Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 213 - 2. november 2007 Hesa seinastu tíð­ ina hava føroysk børn í hópatali pakkað jólagávur í skógvaeskjur í samband við tiltakið Christmas Child. Hesar verða nú sendar til børn í Eystureuropa Jólagávur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - Ein einstøk skógvaeskja broytir neyvan heimin, men hon kann kortini gera stóran mun. Soleiðis verður tikið til, nú hesar serstøku skógva- eskjurnar við jólagávum eru savnaðar inn. Hetta tiltakið hevur vart í fleiri ár, og hava føroysk børn og húsarhald verið ófør at lata inn slíkar gávur. Í fjør komu slakar 2800 skógvaeskjur inn, og nú ið upptalt er fyri 2007 kann staðfestast, at talið er væl hægri – beint undir 3000 tílíkar skógvaeskjur. Í gávunum kunnu verða leikur, skúlaútgerð og ymiskt til heilsurøkt og sjálvandi góðgæti. Ger mun Hetta er kortini ikki eitt føroyskt tiltak sum so, men eitt sum fevnir um børn kring allan heimin. Eskjurnar eru síðani send- ar til teirra, sum líða neyð og sum helst ikki fingu aðra jólagáva enn hesa. Íalt eru savnaðar einar 50 milliónir skógvaeskjur inn, síðani tiltakið byrjaði í 1990. Hetta er óivað besta jólagávan og kanska tann einasta gávan, sum tey fáa. - Tað er eingin ivi um, at hjá hesum børnunum hevur ein slík gáva veruliga gjørt mun, verður sagt. Tað er felagsskapurin Christmas Child, ið stendur fyri tiltakinum, og í Føroy- um eru tað fólk úr sunnu- dagsskúlanum í samkomuni Lívdini í Hoyvík sum skipa arbeiðið her. Hvørt ár verða umleið 7 mió eskjur latnar til børn í 95 londum. Tað eru sjálv- boðin fólk og felagsskapir í USA, Kanada, Australia, Bretlandi, Hollandi og Før- oyum sum savna hesar inn. Allar hesar túsundtals eskjurnar verða sendar til lond sum Armenia, Hvíta- russland, Bosnia, Liberia, Mosambique, Serbia, Swaziland og Ukraine. Í fjør fóru føroyski skógvaeskjurnar umvegis Ongland til Rumenien, meðan tær í ár verða sendar til børn í Eystureuropa. 3000 jólagávur til Eystureuropa Børn í samkomuni Lívdin í Hoyvík hjálpa til at pakka allar tær túsundtals eskjurnar. Tær verða nú sendar til børn í Eystureuropa Mynd: livdin.fo ­ Langi bíðilistin eftir at sleppa inn á skúlan er besta prógvið um, at tørvurin á Húsarhaldsskúlin er stórur. Neyðugt er tí við einum nýggjum og størri skúla í Klaksvík, sigur ein arbeiðsbólkur sum hevur lagt álit fram í málinum. HúsarHaldsskúli Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Í eina tíð hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við at lýsa og gera eina til- ráðing um ein nýggjan húsarhaldsskúla. Seinnapartin í dag varð kunnandi fundur um hetta, har dentur varð lagdur á at vísa týdningin av einum slíkum skúla í nútíðar før- oyska samfelagnum. Í upplegginum verður víst á, at skúlin hevur verið í støðugari menning og hev- ur dugað at laga seg eftir tíðini. Hinvegin hava umstøðurnar á skúlanum ikki verið tær bestu: - Skúlin er snøgt sagt ov lítil og livir ikki upp til krøvini í dag. Loysnin uppá hetta er at byggja nýggjan skúla, sigur nevndin í síni tilráðing. Í nevndini hava sótu Bernhardina Klein, Agnar á Dul, Sverri Michaelsen, Elisabeth Akursmørk og leiðarin á skúlanum, Jóhanna á Tjaldrafløtti. Dentur verður lagdur á, at stórur partur av innlegg- ingunum á sjúkrahúsunum hava sín uppruna í til dømis ovurfiti, alkoholmisnýtslu og sukursjúku. - Endamálið við skúlanum er at læra næmingarnar um sunnar kostvanar. Ein íløga í ein nýggjan skúla verður tí skilagóð, tí tað er bæði betri og bíligari at fyribyrgja enn at viðgera, verður sagt. Eftir ætlan verður skúlin einar 2000 fermetrar stórur og fer at kosta um 30 mió krónur. Hann fer at hava fleiri skúlastovur, kømur og útgerð, og fer í allar mátar at skapa munandi betri umstøð- ur til tey ymisku skeiðini, sum Húsarhaldsskúlin skip- ar fyri gjøgnum árið. Bíðilisti hvørt ár Í samfull 33 ár hevur Húsar- haldsskúli Føroya tikið ímóti næmingum úr øllum landinum. Íalt hava hundrað- tals næmingar úr øllum land- inum gingið her ta tíðina, sum skúlin hevur virkað. Pláss er einans fyri 21 næmingum á hvørjum skeiði, og er hetta alt ov lítið til at nøkta tørvin á teimum sum hava hug at taka tey styttru skeiðini ella eitt 26 vikur langt húsar- haldsskeið í Klaksvík. Síðani 1999 hevur skeiðið verið fullteknað, og árið eftir vóru næmingar eisini settir á bíðilista. Hóast hetta, er bíðilistin bara vaksin ár undan ári, og tá skeiðið byrjaði í august mánaði í ár vóru ikki færri 40 næmingar á bíðilista. Skúlin fær haraftrat javn- an fyrispurningar um at skipa fyri ymiskum skeið- um, men vegna plásstrot eru ikki møguleikar fyri hesum í løtuni. Eingin ivi er tó um, at verður ein spildurnýggjur skúli bygdur til at kunna taka ímóti 40 næmingum á hvørjum skeiði, fer hetta at geva ein heilt annan skúla og munandi betri umstøður til næmingarnar. Skúlin er alt ov lítil 9,50 kr. frá hvørjum føroyingi Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi eydnaðist munandi betri enn mett varð frammanundan. Íalt komu inn 451.000 krónur og svarar hetta til slakar 10 krónur frá hvørjum føroyingi. Hesum úrslitinum vil Reyði Krossur fegin takka fyri, tí sum sagt verður: - Hetta varð munandi meiri enn vit høvdu roknað við. Peningurin fer á konto til neyðhjálp eftir náttúruvanlukkur og tílíkt. Gott haruveður í morgin Sambært veðurmanninum Peturi Skeel Jacobsen verður gott veður hjá teimum, sum leygardagin fara í hagarnar kring landið at skjóta harur. Dagurin byrjar gott við einum loti av útnyrðingi, sum út á dagin lækkar í útsynning. - Tað verður bæði turt og sólarglottar, so líkindini eru av teim- um bestu, sigur Petur Skeel. Hitin verður millum 8 og 11 stig. Sunnu- dagin verður nakað av vindi fyrrapartin og turt, men út á seinnapartin verður regn ella mjørki. Hitin fer framvegis at liggja millum 8 og 11 stig. Mánadagin verður hvassur vindur av útnyrðingi við ælingi, partvíst sum kavi, men sól viðhvørt. Hitin verður millum 2 og 5 stig. Sama veðrið verður týsdagin við heldur lægri hita, men mikudagin kemur hann aftur við lýggjari veðri av útsynningi. Umstøðurnar hjá Jóhannu og Tjaldrafløtti og hinum næmingunum eru ikki av teimum bestu. Nú er uppskot lagt fram um nýggjan skúla