Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 213 - 2. november 2007 Tórshavnar kommuna Hvar finna vit teg? Tórshavnar kommuna søkir eftir búskaparfrøðingi til spennandi starv á Fíggjardeildini. Uppgávur Sum búskaparfrøðingur ráðgevur tú stovns- og deildarleiðarum í búskapar- og fíggjarspurningum. Tú er við til uppseting av fíggjarætlanum, roknskapum og ávegis uppgerðum. Eisini er tú við til at loysa minni og størri projektuppgávur. Harumframt ert tú við til at menna og røkja búskaparskipanina, sum byggir á Microsoft Dynamics ( Navision). Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum uppgávum, ið geva tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligar menning. Setanin Vit rokna við at tú hevur viðkomandi búskaparliga útbúgving sum t.d. HA, HD ella Cand. Merc. Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum sambært sáttmálanum við avvarðandi yrkisfelag. Upplýsingar um starvið Fleiri upplýsingar fært tú við at ringja til Hera Olsen, fíggjarleiðara, ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, á telefon 30 20 10. Umsóknarfreist Umsókn við viðmælum og prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 100 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. november 2007. lýsingar Langur leygardagur 3/11 Vit fylla 15 ár í hesum sambandi lata vit 15% av øllum vørum hendan dagin Opið er frá kl. 9-16 Vit bjóða ein kaffimun Brúðarkoyring Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t. d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein brúnan Jaguar frá 1978 Ring til Bilrøkt á 588880 www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo Brúðarkoyring