Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 2. november 2007 11 tíðindi Ron Kenoly í Kelduni Mikukvøldið 19. desember klokkan 20.30 verður jólakonsert við heimskenda gospelsangaranum Ron Kenoly og gospelkórinum United Voices í Kelduni í Skálafirði. Konsertin er komin í lag, nú United Voices hevur 10 ár á baki. Kórið varð stovnað í 1997, tá Andraé Crouch vitjaði og hevði konsert í fullari høll á Hálsi. Felagið Gjamma sigur, at tey í langa tíð hava arbeitt við at fáa eitt altjóða navn henda vegin í sambandi við 10 ára dagin hjá United Voices. Nú hevur tað eydnast at fáa fatur á heimskenda sangaranum og sangskrivaranum Ron Kenoly. Hann kemur saman við 14 øðrum sangarum, dansarum og tónleikarum. mín, var hann fullur í vøkr­ um orðum um, hvussu lekk­ ur og vøkur eg var, og hetta gav mær eitt avskepla for­ hold til mín egna kropp, tí hví skuldi eg hava ein kropp, sum gjørdi, at eg endaði í slíkum vemmiligum og óhugnaligum, sigur Rósalind. Ikki fyrr enn hon sum vaksin vendi aftur til minn­ ini, dugdi hon at koma til tað niðurstøðu, at tað ikki var ein spurningur um hana og kropp hennara, men um hann og avskeplaða hug og manglandi mørk hansara. – Hann sum átti at tikið sær av mær, hann sum átti at verið góður við meg og verið pápi mín, hann mis­ brúkti meg. Og tað er ikki mín skyld, sigur Rósalind avgjørd. Skal tosast í hel Tá minnini komu, vóru bæði Bára og Rósalind við at drukna. Tær høvdu for­ fylgisisvanvid, tunglindi og vóru vísar í, at tær vóru um at gerast ørar í høvdinum. Og onkrar løtur ynsktu tær, at tær veruliga vóru sinnis­ sjúkar, tí alternativið – at minnini passaðu – var ov ræðuligt. – Hevði eg ikki havt mín góða mann, og hevði eg ikki farið til KRIS, so veit eg ikki, hvar eg hevði verið í dag. Tað hevur verið tungt og hart at fyrihalda seg til veruleikan, men eg eri ótrú­ liga glað fyri tað í dag, sigur Rósalind. Eitt av slagorðunum hjá felagskapinum KRIS, er at kynsligur ágangur skal tal­ ast í hel, ikki tigast í hel. Og hesum eru Bára og Rós­ alind samdar í. Bára sigur, at hon er vís í, at hon ikki hevði komið burtur úr tí, um hon ikki eisini kundi fortelja tað fyri manni, for­ eldrum og vinum. Bara tað at kunna tosa um tingini hevur verið ein hjálp, sigur hon. – Eg plagi at siga við fólk, at tað er betri, at tey spyrja, enn at tey bara hugsa. Og at fólk tora at spyrja meg, hjálpir eisini mær, sigur Bára. – Vit tosa ikki um hetta, tí at fólk skulu taka synd í okkum, sigur Rósalind av­ gjørd. – Tað er ikki synd í okk­ um, vit eru ikki longur off­ ur. Vit hava verið ígjøgnum nakað, og nú hava vit valt at set hol á tað og fara víðari. So einfalt er tað, sigur Rósa­ lind at enda. Kynsligi ágangurin fór fram, frá tí at tær vóru heilt lítlar til tær vóru tannáringar. Men av tí at misnýtslan var fortrongd í so langa tíð, vóru málini rættarliga fyrn­ að, tá uppgerðin kom. Tí hevur eingin rættarlig upp­ gerð verið, men bæði Rósa­ lind og Bára hava konfron­ terað – ella sum Bára sigur: slongt tað í andlitið á – mis­ nýtarunum. KRIS hevur seinastu dag­ arnar víst ein norskan film um kynsligan ágang, og hvørja ferð hava Bára og Rósalind verið við og fortalt teirra søgu. Filmurin er um trý systkin, sum verða mis­ brúkt av pápanum. Tvey av systkinum vóru við til til­ takið, og tey rósa Báru og Rósalind fyri at hava dirvi at standa fram í einum so lítlum samfelag og at seta hol á ein stóran og útbreidd­ an trupulleika, sum annars liggur í myrkari tøgn. Rósalind varð misbrúkt av pápa sínum og Bára av abba sínum. Hetta fór fram, frá tí at tær vóru lítlar smágentur til tær vóru tannáringar. Eingin visti av tí, og sjálvar fortrongdu tær tað so væl, at tær í fleiri ár eingi minnir høvdu um hendingarnar Mynd: Álvur Haraldsen Kunngerð um fólkatingsval 13. november 2007 Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða fólkatingsvalið fer fram. týsdagin 13. nov. 2007 í gamla skúla. Atkvøðutíðin verður frá kl. 09:00 - kl. 20:00 og so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður tey, ið av ymsum orsøkum heldur ynskja at velja við brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni ella heima, verða biðin um at boða kommunuskrivstovuni frá í seinasta lagi fríggjadain 9. nov. 2007 kl. 16 á tlf. 451083 ella 588058. Seinasti dagur fyri brævatkvøðugreiðslu er tó leygardagin tann 10. nov. 2007 frá kl. 13:00 – 16:00. Valkort Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna. Valkort verða send øllum. Veljari, sum ikki hevur fingið valkort, ella sum fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast gjørligt. Minnist til at hava valkortið við á val Viðareiði 1. nov. 2007 Viðareiðis Kommunu 750 Viðareiði FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094 Aðalfundur Við hesum verður lýst til aðalfund í Tvøroyrar Bóltfelag í Tb-húsinum, tann 14-11- 2007, kl 19 Skrá sambært lógini Nevndin Tvøroyrar Bóltfelag Musikkskúli nýggjar karmar Hósdagin var móttøka í niðastu lon í skúlanum á Tvøroyri. Har er kjallarin nevnliga gjørdur í stand og avsettur til nýtslu hjá Musikk­ skúlanum, ið sostatt hevur hølir at virka í, ið eru skræddaraseymað til endamálið. Otniel Nygaard, leiðari, fegnaðist um hetta, tí sum hann segði, so hevur Musikkskúlin verið ein skúli uttan nakað ítøkiligt høli. At hetta er broytt ger góðan mun. Og longu nú sæst úrslit, segði hann, tí nú koma børn at forvitnast at vita, hvat tað er sum fyriferst í hesum hølunum, ið sostatt draga at sær, og tískil slepst undan at fara út at leita eftir næmingum í so stóran mun sum áður.Á samkomnuni var eisini tonleikur at hoyra og kunngjørt var, at ein navnakapping verður útskrivað, og at nærri verður kunngjørt um hetta seinni.