Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 10 Sethús í gerð – Gerðisgøta 10, Skála Húsini verða í 2 hæddum, niðara hæddin 120 fermetrar og ovara hæddin 75 fermetrar – í alt 195 fermetrar. Grundøkið er 581 fermetrar. Húsini verða innilokað, og keyparin kann síðan sjálv/ur gerða av, hvussu tey vilja hava tey innrættað. Ásetti kostnaðurin umfatar stoyptan sokkul við áløgdum undirsløgum, innilokaði hús við Viking Window úthurðum, trævindeygum og bjálvaðum útveggjum, álagt tætt tróður og aluminiumtak við Icopal plasttakrennum. Farið verður undir at byggja, tá keypari er til húsini. Húsini koma at standa mitt í bygdini við góðum útsýni út yvir fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.075.000,00. Sethús – Uppsalagøta 70, Klaksvík Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 345 fer- metrar og harafturat er ein hjallur. Grundøkið er 1497 fermetrar. Byggiár: 1960/1990. Ymiskar umvæl- ingar og dagføringar vóru gjørdar frá 1987-90. M.a var loftshæddin og øll miðhæddin gjørd av nýggjum. Húsini eru stoypt upp til takhædd, klødd við timbur og hava Icopaltak. Í miðhæddini er durur, wc, gongd, køkur og stova. Harafturat er eitt tøkt rúm á 61 fermetrar, sum kann innrættast til búøkið. Í ovastu hædd er stova, baðirúm, 2 kømur og hjúnarúm. Í niðastu hædd er kjallararúm, vaskirúm, fýrrúm og sláturrúm. Húsini hava sera gott útsýni yvir Borð- oyavík og Klaksvíkina. Sethús – Bakkavegur 41, Sørvágur Húsini eru í 2 hæddum - ovara á 87m² og niðara á 37m² - í alt 124 fermetrar. Grundøkið er 552 fermetrar. Byggiárið er upprunaliga 1944, men húsini eru høvuðsumvæld í 2004, so alt er nýtt og væl bjálvað bæði uttan og innan í ovaru hædd. Í erva er útigólv, inngongd, durur / gongd, kamar, baðirúm, hjúnarrúm, nýggjur køkur, alrúm / borðstova / stova. arbeiðsrúm / kamar og niðurgongd til kjallara. Í neðra er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í náttúruvøkrum og verðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og hampiliga góðum útsýni. Prísuppskot: kr. 900.000,00. Nýggj tvíhús – Norðskálav. 17, Norðskála Í november 2007 verður farið undir at byggja eitt tvíhús á Norðskálavegi 17, Norðskála, sum skulu standa liðug uml. apríl - maj 2008. Húsini verða í 3 hæddum - samlað búvídd 204 fermtrar. Húsini koma at hava Føroyaprofilklædning, svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikvindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisað vinyl. Í niðaru hædd verður durur, baðirúm, stova, køkur og vásakøkur. Í ovaru hædd verður gongd, baðirúm og 3 kømur. Niðasta hædd verður óinnrættað. Møguleiki er nú at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Sethús – á Teigi 8, Tórshavn Dámligu húsini eru í 2 hæddum - í alt 146 fermetrar. Grundøkið er 484 fermetrar. Byggiár: 1988. Húsini eru úr góðum tilfari, eru dagførd, væl hildin og í góðum standi. Í neðra er inngongd, durur, gongd / trappugongd, baðirúm, 2 kømur, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við útgongd til útigólv / sólkrók, hjallur, matarkøkur, borðstova / stova við opnum tróðri. Í erva er alrúm / arbeiðsrúm / stova, hjúnarrúm og goymslurúm, ið er klárt at gera til klædnarúm og baðirúm. Garagan er stoypt og klár at gera liðug, og garður / urtagarður við sólkróki er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi. Spælipláss og fótbóltsvøllur við graslíki er nærhendis. Húsini standa nær býnum og stutt er til skúlar, dagstovnar og handlar. Randarhús – millum Gilja 83, Hoyvík Endarandarhúsini eru í 2 hæddum á 65 fermetrar - í alt 130 fermetrar. Grundøkið er 282 fermetrar. Byggiár: 1990. Húsini er væl bygd, væl hildin og í góðum standi. M.a. er nýtt tak og endaveggurin er klæddur av nýggjum. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, gongd / trappu- gongd, matarkøkur, vaskirúm / bryggers og stór borðs- stova / stova við útgongd. Í erva er trappugongd / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur. Húsini standa væl fyri í hugnaligum, friðarligum, tryggum og barnavinaligum umhvørvi og stutt er til spælipláss, dagstovn og busssamband. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00. Sethús – Gripsvegur 23, Tórshavn Áhugaverdu sethúsini, ið standa sera væl fyri mitt í Havnini, eru í 2 hæddum á uml. 112 fermetrar - í alt 224 fermetrar. Byggiár: 1964. Húsini er væl hildin og í góðum standi. Í erva er hjallur, inngongd, durur, gongd, trappugongd til ovasta loft, køkur, grovkøkur / kovi, trappugongd til niðaru hædd, borðsstova, stova við útgongd til altan, baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur við innbygdum skápum. Í neðra er inngongd, gongd, fýrrúm / goymslurúm, vaskirúm og sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, gongd, matarkøkur, stova, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Runt húsini er garður / urtagarður og alt er snøgt og í góðum standi. Húsini standa væl fyri í veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum útsýni. Hartil standa tey við høvuðsgøtu í virknum handils- og vinnuøki og eru eins væl egnað til vinnuligt virksemi og til bústað. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Kráargøta 78, Klaksvík Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml 150 fermetrar. Grundøkið er 299 fermetrar. Byggiár: 1950’ini. Húsini eru stoypt og klødd við alminiumsplátum, hava Decratak og trævindeygu. Húsini eru umvæld seinastu árini. Nærum øll undirhæddin er gjørd av nýggjum, m.a. nýggjur køkur (Wellman frá Eikini), gólv, brotflisar í gongini, el, hitarør, ketilin / brennari og baðirúmi á loftinum er skift. Í niðaru hædd er gongd, køkur, stór stova, kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm og hjallur. Í ovaru hædd er gongd við útgongd til altan, hjúnarrúm baði- rúm og 3 kømur. Garður er runt húsini við grasvølli og trøðum. Góð parkeringsviðurskiftir eru sunnanfyri húsini. Sethús – Túvuvegur 4, Norðdepil Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd 192 fermetrar. Grundøkið er 700 fermetrar. Byggiár 1982. Húsini eru eini Hosbyhús. Húsini krevja ymiskar áhøtur m.a. skulu vindeyguni øll eftirhyggjast eins og gólvið í stovuni. Í ovaru hæddini er durur, gongd, køkur, bryggers, stova, baðirúm, 2 kømur, hjúnarrúm og vaskirúm / fýrrým. Niðasta hæddin er óinnrætta. Prísuppskot: kr. 750.000,00. Eigaraíbúð – Vesturgøta 11, 2.tv., Tórshavn Í íbúðini, sum er 67 fermetrar til støddar, er køkur og stova í einum, 2 kømur, baðirúm og gongd. Harafturat er vaski- og goymslurúm í kjallara á 16 fermetrar. Íbúðin er høvuðsumvæld í 2002 við nýggjum køki, hvítvørum, baðirúmi, gólvi, lofti, listum og karmum. Íbúðin er væl hildin og í góðum standi og hevur sera gott útsýni yvir býin og alla Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 1.500.000,00. Sethús – Hákunargøta 11, Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum - niðara á uml. 73 fermetrar og ovara á uml. 67 fermetrar - í alt uml. 140 fermetrar. Grundøkið er 516 fermetrar. Byggiár: 1991. Í neðra er inngongd, gongd / garderoba, gestawc, kamar, bryggers við egnari inngongd og køkur / borðsstova / stova. Í erva er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm við brús og kar, 2 kømur. Undir húsinum er krúpikjallari. Húsini standa í náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Fleiri splæipláss, dagstovnar og skúlar eru nærhendis, ferðslutryggar gøtur eru millum býlingarnar og stutt er til handils (FK). Hartil er felags antennuskipan, gott grannalag og sera gott útsýni út á Nólsoyarfjørð. Prísuppskot: kr. 2.300.000,00. Sethús / íbúðarhús – Jónas Broncksgøta 32, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum á 74 fermetrar og kjallari á uml. 30 fermetrar – í alt uml. 178 fermetrar. Grundøkið er 213 fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1932, men umbygd í 1952, høvuðsumvæld í 1990 og harafturat dagførd og viðlíkahildin so við og við, so tey nú eru í sera góðum standi. Í neðra er inngongd, durur / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova, arbeiðsrúm / kamar. Hartil er inngongd, durur / trappugongd, baðirúm til íbúðina í erva. Í erva er gongd, hjúnarrúm, 2 kømur, køkur / borðsstova / stova. Húsini standa væl fyri mitt í býnum við høvuðs- og handilsgøtu í veðurgóðum og hugnaligum umhvørvi við góðum sólargangi í urtagarðinum. Har er gott busssamband og stutt er til skúlar, barnagarðar, handlar og allan miðbýin. Prísuppskot: kr. 2.200.000,00. Sethús – Hórheiðar 38, Skála Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 256 fermetrar. Grundøkið er 578 fermetrar. Byggiár: 2004. Húsini eru timburhús við stoyptari grund og aluminiumstaki. Vindeygu og úrhurðar eru úr mahogni. Gólvið í køkinum er hvítoljuask og í stovu og kømurum er merbau. Gólvini í baðirúmunum og brúsunum er sveisað vinyl. Gosbað er baðirúminum í ovastu hædd. Í miðhæddini er gongd, baðirúm, kamar, grovkøkur / vaskirúm, køkur og stova. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, 3 kømur og hjúnarrúm. Í niðastu hædd er garasja og kjallararúm / fýrrúm. Húsini standa omanfyri vegin og hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.650.000,00. Sethús / summarhús – í Geilini 23, Sørvágur Húsini eru í einari hædd á 120 fermetrar. Grundøkið er 851 fermetrar. Byggiár uml. 1950. Har er inngongd, durur, gongd, garderoba, køkur, borðstova / stova, 3 kømur, vaskirúm / baðirúm, hjallur, fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í veðurgóðum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum útsýni. Prísuppskot: kr. 400.000,00. Íbúðir, raðhús og vinnuhøli – undir Kongavarða við besta útsýni í býnum Enn eru nakrar íbúðir og raðhús í støddunum 102 m2 og 131 m2 eftir til sølu. Prísir frá kr. 1.754.910,00 til kr. 2.659.955,00. Harafturat eru nøkur vinnuhøli í stovuhædd á 130 m2, har prísurin er kr. 2.035.150,00. Um tú vilt vita meira um íbúðirnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 520410. Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? – Vinaliga, set teg í samband við okkum.