Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 2. november 2007 3 lýsingar Við hesum bjóðar Landsverk áhugaðum ráðgevarum til at biðja um prekvalifikatión til luttøku í innbodnari lisitatión í sambandi við projektering viðvíkjandi bygging av nýggjum skúladepli við Marknagil í Tórshavn. Upplýsingar í sambandi við byggiætlan og útbjóðing: Byggiharri: Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postboks 78, FO-110 Tórshavn. 2.Útbjóðing: Innboðin lisitatión. Lýsing av verkætlanini: Avgerð er tikin um, at Føroya Handilsskúli (FH) og Tekniski Skúli í Tórshavn (TST) skulu leggjast saman. Tí eru FH og TST saman við skúla- og byggimyndug- leikunum farnir undir planlegging av einum nýggjum skúladepli við Marknagil (í verklagslógini nevndur Miðnámsskúlin við Marknagil). Sum ein liður í saman- leggingini skulu FH og TST í framtíðini verða ein sjálveigandi stovnur við einari nevnd og einum umsitingarligum leiðara. Báðir skúlarnir halda í dag til í egnum hølum ymsa staðni í Tórshavn. Verandi bygningar eru ov trongligir og lúka á ongan hátt tey krøv, ið sett verða til ein nýmótans skúla í dag. Endamálið við at byggja nýggja skúladepilin er liður í eini strategi at menna tilverugrundarlagið hjá verandi skúlum. Skúladepilin við Marknagil skal hýsa einum samanløgdum FH og TST og verður ein tann størsta byggiverkætlan í føroyskari skúlasøgu. Nýggi skúla- depilin verður umleið 9000 m² til støddar og skal byggjast við Marknagil í Tórshavn. Umhugsað verður, hvørt verandi bygningur hjá Føroya Handilsskúla skal verða partur av samlaðu byggingingi. Fíggjarkarmurin fyri samlaðu verkætlanina er 150 mió DKK, mvg ikki íroknað. Uppgávan umfatar heildarráðgeving (arkitekta- og verkfrøðingaráðgeving) í sambandi við gerð av skipanar- og projektuppskoti, for- og høvuðsprojekti, útbjóðing í høvuðsarbeiðstøku, projektuppfylging v.m. Uppbýti av arbeiðinum: Tað er bert møguligt at bjóða upp á uppgávuna sum heild. Tíðarætlan: Roknað verður við, at gerð av skipanaruppskoti byrjar 1. mai 2008. Sjálv byggingin væntast at byrja í juni 2009, og skúlin kann ætlandi takast í nýtslu í 2011. Síðsta freist fyri umbøn um luttøku: Mánadagin, 3. desember, 2007. Adressan, hagar umbønin skal sendast: COWI A/S Parallelvej 2 DK-2800 Kongens Lyngby Att. Ann-Pia Puggaard Tíðarfreist fyri nær útbjóðingartilfarið verður sent út: Tilfarið verður væntandi sent út tann 20. desember, 2007 Tíðarfreist fyri innlating av tilboði: Tíðarfreistin verður ásett í útbjóðingartilfarinum og væntast at verða í viku 14/2008. Upplýsingar um fíggjarligu og teknisku viðurskifti heildarráðgevarans: Fyri at sleppa upp í part við prekvalifikatiónina skulu umsøkjarnir upplýsa, hvat teir megna, fíggjarliga og tekniskt. Hetta verður gjørt við at geva fylgjandi upplýsingar: · Navn, adressu, cvr nr., telefon- og faksnr. og teldupost adressu. · Yvirlit yvir samsvarandi byggiuppgávur, ið umsøkjarin hevur útint seinastu 5 árini. Fyri hvørja verkætlan skal upplýsast byggiharri, leiklutur heildarráðgevarans, ráðgevarasamsýning, arbeiðstøkuupphædd og kontaktpersónur. Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar týdningarmestu verkætlanirnar. Fyri hesar báðar verkætlanirnar skulu leggjast við nágreiniligar frágreiðingar. Um tað er møguligt, kunnu umsøkjarnir leggja við eina byggi- harrameting fyri hvørja verkætlan. Í byggiharra- metingingini skulu vera upplýsingar um uppgávuna, leiklutur umsøkjarans og ein meting av avriki umsøkjarans. Í sambandi við valið tilskilar byggiharrin sær rætt til at seta seg í sambandi við teir uppgivnu kontaktpersónarnar. · Váttan um meðaltalið á starvsfólkum og talið á leiðarum seinastu 3 árini. · Upplýsingar um útbúgvingar og fakligar førleikar annars hjá starvsfólkunum. · Upplýsingar um roknskapartøl fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, undir hesum nettoumsetningur, úrslit aftan á skatt og samlað ogn og skuld (eginogn). · Skjalprógv fyri viðkomandi ábyrgdartrygging · Trú- og heiður váttan. Um talan er um eitt toymi av ráðgevarum, ið eru gingnir saman um at loysa uppgávuna, skal skilliga síggjast, hvør er heildarráðgevarin í toyminum. Um heildar- ráðgevarin nýtir undirráðgevarar, skulu oman fyri nevndu upplýsingar eisini gevast fyri allar hesar undir- ráðgevararnar. Er umsøkjarin ein felagsskapur (konsortium) av ráðgevarum, krevur byggiharrin, at luttakararnir í felagsskapinum hefta solidariskt. Kriterium, ið er grundarlag fyri tilluting av uppgávuni: Tilboðið, ið hevur størstan búskaparliga fyrimun. Aðrir upplýsingar: Kappingarmálið er føroyskt ella skandinaviskt, tvs. at prekvalifikatiónstilfarið skal verða á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum. Ætlandi verða 5 heildarráðgevarar prekvalifiseraðir. Prekvalifikatiónstilfarið skal avhendast í 2 eintøkum. Nýggjur skúladepil við Marknagil PREKVALIFIKATIÓN Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndug- leikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.