Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 213 - 2. november 2007 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Bilurin sum morðvápn Í blaðnum í gjár hoyrdu vit ein pápa greiða frá, hvussu hann bjargaði sær og seks ára gamla soninum lívið í evstu løtu undan ferðsludeyða. Orsøkin var, at ein ungur maður koyrdi fullkomiliga ábyrgdarleyst á Vegnum Langa í Havn. Hevði hesin pápin ikki steðgað bilinum, tá hann sá, at ungi bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, er hann vísur í, at hann og sonurin ikki bóru boð í bý. Hóast løgreglan í fleiri miðlum hevur sagt, at eingin fólkaskaði hendi – og annars givið fólki ta fatan, at talan als ikki var um eitt sera álvasamt ferðsluóhapp, so er veruleikin kortini tann, at ein av hesum ungu monnunum í bilinum hevur fingið sera álvarsaman løst í høvdið – og hevur ligið uttan vit í fleiri dagar. Tað fer at taka honum fleiri mánaðir at fáa førleikan aftur. Øll vita, at ungir dreingir eru teir vandamestu í ferðsluni – og vit vita við vissu, at ungir greingir, sum ikki duga sær hógv í ferðsluni, fara at drepa – kanska seg sjálvan og kanska onnur ósek fólk. Spurningurin er bara nær. Men hvussu kunnu vit so bøta um hetta? – vit kunnu neyvan binda um heilan fingur, men tá løgtingið hevur samtykt 0-hugsjónina, har staðfest verður, at eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, so eiga myndugleikarnir eisini at arbeiða eftir hesum leisti. Tað fyrsta vit kunnu seta spurningin við, er koyrifrálæran. Er hon á nóg høgum støði? Er tað í lagi at lata hesa frálæru yvir til privat vinnurekandi at fremja á handilsligum grundarlag? Uttan at klikkja niður á koyrilærararnar, sum uttan iva gera eitt gott og samvitskufult arbeiði, so kunnu vit bara staðfesta, at viðurskiftini kring koyrifrálæru als ikki eru nøktandi. Tilvitskan, serliga hjá ungum dreingum, er ikki nøktandi, og tí eigur nakað at vera gjørt við hetta. Sjálvandi er hetta eisini ein uppgáva hjá foreldrum og heimum, at gera teirra børn síni tilvitað um, hvussu vit trygt kunnu ferðast í ferðsluni. Men tað skerst ikki burt, at bilur í hondum hjá fleiri ungum dreingjum, er eitt morðvápn – hetta morðvápn eiga vit at taka frá teimum – so ella so! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Stjórnarskipan Føroya Tann 18. desember 2006 fekk løgmaður handað álit um Stjórnarskipan Føroya frá formanninum í Stjórnar skipanarnevndini. Hetta skjal man verða tað álit, sum hevur fingið eina ta breiðastu viðgerð nakran­ tíð, bæði í sjálvum nevndar­ arbeiðinum, við tíðinda­ fundum og á kunnandi fundum um landið. Eisini var álitið sent hvørjum húsum í Føroyum. Umframt fleiri serfrøð­ ingar, so hevur ein stórur partur av føroysku politik­ arum verið uppi í hesum arbeiði. Tað hevði ikki borið til at komið til eina neyvari semju enn tað, sum komið var til, tá formað­ urin fyri at halda lógina, handaði løgmanni álitið. Teir spurningar, sum eftir vóru at fáa fulla semju um, áttu at kunna verið loystir í einum politiskum debatti. Ikki kann sigast, at løg­ maður ella landsstýrið hev­ ur givið hesum álitið nógva umrøðu eftir at tað var han­ dað løgmanni. Løgmaður skal fáa tað rós, hann hev­ ur uppiborið. Hann legði ikki álitið í eina skuffu, men lat løgtinginum tað til viðgerðar. Ein løgtings­ nevnd – Stjórnarskipan­ arnevndin – mannað við tingmonnum úr øllum flokkum varð vald 7. mai 2007 vald at viðgera hetta stórmál. Synd er at siga, at nógv er hent í hesi nevnd, sum bert hevur havt ein einasta fund, nevniliga tá nevndin varð skipað 29. mai 2007. Tvey uppskot vóru til formann Finnur Helmsdal og Christian Magnussen. Christian Magnussen varð valdur til formann. Eftir skipanarfundin hevur eingin fundur verið í nevndini, so tað ber ikki til at siga, at formaðurin Christian Magnussen hevur verið nøkur beinleiðis eldsál. Tað er púrt einki er hent. Um løgmaður hevur koyrt á formannin, fyri at fáa okkurt at henda, tað sigur søgan einki um. Stjórnarskipan Føroya átti at verið eitt stórmál í føroyskum politikki, eitt mál sum ein løgmaður av fullum huga átti at brent fyri at fáa framt, tí tað hevði gjørt hann til ein rættiligan statsmann. Alt gott um Visjón 2005, har er nógv gott sett út í kortið, sjálvt um málini í nógvum førum enn tykjast fjar serliga tá ein hugsar um tann pening, sum eigur at fylgja við. Hinvegin hevði tað at farið upp á val uppá eina stjórnarskipan, ið byggir á eina breiða tjóð­ skaparliga semju, verið eitt bæriligt politiskt mál, sum ikki hevur verið mongum løgmanni beskorið. Nú hevur tingið við 2. viðgerð atkvøtt fyri at Før­ oyar koma at verða eitt valdømi, uttan at tað hevur fingið nær í námind ta almennu viðgerð, sum álitið um Stjórnarskipan Føroya hevur fingið. Við at lata uppskotið til Stjórn­ arskipan Føroya dovna og sovna í eini løgtingsnevnd við einum formanni, sum ongan hug ella vilja tykist at hava at fáa málið framt, hevur løgmaður, ið hevði allar møguleikar, gjørt ein stóran taktiskan brølara, sum eisini ber sín sorg­ blíða dám av eini grikskari tragediu, tí at løgmaður allarhelst sjálvur fegin hevði vilja framt hetta mál í síni løgmannstíð. Sovið er í tímanum. Eitt stórmál er farið aftur við borðinum, men vónandi raknar onkur við aftur nú bæði fólkatingsval og løgtingsval er í hondum. Um at sova í tímanum Fyrrv. formaður í Stjórnarskipanar­ nevndini JóAN PAULI JoENSEN Til tess at røkja føroysk áhugamál í Fólkatinginum er tað ein fyrimunur at vita, hvussu tann politiska skipanin virkar, bæði í Føroyum og í Danmark. Frá nógvum samráðing­ um millum Landsstýrið og donsku stjórnina, sum løg­ tingskvinna, sum landsstýr­ iskvinna, sum eygleiðari í bankakanningini, ið endur­ reisti Føroyar búskaparliga og moralskt, havi eg drúgvar royndir at byggja á, tá ið Føroyar skulu setast á dagsskrá í Danmark og úti í heimi. Fái er veljarans álit, skal eg gera mítt besta til tess at røkja áhugamál føroyinga. Vit vita øll, at tær stóru politisku dagsskráirnar verða ikki loystar í teimum einstøku parlamentunum. Eg hugsi t.d. um veður­ lagsbroytingar, umhvørvi, gransking og altjóðagerð. Spilloljan, CO2 dálk­ ingin, umhvørvisdálkingin og ódnarveðrini spyrja ikki eftir landamarki, tá ið rokningarnar verða sendar út. Og rokningarnar verða stórar ­ gera vit einki. Eisini skulu vit taka lut í teirri slóðbrótandi gransk­ ingini, sum skal vísa á nýggja og burðardygga menning hjá t.d. vinnulívi­ num. Her megnar eingin at gera nakað einsamallur. Og als ikki Føroyar. Gud náði okkum, um vit liggja sjóvarfallið av okkum. Vit eru kanska smá og fá, men landafrøðiliga eru vit fleiri ferðir størri enn Danmark. Lata vit sum einki og uppfinna tápuligar undanførslur í t. d. Kyoto­málinum, so verða avleiðingarnar ógvusligar – eingin ivi um tað. Tað liggur ein stór ábyrgd á okkara fólkating­ umboðum at vera við til at finna burðardyggar loysnir saman við Danmark og øðrum londum. Men tað nyttar ikki at verða statistur á altjóða leikpallinum, tað ræður um at arbeiða, at fáa ein høvuðsleiklut við hvørt. Og tað kemur ikki av sær sjálvum. Skal tað bera til, má ein føroyskur fólkatinglimur vera fólkatingslimur burturav. Javnaðarflokkurin HELENA DAM Á NEyStABø Val Politikkur uttan landamørk