fríggjadagur 2. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
Konsert í Vági við Ljómi
Allahalgannasunnudagin 4. nov. klokkan 18 fer Kirkjukórið
Ljómur, undir leiðslu av Lars Mensonides, at hava árligu
allahalganna konsertina saman við ymiskum solistum úr
Suðuroyar Musikkskúla og næmingum hjá Súsonnu
Brattaberg. Skráin er fjølbroytt við føroyskum, svenskum,
enskum, týskum og latínskum sálmum og sangum. Hóast
landsynning og lágætt, so fer kirkjufólkið aftur í ár, sum
gamal siður er, innar í kór at offra til vælgerandi endamál,
meðan »Nú hvítna tindar fjøllum á« verður sungin, skrivar
Ljómur í tíðindaskrivi.
Eingin tosar um
kynsligan ágang,
tað verður bara
fortrongt – bæði
av samfelagnum
sum heild og av tí
einstaka barninum,
sum verður misnýtt.
Men Bára Joensen
úr Gøtu og Rósalind
Olsen úr Saltangará
gera upp við føroysku
tøgnina og fortelja
um kynsligan ágang,
fortronging og um at
koma út í ljósið
Ágangur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tær kundu líka so væl verið
innilæstar á sinnissjúkra
húsi, gingið sum alkoholi
serað neyðardýr ella verið
deyðar fyri egnari hond.
Hetta siga 28 ára gamla
Bára Joensen og 33 ára
gamla Rósalind Olsen. Tað
er ringt at ímynda sær, tá
tær standa í ljósglæmuni í
einum stúgvandi fullum
Norðurlandahúsi. Livandi
og tryggar fortelja tær um
nakað, sum eingin fyrr í
Føroyum hevur lagt bæði
andlit og navn til alment.
Bára býr í Gøtu við manni
og trimum børnum, og
Rósalind, sum upprunaliga
er av Sandi, býr í Saltangará
við manni og tveimum børn
um. Og sum vit seta okkum
at práta, styrknar myndin
av tveimum sterkum og
lívsglaðum kvinnum. Men
styrkin og lívsgleðin er ikki
komin av sær sjálvum.
Sum lítlar gentur vóru
tær báðar misbrúktar av
monnum, sum tær høvdu
álit á, og hesin ágangur var
so ræðuligur, at tær for
trongdu hann. Ikki fyrr enn
tær vórðu vaksnar og høvdu
hús, mann og børn rann
veruleikin fram fyri tær.
Tær hildu, at tær høvdu
havt ein vanligan barndóm,
men uppdagaðu, at veru
leikin var ein annar.
Fyri Rósalind kom skelk
andi veruleikin um, hvussu
pápi
hennara
misbrúkti
hana, undan kavi, tá hon
var upp á vegin við seinna
barninum.
– Hevði eg ikki havt oyru,
sum toldu og tordu at lurta,
og tungur, sum tordu at
spyrja, so hevði eg ikki klár
að at liva við minnunum,
sigur hon.
Bára er samd við henni.
Hjá henni komu minnini
sum eitt skot, tá maðurin
eitt kvøldi kelaði hana um
ryggin. Hon kláraði næstan
ikki at fortelja manninum
hvat tað var, og í fimm ár
visti eingin annar nakað.
Til endan brast bløðran tó,
og hon var noydd at søkja
sær hjálp og ráðgeving.
Í dag hava tær lært seg at
liva við ræðuligu fortíðini,
men leiðin hevur ikki verið
løtt, og øll familjan hevur
havt brúk fyri hjálp.
– Og hetta er nakað, sum
vit skulu liva við restina av
lívinum, og tí fara vit uttan
iva at hava brúk fyri hjálp
nakrar ferðir afturat, sigur
Bára.
Spøkilsi frá fortíðini
Lívið var gott, hon hevði
barn, mann og eitt arbeiði,
sum henni dámdi. Alt var
púra normalt. Ella tað helt
Rósalind í øllum førum.
Fólk søgdu onkuntíð við
hana, at hon inn í millum
hevði ógvuslig øðisútbrot,
men hesar hendingar mint
ist Rósalind ikki. Hon hevði
havt ein vanligan barndóm,
og hóast hon visti, at pápin
ikki altíð dugdi at kenna
mørk, so helt hon, at hann
hevði verið ein góður pápi.
– Men tá eg gekk heima í
samband við, at eg var upp
á vegin, byrjaði alt at gerast
óhugnaligt og møtimikið.
Eg visti ikki, hvat tað var. Í
fyrstuni var tað bara ein
kensla, og eg misti alla
orku. Bara tað at taka støðu
til, hvat vit skuldu hava til
døgurða, var sum at hyggja
beint út av eini avgrund,
greiðir Rósalind frá.
– Eg føldi alla tíðina, at
onkur gekk aftan fyri meg,
og at hendur krámaðu uppi
á mær. Tá eg skuldi lata
skápshurðar upp, mátti eg
haldi hondina fyri bringuna
fyri at verja meg, og tá eg
fór í song, var tað sum um
at løtan frá tí, at eg lat meg
úr og var komin í náttklæðir,
vardi ein ævinleika.
Og so byrjaðu myndir at
koma fram fyri Rósalind. Í
fyrstuni vóru tað bara skugg
ar, men so við og við, sá
hon verulig fólk.
– Eg sá eina lítla gentu
liggja í einari song, og ein
maður lá uppi á henni og
føldi upp á hana, og hann
hevði eisini samlegu við
hana. Og so byrjaði eg at
kenna gentuna aftur og sá,
at tað var eg. Og maðurin
var pápi mín. Hetta var so
óhugnaligt og anstyggiligt,
at tað kann ikki lýsast við
orðum, sigur Rósalind.
– Tað var sum ein ræðu
filmur við mær sum høvuðs
persóni, men tað var bara
tað, at tað var ikki ein film
ur, tað var veruleiki.
Tøgnin og skommin
Bára var misbrúkt av abba
sínum, sum búði í aðrari
bygd, og eins og Rósalind
var hon lítil, tá tað byrjaði.
– Tey fyrstu minnini, eg
havi, eru frá áðrenn eg var
farin í skúla, og tí rokni eg
við, at tað byrjaði, tá eg var
seks ára gomul. Hann hevði
ikki samlegu við mær, men
hann føldi uppá meg, og eg
skuldi hyggja uppá hann,
meðan hann nøktaði seg,
greiðir Bára frá.
– Ágangurin fór fram,
bæði tá eg var einsamøll
saman við honum, og tá
onnur vóru hjástødd. Hann
dugdi so væl at kráma uppi
á mær, uttan at nakar upp
dagaði, og eg var bebbarødd
og tordi ikki at siga frá,
sigur Bára.
Tað bar ikki til at siga tað
fyri nøkrum, tað bar ikki til
at seta orð á tað. Einaferð
hoyrdi Bára eina sending
um kynsligan ágang í út
varpinum. Hon fór at gráta,
og mamman spurdi, hvat
feilti.
– Eg mundi sagt tað, men
í staðin segði eg, at eg helt
tað vera synd í teimum,
sum sendingin var um. Eg
kundi einki siga, tí um nú
tey ikki trúðu mær, so hevði
eg slett ongan.
Rósalind hevði tað á
sama hátt.
Hon sigur, at kynsligi
ágangurin var fulkomiliga
skildur sundur frá gerandis
degnum, tí ágangurin var
knýttur
at
so
nógvari
skomm, at hann ikki var til
at liva við.
– Tá hann kom inn til
Vit eru
kynsliga
misnýttar
Álit um endurvenjing
Mánadagin fer ein arbeiðsbólkur at handa landsstýrismanninum
í almanna og heilsumálum, Hans Paula Strøm, eitt álit um
endurvenjing fyri fólk við førleikatarni. Í álitinum, sum verður
almannakunngjørt á tíðindafundi mánadagin, verður millum
annað staðfest, at ein endurvenjingarætlan hevði bøtt munandi
um heilsuna og lívsdygdina hjá teimum umleið 5.000
føroyingunum, sum hava varandi sjúku, og teimum umleið
3.000 føroyingunum við hjarta og æðrasjúkum. Harumframt
høvdu millum onnur flestu krabbameinssjúklingar og teir 7.500
føroyingarnir, ið líða undir langtíðarfylgjum av giktasjúkum,
havt gagn av endurvenjing, staðfestir bólkurin.