fríggjadagur 2. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti
6
Lívið hjá Súna Schwartz kann
býtast upp í 4 tíðarskeið, sum øll
eru uppá 11 ár. Súni er føddur
24. oktober í 1963, í Klaksvík.
Tey fyrstu 11 árini búði hann í
Klaksvík. Mamma Súna; Noomi
er ættað úr Klaksvík. Í 1974
byrjaði pápi Súna; Schwartz,
sum er ættaður úr Norðragøtu
uppá at framleiða vindeygu og
hurðar úr plasti og aluminium í
virkinum Alu-Plast í Norðragøtu.
Tá flutti familjan yvir um fjørð.
Tíðarskeiðið 1974-1985 búði
Súni so í Norðragøtu. Súni er
yngstur av trimum brøðrum. Hinir
báðir eru Richard og Amaliel.
Lestrarárini 1985-1996 búði Súni
í Danmark. Og hesi síðstu 11
árini hevur Súni búð í Føroyum,
síðstu 9 árini á Argjum. Meðan
grannalondini hava síni “Seven-
Eleven”, hevur Súni sítt egna
“Four-Eleven”
Las ikki nógv sum
barn
Barnaárini, og tey fyrstu
ungdómsárini legði Súni ikki
nógv í at lesa. Fakta er, at hann
skulkaði longu tann fyrsta
skúladagin. Tað námsfrøðiliga
lá ikki so frammaliga í huganum
hjá lærarunum afturi í 1970.
Súni bleiv, sum so mangur annar
næmingur, ið var lámur, tvungin
at skriva við høgru hond. Tað var
lærarapolitikkur meginpartin av
20. øld. “Men so dugi eg líka
væl at skriva við báðum hondum,
og so kann ein skifta ímillum,
og ikki fáa gøð!” sigur Súni við
einum skeivum smíli. Bøkurnar
blivu ikki nógv gloppaðar hesi
árini. Hvørki í barnaskúlanum í
Klaksvík, ella við Gøtugjógv. Og
ikki var Súni tann, sum hevði
gjørt mest við tað, tá hann tók
realprógv í Fuglafjarða Skúla, í
1980. Súni tók sær eitt arbeiðsár
eftir realskúlaárini í Fuglafirði. Tá
hendi nakað, sum fekk lesi- og
lestrarhugin hjá Súna í eina jaliga
og fasta legu.
HF var byrjanin
Hetta árið var Súni m.a. til
skips við Sjúrði Tollakssyni, og
arbeiddi hann eisini á Alu-Plast
hjá pápanum. Í tíðarskeiðum
koyrdi hann eisini gravkúgv og
lastbil. “Súni hevur bensin í
blóðinum” plagdi Heri Thomsen
í Gøtu at siga um Súna tá. Vakri
Audi6 bilurin í túninum mótsigur
ikki orðunum hjá Hera Thomsen.
Frá barna- og ungdómsárunum
hevur Súni havt ein góðan vin,
Lívið hjá
Súna er eitt
roknistykki
upp á 4 x 11
11 er tað afturvendandi talið hjá Súna
Scwartz Jacobsen, sum 1. februar 2006
tók tað stóra stigið úr einum
grannskoðarafelag, sum hann átti
stóran part í, og yvir í stjórasessin í
Føroya Banka
Samrøða
Heri Simonsen
blaðmaður
heris@sosialurin.fo
Bilurin
hjá Súna:
Audi A6
Súni um lestrarstarvið
Eg arbeiddi ikki nakað serligt í lestrartíðini. Eg arbeiddi
tá eg var heima í feriunum. Tá arbeiddi eg t.d. á
skrivstovuni hjá Nyki á Toftum, og koyrdi eg trailara
og lastbil. Í sjálvari lestrartíðini setti eg fult fokus á
sjálvan lesturin.