Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 14 Sosialurin, Keypmannahavn: Vit kenna hann øll sum bókmenta­ frøðingin, ið skrivar krimi­skald­ søgur, og nú er Jógvan Isaksen aftur klárur við einari av sínum eyðkendu bókum við Hannisi í høvuðsleiklutinum. Hóast Jógvan Isaksen frá byrjan av ikki hevði ætlanir um at gera eina heila krimi­røð, hevur hann nú skrivað fýra krimi­skaldsøgur, og tann fimta er longu á veg. – Tað er faktiskt av tilvild, at eg nú havi skrivað eina heila røð av krimi­bókum. Eg hevði upprunaliga ongar ætlanir um, at tað skuldi blíva til nakað seriøst, men áðrenn eg visti av, hevði eg skrivað næstan 300 síður av tí, sum seinni bleiv til Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sigur Jógvan Isaksen. – Trupulleikin var, at eg ongan­ tíð visti, um tað kundi brúkast til nakað, tí tað er ofta ringt at meta um sítt egna tilfar. Eg hevði onga fatan av, um hetta var nakað, sum kundi gevast út. Eg sendi tað so til pápa mín, sum er lesandi bilmekanikari, og bað hann geva mær sína meting av verkinum. Honum dámdi tað væl, og tí gjørdi eg av at geva tað út í bók, sigur Jógvan um byrjanina til krimi­røðina hjá sær. Sosialurin hevur fangað Jógvan Isaksen á arbeiðsplássinum á tí humantiska fakultetinum úti á Amager í Keypmannahavn til eitt prát um nýggjastu útgávuna. Jógvan er júst liðugur at undirvísa einum flokki í føroyskum, tá vit pikkað uppá dyrnar í tí lítla kontórinum, ið er fult við bókum frá gólvi til loft. Ílatin eina mótarætta ljósareyða polo­skjúrtu bjóðar hann mær innar. Tempulriddar Nýggjasta krimi­søgan hjá Jógv­ ani Isaksen ber heitið “Adventi Domini” og byrjar rættiliga dramatiskt, tá eitt umboð fyri tann katólska Maltesara­ordanin kemur til Føroyar og vil hava Hannis Martinsson at gera sær eina tænastu. Áðrenn hann hevur fortalt Hannisi síni ørindi, hevur hann tó bókstaviliga tosað mist høvdið – og so byrjar missiónin hjá Hannisi at finna fram til sannleikan í málinum. Og lesarin skal brynja seg til ta heilt stóru samansvørjingina, tí hóast søgugongdin mest fer fram í dagsins Føroyum, hevur hon træðrir heilt aftur til Miðøldina og krossfarar á Rhodos, ið stríddust við muslimar um tann heilaga staðin Jerusalem. Jógvan greiðir í hesum sam­ bandi frá um Tausen­ættina í Føroyum, sum gav honum hugskotið til hesa bókina. Hans Tausen var ein teirra, ið stóð á odda fyri reformatiónini í 1500­ talinum í Danmark, og hann varð eisini nevndur tann danski Luther. Danski søgufrøðingurin Erik Kjærsgaard (pápi kenda sjónvarpsvertin á DR, Clement Kjærsgaard) hevur granskað nógv í søguni hjá krossriddarunum og hann er komin fram til, at Hans Tausen, ið upprunaliga varð knýttur at Johanittunum í Danmark, áðrenn hann tók við læruni hjá Luther, luttók í krossferðunum og stríddist millum annað ímóti muslimum á Rhodos. Eftirkomarar hjá Hans Tausen komu umvegis Noreg til Føroyar, og soleiðis kom Tausen­ navnið til landið. – Hetta er eitt gamalt hug­ skot, og eg havi altíð havt ein dreym um at brúka hetta serstaka ættarbandið í einari av mínum krimi­søgum. Eg royni at skapa ein realistiskan karm og dramatiseri síðani søgugongdina við at fløkja mínar egnu forteljingar uppí. Í hesi søguni blandi eg fakta og fiktión saman, og eg havi gjørt eitt rættiliga umfatandi søguligt kanningararbeiði til hesa bókina, sigur Jógvan Isaksen. Endamálið er undirhald Fleiri krimisøgur hava eitt týðuligt samfelagskritiskt element, men hetta hevur ikki verið serliga eyðsýnt í bókunum hjá Jógvani Isaksen. – Fyrsta krimi­bókin var eitt spæl, og tað er hendan eisini. Eg royni at fortelja eina góða og spennandi søgu, tí at tað er stuttligt at fáast við. Eg havi onga aðra yvirskipaða missión við hesum slagnum av skaldskapi, greiðir Jógvan frá. Men hvat skal ein góð krimi- søga so hava at bjóða lesaranum – Tað er rættiliga einfalt. Hon skal fanga lesaran onkursvegna, sigur Jógvan, og hann siterar rithøvundan Graham Green, sum segði, “never bore your reader”, og hetta hevur hann roynt at tikið til sín í sínari skriving: Keð ongantíð lesaran. – Mín ambitión við hesum bókunum hevur verið at skriva undirhaldandi bøkur á løttum máli. Eg vildi skapa føroyskan litteratur, sum tú kundi leggja teg við á sofuni ein sunnudag seinnapart, tá tú vildi slappa av. Hetta slagið av bókmentum eksisteraði ikki á føroyskum máli, sigur Jógvan um sín egna skaldskap, og hann leggur afturat, at nógvar føroyskar bøkur eru rættiliga keðiligar at lesa, og tí gerst tað fyri ein stóran part pliktlesnaður ístaðinfyri ein spennandi uppliving. Tá Jógvan setur seg niður at skriva eina krimi, hevur hann onga greiða ætlan í høvdinum. Hann hevur ikki eina vælútgreinaða dispositión um, hvussu søgugongdin skal hátta seg. – Eg arbeiði rættiliga spontant og havi onga greiða ætlan um, hvussu søgan skal enda. Eg havi einki skema at arbeiða eftir, so eg veit ongantíð, hvussu søgan fer at útvikla seg. Nógv tann størsti parturin kemur til mín, so hvørt sum eg skrivi, sigur Jógvan um arbeiðsgongdina. – Tað hevur hjálpt ómetaliga nógv, at internetið er komið. Tað er so ræðuliga nógv lættari at Krimikongurin ger Samrøða Stefan í Skorini – Tá eg fór undir at skriva krimi-søgur, hevði eg ongar ætlanir um, at mítt virksemi skuldi blíva so umfatandi, sum tað er blivið, sigur Jógvan Isaksen, ið nú letur fjórðu krimisøguna um journalistin Hannis Martinsson úr hondum. Fólkakæri rithøvundurin hevur nógvar lesarar, og einfalda loyndarmálið aftanfyri tær vælumtóktu bøkurnar er, at lesarin ongantíð skal keða seg. Harumframt hevur høvundurin altíð lagt seg eftir at hava eitt lætt mál, soleiðis at bøkurnar fella fólki lættar at lesa