Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 7 Navn: Súni Schwartz Jacobsen Føðingardagur: 24. oktober 1963 í Klaksvík Bústaður: Norðurstíggjur 12 á Argjum Hjúnastøða: Giftur Anitu (fødd Solmunde) úr Søldarfirði Børn: John Schwartz 21 ár, Jan Schwartz 16 ár, og Joan 7 ár Útbúgvingar: HF, HH (1 ár), HA, Cand.merc.aud, ríkisgóðkendur grannskoðari Starv: Stjóri í P/F Føroya Banka Fakta sum í dag býr á Strondum. Talan er um Andrass Gregersen. Pápi Andrass; Poul Gregersen bað Súna vælsignaðan fara á HF saman við Andrassi: “So Andrass kann fáa eina útbúgving!” sum Poul segði so rámliga. Men tá vendi lesi- og lestrarhugurin hjá Súna, serliga í teimum matematisku fakunum. Hann byrjaði at lesa, og súgva til sín. Nú var áhugin fyri lesnaðinum vaktur. Tað, sum var ein byrða í barnaárunum, gjørdist ein frægd. HF var væl yvirstaðið í 1983. Eitt ár seinni hevði Súni avgreitt HH uppá 1 ár. Næsta árið arbeiddi hann á kontórinum hjá Nyki á Toftum. 23. august í 1985 giftist hann Anitu Solmunde úr Søldarfirði, og so gekk leiðin til niður til Danmarkar at lesa! Jútland runt “Fáur man verða betri jútlendingur enn eg. Tí eg havi verið búsettur bæði í Suður- Jútlandi, Eystur-Jútlandi, og í Himmerlandi sunnanfyri Ålborg.” Árini 1985-1988 tók Súni HA í Sønderborg, á oynni Als, í Suður-Jútlandi. Árini 1988-1990 tók Súni Cand. merc.aud. í Århus. Árini 1990- 1996 arbeiddi og las Súni í Ålborg. Hesi árini vóru hann og familjan búsett í Støvring, sum liggur sunnanfyri Ålborg. Súni starvaðist hesi árini hjá KPMG í Ålborg, og í 1995 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari, ella statsautoriseraður revisor, um ein vil! Árini í Jútlandi vóru góð, og tey stórtrivust. Tey hava enn nógv vinarbond við gamlar grannar, og starvsfelagar. Og verður vitja hjá hvørjum øðrum, bæði í Danmark Fyrimyndir hjá Súna Tað eru allarhelst fleiri fyrimyndir ein hevur gjøgnum lívið. Tað er í ein ávísan mun tengt at lívsumstøðunum og aldrinum. Eg vil tí bert taka eina fyrimynd fram her. Tað er pápi mín. Her hugsi eg um hansara “drive”, hansara dirvi at royna nakað nýtt. Hansara evni at verða barn saman við børnum. At verða stuttligur í veitslusamanhangi, og at verða álvarsamur tá tað er neyðugt. Og ikki minst hansara fulla álit á Harran Jesus Kristus, og andaligu vegleiðingina til okkum. Fartelefonin hjá Súna: HTC S620 ➘ - Eg legði ikki so nógv í at lesa sum barn – og eg skulkaði longu fyrsta dagin í skúlanum, sigur Suni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka. Mynd: Álvur Haraldsen