Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 2. november 2007 15 Poul Anker Hansen andaðist mánadagin í Íslandi 76 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Evangelii­ húsinum leygardagin klokkan 13. Pauli Reinert Petersen úr Saltnesi andaðist á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin, 62 ára gamal. John Svenning Andreasen av Toftum andaðist mánamorgun á Landssjúkrahúsinum, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni fríggjadagin kl. 14.Tey ið vilja minnast John kunna lata Føroya Felag Móti Krabbameini eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Poul Anker Hansen Tórshavn andaðist í Íslandi 76 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Evangeliihúsinum leygardagin kl. 13.00 Familjunnar vegna Sigga og børnini Tað kennist so undarligt at skriva minningarorð um ommu. Hon hevur altíð verið rundan um okkum. Omma var sum ein »mamma« fyri okkum øll. Full av lívsgleði og kærleika og altíð klár at hjálpa. Omma var eisini sera takksom fyri alt, og mangan gloymdi hon seg sjálva, tí øll onnur rundan um hana skuldu takast frammum. Hjá ommu var tað soleiðis at bara vit høvdu tað gott, ja so hevði hon tað eisini gott. Altíð smílandi og góð við øll. Ommu dámdi væl at vera til ymisk tiltøk. Hon var mangar túrar við pen­ sjónistafelagnum, tað dámdi henni so væl. Eisini var hon í dagtilhaldinum í Sørvági nakrar ferðir um vikuna og ikki at gloyma, hvussu væl henni dámdi at vera til ítriv inni á ellis­ heiminumn. Tað gekk hon sera høgt uppí, og har treivst hon væl. Eitt annað, sum eg veit at omma elskaði, tað var at fara á bingo. Hon var fast­ ur bingospælari, og tað gjørdi hon í nógv ár. Hon segði altíð, at tað var so stuttligt at fara á bingo. Tað var ikki altíð, at man vann nakað, men so fór hon bara fyri at møta fólki. Omma tosaði við øll. Eg haldi ikki, nakar persónur gekk forbí hana, uttan at hon segði: »Hey, hvør eigur teg«? Ella segði hon okkurt um veðrið ella okkurt annað, tí hon tosaði við øll. Eg var stødd í Danmark, tá ið eg fekk boðini um, at omma var dottin og hevði fingið álvarsligan skaða. Tað kom sum eitt »sjokk« fyri meg, og tankarnir byrjaðu at mæla runt í høvdinum. Teir dagarnar gjørdi eg ikki nógv annað enn at hugsa og hugsa. Eg hugsaði: »Hvat nú um omma fer at doyggja?« og »Hvat skulu vit gera uttan ommu« o.s.fr. Eg visti væl, at omma var ikki nøkur ung kona, og tí kundi tað jú altíð henda, men at omma skuldi fara, júst tá ið eg var burturstødd, hevði eg ikki trúð. Eg havi altíð verið so púra sikkur í, at omma fór at liva leingi afturat, tí at hon var so frísk og ung í sinni. Men so skjótt kann tað henda, og hví so er, tað hevur bara ein persónur svarið uppá. Leygardagin 22. september fór eg saman við nøkrum vinfólkum í eina hugnaliga djórapark. Tað var stuttlig og hugnalig løta, og eg fekk líkasum tankarnar eitt sindur vekk eina løtu. Men stutt eftir at vit vóru komin heim, ringdi telefonin. Tað var mamma, sum ringdi at fortelja mær, at nú var omma farin heim til Harran. Eg var sjálvandi øgiliga kedd um hetta, og eg dugdi slett ikki at fata, at omma ikki longur var millum okk­ um. Men eg fekk ótrúliga góða hjálp og nógva umsorgan og tey, sum eg var saman við niðri, skiltu meg væl og royndu at seta seg inn í mína støðu, sjálvt um tað var ringt. So eg fekk góða hjálp til at koma ígjøgnum sorgina og tað fái eg enn. Men tað, sum uggaði meg mest, var at omma var ein trúgvandi kona, og hon var sterk í trúnni. So eg visti beinanvegin, at omma var komin til eitt betri stað, heima hjá Guði og sam­ an við abba og øllum teim, sum omma sjálv hevur mist gjøgnum árini. Eingin pína og einki at ræðast. Í snjóhvítum kjóla, sum ein eingil og gøturnar av gull. Eingin grátur og einki tannagrísl. Tað verður ein øgiligur saknur hjá okkum øllum. Omma fylti so nógv, hon var mittpunktið í familjuni. 3 børn, 11 ommubørn og 9 langommu­ børn átti omma. Hon var so góð við okkum øll sum ein og vit við hana. Omma bleiv einkja í 1989 tá abbi doyði, og øll tey árini hevur hon klára seg virkuliga væl. Nú eru tey bæði saman aftur, glað og lukkulig, til vit øll samlast aftur heima hjá Guði. Hvíl í friði góða omma. Vit sakna teg. Ommudóttur tín, Herfríð Minningarorð um ommu Marha Kathrine Sofie Joensen f. Simonsen - f. 17. juni 1928 · d. 22. september 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 3. november. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus, sum doyði umleið ár 705. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hesum siði. Týskt navn, samansett av orðum, ið merkja hugur og bjartu 4. november. Otto. Ivingarsamt er, hvør hesin Otto er, men líkt er til, at sipað verður til biskupin Otto úr Bam­ berg, sum doyði í 1139. Navnið er týskt og merkir ríki­ dømi. 5. november. Malakias, deyður ár 1148. Írskur munkur, sum varð valdur til biskup í Armagh í Írlandi. Segðist at útinna mong undurverkini. Brúðarmyndir Øllum tykkum sum gjørdu hjúnabandsdagin hjá okkum 29. september 2007 ógloymandi, takka vit hjartaliga. Majken og Julius Hjartaliga takka vit øl- lum tykkum, sum gleddu okkum á hjúnabands- degi okkara tann 29. september 2007 Ragnhild og Jákup Mørk