fríggjadagur 2. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 213 • 2. november 2007
Blæður ella
hítir
Eg fati tað ikki. Alt gott um,
at tað á mest sum hvørjum
almennum WC finnast auto
matir, har til ber at keypa sær
hítir. Fyrst og fremst sum eitt
úrslit av dystinum móti AIDS,
tó at tað hjá nógvum helst man
vera fyribyrgingin, sum vigar
meira, tá myntir verða koyrdir í
automatina.
Uttan fyribyrging kann
úrslitið tíbetur gerast til børn,
men tað kann geva at bíta,
tá hesi eru við á uttanlands
ferðum.
Sjálvi vóru vit strandað í
hálvt samdøgur á flogvøllinum
uttan fyri Ponta Delgado á
Azorunum, men tað var so
eiðasørt, at babymatur ella
blæður vóru at fáa. Tíbetur
varð avgerð tikin um, at vit
vórðu flutt á eitt hotel inni í
býnum at bíða, og so bar til at
fara til handils at keypa tað
mest neyðuga í so máta.
Brent barn ræðist eld, og
sjálvi hildu vit, at vit høvdu
tryggjað okkum, tá vit tveir
dagar seinni skuldu úr Kastrup
til Vágar. Til stuttleikar
hugdu vit tó, hvat var at fáa í
Kastrup. Eina staðni bar til at
fáa blæðurnar, men barna
matur var tó ongantíð. Og tað
skuldi gerast verri. Vánalig
veðurlíkindi høvdu nevnliga
við sær, at vit fyrst lógu nátt
á hotelli á Amager, fyri síðani
at sita mest sum heilan dag á
flogvølli í Bergen.
Ein barnamagi er ikki so at
stýra, og brádliga gekk annars
væl skipaða goymslan av
blæðum undan. Og tað var
so eiðasørt, at nøkur hjálp
var at finna á flogvøllinum.
At enda kundi ein vinarlig
vaskikona tó greiða frá, at ein
Statoilstøð var ikki so langt
frá flogvøllinum, so eftir ein
styttri rennitúr kundi støðan tó
bjargast.
Men tað slapst ikki undan,
at tankarnir fóru at ferðast,
tá eg seinni stóð á WC’num.
Eg vildi so ynskt, at blæðu
automatir eisini funnust á
flogvøllinum. Og eg rokni eisini
við, at talið á ferðafólkum í
neyð av barnaávum man vera
størri, enn tað er á teimum,
sum ætla sær eitt lítið á
flogvøllinum ella í altjóða
loftrúmi.
Jákup Mørk
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
- Eg haldi, at tað stendur
illa til við fiski á havin-
um, men líkt er ikki til,
at tað stendur illa til
uppi á landi. Her gongur
alt við rúkandi ferð, og
eg spyrji meg sjálvan,
hvussu leingi vit kunnu
liva av læntum pengum,
sigur Jógvan Páll
Steinberg,
útróðrarmaður
Jógvan Páll Steinberg, sum í dag
er 40 ár, fór fyrstu ferð til skips
sum 15 ára gamal. Hann hevur
verið á sjónum øll árini síðan,
tey seinastu nógvu árini sum
útróðrarmaður.
Saman við pápa sínum, Harry,
hevur hann 33 fót stóra Aqua Star
útróðrarbátin, Skýlisklett.
Vit hava havt henda bátin í
trý ár. Hetta er ein góður bátur.
Vit hava níggju kassar í honum,
og hesir taka eini 5.000 pund
tilsamans. Skýlisklettur er
nýggjara slagi av Aqua Star, sum
kann hava kassar í lastini. Hetta
er ein fyrimunur, nú krøvini til
fiskin eru so strong.
Bróðir Jógvan Páll, Poul Niclái,
hevur eisini róð út við teimum,
men hann er lagstur uppi og
vaskar nú á Kósini.
Mær dámar væl lívið sum
útróðrarmaður, men eg haldi,
at veðrið seinastu 23 heystini
hevur verið so ólagaligt. Tað er
um heystið og fram til jólar, at
vit helst skulu fáa tað mesta av
okkara ársinntøku. Tá ið vit koma
út í januar og februar, fer fiskurin
út frá aftur landi, og tá kunnu vit
eisini rokna við vetrarveðri.
Jógvan Páll heldur, at tað er
møðsamt og óhugaligt, tá veðrið
í longri tíð er so ólagaligt, og
útróðrardagarnir gerast so fáir.
Tá kanst tú fáa hug at gevast.
Eg havi skotið upp fyri pápa
mínum, sum fyllir 69 næstu ferð,
at vit kunnu gevast at rógva út.
Men hann stórtrívist og verður
mest sum fornermaður, tá eg beri
hetta upp á mál.
Útróðrarmaðurin sigur, at
hóast fiskiskapurin sum heild er
minkaður, vigar góði fiskaprísurin
upp ímóti minkandi nøgdini. Hann
heldur kortini, at tað hevði verið
hugaligari, um meira fekst á
húkin.
Hann heldur, at tað stendur illa
til við fiski á havinum í løtuni.
Men líkt er ikki til, at tað
stendur illa til uppi á landi. At
síggja til gongur alt við rúkandi
ferð. Hús verða seld og keypt
fyri miljónir. Íbúgvaratalið veksur
lítið og einki, og alsamt størri og
størri partur av fólkinum gerast
pensjónistar. Eg spyrji meg
sjálvan, hvussu leingi vit kunnu
liva av læntum pengum.
Aftur til útróðurin.
Vit royna at kalla bara við
línu, og fyri tveimum árum síðan
keyptu vit okkum egningartrakt
frá Oilwind í Miðvági. Traktin
lættir um, og størsti fyrimunurin
er, at tú altíð setir við nýggjum
agni. Vit rekja ein part av línuni
sjálvir, men annars hava vit børn,
sum hjálpa okkum, serliga tá
útróður er dag um dag.
Jógvan Páll sigur, at teir hava
einar 100 gággurúsur standandi
alla tíðina, og í løtuni standa
hesar í Kalsoyarfirði.
Vit draga rúsurnar javnan – og
ofta dag um dag, tá líkindi eru.
Útróðrarmaðurin sigur, at feska
gággan fiskar betri, og hon riggar
væl til egningartraktina.
Eg haldi, at vit ofta hava lyndi
til at fara ov langt út við línuni.
Vit royna javnan uppí einar 10
fjórðingar úr Kallinum, og tá ið vit
eru sunnanfyri, royna vit at halda
okkum innanfyri 5 fjórðingar í
myrkrinum, so línan ikki kemur á
állabotn. Men um dagin fara vit
út á einar 810 fjórðingar úr landi.
Jógvan Páll sigur, at pápi
hansara keypti útróðrarbát longu
í 1985, og í fleiri ár róði hann
út í vetrarhálvuni og málaði um
summarið.
Hetta er sum so sama mynstr
ið, ið abbi mín, Palli Steinberg,
hevði. Hann róði eisini út og
málaði, tá hann ikki var í bátinum,
sigur hann.
Fyrsta skipið, ið Jógvan Páll
sum blaðungur fór við, var við
línuskipinum Kvikki.
Eg mundi vera við Kvikki í
hálvt annað ár og fór síðan við
Skálabergi. Sum 18 ára gamal fór
eg at lesa til heimaskipara. Eg
ætlaði mær at lesa meira, men
gavst.
Jógvan Páll sigur, at hann fór
umborð aftur á Skálaberg eftir
skúlan.
Túrarnir vóru langir, og lítil
fiskur var at fáa. Seinasti túrurin
hjá gamla Skálabergi vardi í
5 mánaðir. Tá var Benjamin
Joensen skipari. Flestu túrarnar,
meðan eg var við, var Samson
O. Samson, sáli, skipari, og
Benjamin stýrimaður. Samson var
óførur skipari, og Benne plagdi
at siga, at tað var lætt at vera
stýrimaður hjá einum so góðum
skipara sum Samson.
Umborð á Skálabergi royndi
Jógvan Páll seg bæði sum
smyrjara, dekkara og á verk
smiðjuni.
Mær dámdi ógvuliga væl
hesar túrarnar, hóast teir vóru
langir. Tað var ótrúliga stuttligt
at vera burtur. Fleiri av mínum
vinmonnum vóru eisini við, og
soleiðis fylgdust vit bæði, tá vit
vóru burtur, og tá vit vóru heima.
Hann sigur seg einki minnast
til, at teir troyttaðust av hvørjum
øðrum á hesum túrum.
Nei, tað minnist eg einki til,
og tað haldi eg slett ikki, at vit
gjørdu.
Tá ið Jógvan Páll fór av
Skálabergi, fór hann umborð á
línuskipið Jákup B við Líggjasi
Johannesen sum skipara.
Í 1999 keyptu Jógvan Páll og
Bethuel, bróðir Líggjas, Turið,
sum teir høvdu saman í eini fýra
ár.
Vit royndu undir Føroyum um
vetrarnar og vóru við kalvalínu
undir Íslandi um summarið.
Tá ið teir seldu Turid, byrjaði
Jógvan Páll í 1991 at rógva út
saman við pápa sínum, sum tá
hevði ein Starlet 29, og at kalla
øll árini síðan hevur hann verið
útróðrarmaður.
Jú, mær dámar lívið sum
útróðrarmaður heilt væl, men tað
hevur bara viðrað so illa seinastu
23 árini, og tá so er, er næstan
ómøguligt at rógva út við smáum
útróðrarbátum.
Jógvan Páll dylur ikki, at hann
onkuntíð hugsar um at gevast við
útróðrinum.
Men um eg gevist, veit eg
ikki rættiliga, hvat eg fari at taka
mær fyri, men arbeiðstilboðini
uppi á landi eru ivaleyst fleiri,
soleiðis sum tíðirnar eru vorðnar.
Møguleikarnir draga eitt sindur í
løtuni, ásannar hann.
Áðrenn vit gevast at práta,
sigur hann mær eina søgu, sum
lýsir gongdina hjá línuskipunum á
landgrunninum beint í løtuni:
Eg tosaði við Bethuel
Johannesen, skipara á línuskip
inum Klakki, í dag. Teir vóru
staddir á Mýlingsgrunninum.
Teir høvdu havt fulla setu, og
hann helt fyri, at um hetta hevði
verið ein útróðrardagur hjá mær í
glastrevjabátinum, hevði tað ikki
verið ein stórur dagur, kanska eini
3.000 pund. So, fiskiskapurin er
ógvuliga smáligur í løtuni.
Jógvan Páll Steinberg heldur
kortini, at tað sær eitt sindur
betur út við útróðrarfiski, nú
heystið fer at líða.
Bátarnir hava fingið eitt
sindur í seinastuni, og líkt er til,
at útróðurin batnar, sigur hann.
Dámdi væl longu túrarnar
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Mær dámdi ógvuliga væl teir longu túrarnar við Skálabergi. Fleiri av mínum
vinmonnum vóru eisini við, og soleiðis fylgdust vit bæði, tá vit vóru burtur, og
tá vit vóru heima, sigur Jógvan Páll Steinberg. Mynd: Snorri Brend