Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 11 Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan. Húsini eru sera snotilig - sterkt og væl bygd. Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni standa húsini sum ein perla í einari sannari perlurøð av snøggum húsum. Alt er liðugt, snøgt og væl hildið. Grannalagið er hugnaligt og grannarnir eru blíðir og fyrikomandi. Húsini Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi, og dygdin er avbera góð. M.a. er sjálvvirkandi ventilatiónsskipan, betondekk millum hæddirnar, og gólvini eru nýggj. Ljós og luft Húsini standa væl fyri, og nóg mikið er av ljós og luft. Vakurt útsýni er oman millum húsini og út á vágna, víkina, hin armin og niðan í fjøllini. Tú kennir teg ongantíð innibyrgdan, men heldur vardan, tí húsini standa í veðurgóðum umhvørvi. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er massivur, men tó lættur og ljósur. Opið er upp í tróðrið, og húsini virka størri, enn tey eru. Nógv og stór vindeygu eru, og útsýnið er gott. Opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við umhvørvið uttan, men hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum. Niðasta hædd Í niðastu hædd eru stór kømur og baðirúmið er klárt at gera liðugt. Tey, ið húsast her, kunnu meira og minni vera fyri seg sjálvi uttan at órógva hini ella verða órógvað, tí betondekk er millum hæddirnar, so einki hoyrist. Garagan Snøgg garaga við ítrivsrúmi er í húsinum, og møguleiki er fyri at seta hurð í, so tú kanst ganga beinleiðis inn í húsini. Urtagarðurin og umhvørvið Urtagarðurin er liðugt gjørdur, men sjálvandi kanst tú gera meira við at planta runnar, trø og annað. Pláss er fyri at seta 2 bilar uttanfyri garaguna. Húsini standa í barnavinaligum umhvørvi við spæliplássi og góðum grannalagi nær miðbýnum, handilsgøtu. Skúli og barnagarður er eisini nær við. Snøgg arkitektteknað hús í Klaksvík Fakta Húsini eru í 2 hæddum hvør á 120 fermetrar – í alt 240 fermetrar. Upprunaliga byggiárið er 1984, umbygd og dagførd í 1995. Har er garaga, inngongd, durur, vaskirúm, gongd / trappurúm, fýrrúm / goymslurúm, baðirúm, ið er klárt at innrætta og 2 stór kømur. Í erva er trappugongd, matarkøkur við útgongd til útigólv / altan, 2 stovur, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.