fríggjadagur 2. november 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 213 • 2. november 2007
ein dyst í senn!
… um Guligans
Guligans hava verið slóðbrótandi fyri
áskoðaramentanina í Føroyum. Teir
hava veitt liðnum ein ótrúligan stuðul
og uppbakkning. Bæði í viðgongd,
og eisini í mótgongd. Vit virðismeta
teirra stuðul.
… um lokaluppgerðir ímóti B68
Eg gleði meg ótrúliga nógv til tær tríggjar lokaluppgerðirnar ímóti B68 næsta
ár. Tað er, sum um nakað manglar tá B68 ikki er í bestu deildini. Sjálvur fekk
eg debut ímóti B68 í bestu deildini, afturi í 1994.”
ongantíð hoyrt um eitt land, sum
eitur “HamKam”!”.
Stríðist fyri
plássinum
Óli er sera fegin um at verða
sloppin á landsliðið aftur. “Eg
fari at gera mítt ítarsta fyri at
sleppa at byrja inni ímóti Italia
á útivølli” sigur Óli avgjørdur.
Hann hevur fingið boð frá
Jógvani Martin Olsen at koma til
venjingarnar, sum verða áðrenn
landsliðið verður endaliga úttikið
til síðsta dystin í Modena, hin
21. november. Òli viðgongur, at
tað hevur verið ein kensluligur
rutsju-túrur. Fyrst sigurin á
VB/Sumba, sum staðfesti
Føroyameistaraheitið hjá NSÍ.
Síðani at standa í verjuni á
landsliðnum í Kiev, og koma í eitt
ódnarveður, og eitt ótrúligt trýst,
sum fá føroysk fótbóltslið hava
verið út fyri. Og so at fara norður
til Klaksvíkar eftir FM-steypinum.
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá
landsliðnum. Men Óli sær bjart
uppá framtíðina hjá landsliðnum.
Yngru landsliðini hava fingið
nøkur framúrskarandi úrslit,
sum ger at ljósið fyri framman
er bjartari. Òli heldur eisini, at
landsliðið hevur fingið ov nógvar
órættvísar skolur, og ov nógv
óneyðug høgg síðstu árini.
Baklandið stuðlar
Konan hjá Óla; Tóta spældi sjálv
fótbólt fram til aldursbólkin
Gentur 14-17 ár. “So hon skilir
spælið” skemtar Óli. Tóta og
tann lítli fitti Heri eru heimliga
baklandið hjá Óla. Tóta er spent
til hvønn dyst hjá NSÍ og Óla.
Hon er uppá pláss við Løkin til
næstan hvønn heimadyst. Og
burtursæð frá útidystunum í
Suðuroy, og á Sandi, so hevur
hon verið til flestu útidystirnar
hjá NSÍ í ár. Og viðgongur Óli, at
tað ikki hevði gingið, um Tóta ikki
stuðlaði honum so væl. Dagliga
starvast Óli, sum er útbúgvin
Akademiøkonomur frá Kolding
Købmandsskole, sum leiðari fyri
“Kryvjing og sølu” hjá P/F Luna,
sum Gregersen-mennirnir úr Gøtu
eiga. Óli hevur starvast á Luna
síðani januar í 2000. Síðan januar
í ár hevur hann starvast í Sørvági.
Arbeiðið, ferðing í samband við
arbeiðið, og fótbólturin krevja
sítt. Og tí hevur Òli ikki tíð at
fáast við onnur frítíðarítriv. Óli
tekur ein dag, og ein dyst í senn.
Habilitetur og stabilitetur ganga
hond í hond.
Navn: Óli Hansen
Føðingardagur: 26. november 1977
Bústaður: Á Heygnum 19
í Saltangará
Kona: Tóta N. Klakkstein
Barn: Heri, 2 ár
Útbúgving: Matematiskur studentur og Akademiøkonomur
Feløg: NSÍ, GÍ og Kolding IF
Fakta
- Konan Tóta skil spæli›, tí hon spældi fótbólt fram til
Gentur 14-17 ár, skemtar Óli. Tóta og lítli fitti Heri eru
heimliga baklandi› hjá Óla Hansen. Mynd: Álvur Haraldsen