fríggjadagur 2. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
Sigldi fullur á land
Eingin fólkaskaði hendi, tá 27 fót útróðrarbáturin
Randi um fimmtíðina seinnapartin í gjár rendi á land
sunnanfyri Hósvík. Løgreglan í Havn og fólk frá
Kollafjarðar Bjargingarfelag komu á staðið, umframt
Brimil, sum var staddur nærhendis. Ein maður var
umborð, og hann varð handtikin, skuldsettur fyri at
hava siglt ávirkaður av rúsdrekka. Revsingin fyri slík
brot á sjólógina er vanliga bót. Báturin stóð í fjøruni,
og verður væntandi tikin av aftur í dag.
Fólkaflokkurin leggur
í valskrá síni til Fólka
tingið upp til, at eitt
møguligt umboð
fer at virka óheft av
donskum flokkum.
Men teir ætla at
varðveita tekniska
samstarvið við Kon
servativa flokkin
FÓLKATINGSVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár var tað Sambands
flokkurin og í morgun áttii
Fólkaflokkurin
tørn
at
leggja fram sína valskrá til
Fólkatingsvalið næstkom
andi týsdag.
Trendurin hesaferð er at
nýta myndatalu, og meðan
Sambandið umrøddi ríkis
felagsskapin sum ein urta
garð, tosaði Jørgen Niclasen
í fótbóltstermonologi.
Vit eru sum eitt lið, og
tá tað er Fólkaflokkurin er
tað púra náttúrligt at tosa
um eitt Alið, segði Jørgen
Niclasen á tíðindafundinum
í morgun.
Og hann helt fram í somu
genru:
Eins og á einum fótbólts
liði ræður um at virka væl
sum eitt lið, og sjálvt um
øll lið hava sín liðformann,
er tað ikki altíð hann, sum
skorar málini, segði Jørgen
Niclasen, kanska í eini
roynd at dempa niður vænt
anirnar til hann sjálvan sum
stóra atkvøðuslúkaran eftir
Kallsberg.
Dysturin verður trupul
og vit vita, at tað bert ber til
at skora tvey mál. Okkara
vón er, at vit klára at skora
eitt, segði formaður Fólka
floksins.
Hann byrjaði annars við
at presentera valevnini, sum
eru 19 í tali. Einans fimm
av hesum eru kvinnur, men
tað merkir ikki neyðturviliga
nakað negativt.
So seint sum til løgtings
valið seinast royndi ein flokk
ur at yvirumboða kvinnur á
listanum við tí úrsliti, at
atkvøðurnar vóru býttar nøk
urlunda javnt millum kvinn
urnar, meðan menninir fingu
løgtingssessirnar, vísti Jørgen
Niclasen á.
Hann vildi við hesum
siga, at við fimm út av 19
verða
kvinnuatkvøðurnar
ikki so spjaddar, og tað gev
ur harvið kvinnuligu kandi
datunum ein betri møgu
leika.
Broyta felagsskapin
Flokkurin leggur annars
stóran dent á, at teirra leik
lutur í einum framhaldandi
fólkatingsarbeiði verður at
samstarva um loysnir fyri
føroyska samfelagið.
Nøkur av høvuðsmálum
floksins í eini komandi fólka
tingssetu er áhaldandi at
fremja samstarv, at vera
longdi armur Føroya, styrkja
samstarvið um útbúgving og
heilsurøkt.
Innan
seinast
nevnda øki, skulu vit ikki
bert kunna samstarva um
heilsurøkt til sjúklingar, men
eisini fáa í lag eitt samstarv
millum starvsbólkar innan
heilsurøktina soleiðis, at vit
kunnu senda okkara starvs
fólk til Danmarkar og víðari
út í heim at nema sær kunn
leika, eins og vit skulu taka
ímóti starvsfólki uttanífra,
sigur Jørgen Niclasen.
Yvirtøkulógin inniheld
ur í dag 22 mál. Tað er okk
ara politiski vilji at tøma
hesa
yvirtøkulógina
og
skipa ein nýggjan felags
skap, har Danmark og Før
oyar standa á jøvnum føti
sum tveir suverenir partar,
til vit fáa fult sjálvstýri, sig
ur Jørgen Niclasen víðari.
Eisini skal eitt fólkafloks
umboð slóða fyri EFTA
limaskapi, tryggja føroyska
útlendingalóg og í heila
tikið virka fyri praktiskum
loysnum.
Eisini skal arbeiðast fyri
at fáa eina avtalu við ES
um tey so nógv umrøddu
fýra frælsini.
Men flokkurin ætlar sær
ikki at fara upp í Norðurat
lantsbólkin, tí tað tænir í
teirra eygum ongum enda
málið.
Norðuratlantsbólkurin
hevur millum annað til enda
máls at slóða fyri føroyskum
og grønlendskum sjálvstýri,
men vit eru ljósár framman
fyri Grønland í so máta.
Skuldu vit farið upp í hendan
bólkin, hevði tað drigið
okkum niður í eina ferð sum
ger, at vit ongantíð fáa
føroyskt sjálvstýri, varð ført
fram av Fólkaflokkinum.
Óheft, men...
Fólkaflokkurin hevur verið
kendur fyri at havt tætt
samstarv við Konservativa
flokkin, og tey flestu munnu
minnast, tá Óli Breckmann
var tungan á vágskálini í
sambandi við val av fólka
tingsformanni.
Hansara
atkvøða gjørdi, at tað stóð á
jøvnum millum sosialdemo
kratisku Birthe Weiss og
borgarliga Ivar Hansen við
tí úrsliti, at lutakastið fall á
Ivar Hansen. Harvið mátti
sosialdemokratiska stjórnin
liva við einum borgarligum
fólkatingsformanni
eitt
heilt valskeið.
Hesaferð meldar Fólka
flokkurin greitt út, at hann
fer ikki at blanda seg í
danskan politikk, og fer
ikki upp í nakran danskan
flokk. Og tó.
Vit fara at varðveita tekn
iska samstarvið við Konser
vativa flokkin. Hetta er eitt
samstarv sum tryggjar, at
konservativu nevndarlimirnir
víkja sessin fyri fólkafloks
umboðnum, tá mál við før
oyskum áhuga verða viðgjørd
í viðkomandi nevnd. Og tað
kemur Føroyum væl við,
sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur um, hvat hendir,
um fólkafloksumboðið aft
ur gerst tungan á vágskálini,
sigur floksformaðurin:
Tá er støðan jú hon, at
vit verða avgerðandi uttan
mun til, um vit atkvøða ella
ikki. Tí atkvøða vit ikki,
ávirka vit kortini úrslitið.
Og í slíkari støðu eru vit
fyrst og fremst ein borgar
ligur flokkur.
Men flokkurin leggur
dent á, at fáa teir aftur hesa
ferð umboð á Fólkating, fer
hetta umboð at fungera sum
ein sjálvstøðugur og suver
enur limur. Og millum ann
að tað fer flokkurin til var
uppá.
Vilja verða óheft umboð
Fleiri av valevnum floksins vóru til staðar á tíðindafundinum hjá Fólkaflokkinum í morgun. Frá vinstru: Óli Breckmann, Malena Thomsen, Regin Dalsgaard,
floksskrivari, Jørgen Niclasen, floksformaður, Heðin Zachariasen, Hanna Jensen og Poul Michelsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Á fyrsta sinni var tað Jørgen Niclasen, ið sum floksformaður
legði fram valskrá Fólkafloksins
Mynd: Jens Kristian Vang
Valevnini:
Johan Sølvi Andreasen,
Vágur
Óli Breckmann, Argir
Hanna Dalsenni, Klaksvík
Bjarni Djurholm, Hoyvík
Tummas í Garði, Tórshavn
Niels Pauli Hammer,
Hvalba
Anna Krog Hentze, Sandur
Hanna Jensen, Norðragøta
Kjartan Joensen, Leirvík
Jógvan á Lakjuni,
Fuglafjørður
Poul Michelsen, Tórshavn
Jákup Mikkelsen, Klaksvík
Bjarti Mohr, Tórshavn
Jørgen Niclasen, Sørvágur
Rodmundur Nielsen,
Glyvrar
Annika Olsen, Tórshavn
Malena Thomsen, Innan
Glyvur
Jacob Vestergaard, Akrar
Heðin Zachariasen,
Streymnes