðrar
mátar virkar tað fyri fleiri
bilførarar, sum um vegurin
bara gongur beint fram, tá
tú kemur niðan ímóti, sigur
løgreglan, sum mælir fólki
til at vera serliga ansin á
hesum vegastrekki í Leir
vík.
Deydligur
morgun
á Kósini
Vandamikla vegastrekkið í Leirvík
Á hesum vegastrekki eru í minsta lagi sjey ferðsluóhapp hend, síðan Norðoyatunnilin læt upp
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kósabrúgvin hósmorgunin,
einki skip og eingin
útróðrarbátur. – Tað sær ikki
best út í løtuni, men onkrir
glottar eru kortini, sigur
landingarformaðurin, Pól
Fuglø
Mynd: Vilmund Jacobsen
Grønlendingar selt gullið
Grønlendska námsfelagið Nunaminerals hevur selt sín part av tí
einasta gullnáminum í Grønlandi, og sølan ber í sær, at nú eiga
útlendingar alt námið, skrivar KNR. Nunaminerals átti 17,5
prosent av náminum, og tann partin hevur bretska felagið Crew
Gold Corp. keypt. Sølan merkir tó ikki, at Nunaminerals ætlar
at sleppa gullinum. Tvørturímóti ætlar felagið at brúka
sølupeningin til at leita eftir gulli saman við øðrum í
Eysturgrønlandi.
Í dag er J-Dagur
JDagur 2. november er stóri dagurin, tá jólabryggið
hjá Føroya Bjór er at fáa. Jólabryggið er myrkt bjór,
bryggjað av spennandi maltsløgum og kryddað við
úrvaldari humlu. Jólabryggið hevur eina spennandi
flavoursamanseting, ið hóskar sera væl afturvið øllum
føroyskum jólamati: røstum kjøti, steik, dunnu ella
gás. Ja eisini til ræstan speril. Ølfelagið Selskab for
Vestjydsk ølkultur hevur í nógv ár valt jólabryggið
hjá Føroya Bjór, sum tað besta í Kongaríkunum. Á
Føroya Bjór eru tey ógvuliga væl nøgd við
Jólabryggið 2007.