Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 213 - 2. november 2007 Heiðavegur 26 . 600 Saltangará . Tel 417000 . Faks 417001 runavik@runavik.fo . www.runavik.fo K R E A . F O Eitt farloyvisstarv sum sosialráðgevi í Eysturoyar barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan frá 01.12.2007 til 01.10.2008, við møguleika fyri longdari starvstíð. Um Eysturoyar barnaverndartænastu Eysturoyar barnaverndartænasta fevnir um Nes, Sjóvar, Runavíkar, Gøtu og Funnings kommunu. Í samstarvsøkinum eru 7.061 íbúgvar harav 2.077 eru undir 18 ár. Uppgávan hjá barna- verndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan. Umsitingarliga er Eysturoyar Barnavernd- artænasta ein eind undir Sosialu deild í Runavíkar kommunu. Starvið Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildar- leiðaran, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum Barnaverndar- umsitingin tekur sær av. Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.: • at fyrireika mál til nevndarviðgerð • at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdóms- familjum við serligum tørvi • at ráðgeva barnaverndini í barnaverndar- lógini • at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir • at virka sum samskipari í málum har fleiri myndugleikar eru við • at samstarva tvørfakligt • at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við fak- persónar og stovnar á barna- og ungdóms- økinum Vit leita eftir starvsfelaga, ið: • er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving • hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum við serligum tørvi • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini • hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg • hevur telduførleika á brúkarastøði Vit bjóða tær Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum og við góðum møguleika fyri førleikamenning. Setanarviðurskifti Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið ella annað viðkomandi fakfelag. Fleiri upplýsingar Fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara ella Jenny Petersen, sosialráðgeva á Telefon 417000. Søk starvið Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi 19.11.2007 kl. 12:00 Umsóknin skal sendast til: Runavíkar kommunu Att. Eysturoyar barnaverndartænasta Heiðavegur 26 Postboks 139 FO-610 Saltangará Sosialráðgevi Endurlýsing til Eysturoyar barnaverndartænastu Tórshavnar kommuna Løgfrøðingur Tórshavnar kommuna søkir eftir løgfrøðingi til spennandi starv á løgdeildini. Uppgávur Á Løgdeildini kemur tú í høvuðsheitum at ráðgeva stjórn og nevndum, arbeiða við tvørfakligum lógaruppgávum, menna mannagongdir og fyrisitingarligan førleika og veita hjálp í truplum lógarmálum. Arbeiðsøkið fevnir um alt kommunalt virksemi. Tó varðar Løgdeildin serliga av kommunulóg og kommunustýrisskipan, skattakærufyri- siting, fyrisitingarrætti og privatrættarligum viðurskiftum. Har- umframt tekur løgdeildin sær av øllum viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn. Á deildini starvast 5 fólk – 3 løgfrøðingar og 2 skrivstovufólk, og kunnu vit bjóða eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Til starvið krevst løgfrøðiligt embætisprógv. Best er, um tú hevur viðkomandi royndir frá almennu fyrisitingini og/ella frá privata vinnulívinum, men hetta er eingin treyt. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi. Setan Talan er í fyrsta umfari um eitt farloyvisstarv fyri løgfrøðing í farloyvi, men fyri tann rætta eru góðir møguleikar at fáa fast starv. Farloyvisstarvið verður sett í eitt ár frá 1. desember 2007 at rokna. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum BLF og Fíggjar- málaráðið, og vit kunnu bjóða setan sum ráðgevi, um førleikin og royndirnar eru til tess. Meiri at vita? Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jóhan E. Simonsen, deildarleiðara á Løgdeildini á telefon 30 20 10 ella umvegis teldupost johans@torshavn.fo Umsókn Hevur starvið tín áhugað, so send umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, att.: Jóhan E. Simonsen ella umvegis teldupost til johans@torshavn.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. november 2007 kl. 12.00. Ætlandi verða setanarsamrøður í viku 47 ella 48.