fríggjadagur 2. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti
fáa fatur á informatión, sum kann
brúkast í mínum arbeiði.
Lættur lesnaður
Jógvan Isaksen hevur altíð
lagt seg eftir at brúka lætt
gerandismál í sínum bókum,
og hetta hevur óivað havt við
sær, at hann er náddur út til ein
breiðan skara av fólki við sínum
bókmentum.
– Eg royni at brúka eitt so lætt
mál sum gjørligt. Ein kvinna rósti
mær fyri málið í míni fyrstu bók,
tí at hetta var fyrstu ferð, at hon
hevði lisið eina føroyska bók
uttan allatíðina at hugsa um, at
hon nú las á føroyskum. Málið
er bara ein miðil til at fortelja
eina góða søgu, sigur Jógvan
Isaksen um málið í sínum bókum,
og prátið okkara millum fer at
snúgva seg um føroyskt mál.
– Til dømis hevur ein rithøv
undur sum Carl Johan Jensen
eina normativa missión við
málinum í sínum skaldskapi.
Hann hevur eina ætlan um at
læra og uppdraga føroyingar at
lesa og skriva føroyskt, men tað
havi eg avgjørt ikki.
Og Jógvan Isaksen ber als ikki
ótta fyri, at føroyskt stendur fyri
einum hóttafalli.
– Tað føroyska málið broytist
og mennist allatíðina, og tað
er eingin grund at hála málið
aftur til miðøldina, sum vit hava
sæð ein tendens til í nógv ár.
Vit skulu halda fram við at taka
fremmandaorð inn í føroyskt, bara
tey kunnu bendast og stavast
og ikki útihýsa orðum, sum hava
verið brúkt í fleiri mansaldrar,
bara tí at tey eru komin úr
donskum.
– Tað er bara í Føroyum, at fólk
gremja seg um, at tey ikki duga
føroyskt – sítt egna móðurmál!
Orsøkin er, at ein undirlutakensla
er blivin potað niður í fólk tey
seinastu mongu árini. Alt,
sum líkist donskum, er blivið
forbjóðað, meðan alt íslendskt
ókritiskt verður drigið inn í tað
føroyska málið.
Føroyskar bókmentir
Sum bókmentafrøðingur við
Københavns Universitet hevur
Jógvan Isaksen granskað í
føroyskum bókmentum, og
hann hevur latið nógv tilfar um
føroyska bókmentapallin úr
hondum. Seinastu árini hevur
nakað av kjaki verið um føroyskar
bókmentir, og summi fýlast á,
at ov nógv vánaligt verður givið
út. Og hesum viðvíkjandi hevur
Jógvan eina sera greiða meining.
– Tað kemur rættiliga nógv
út á føroyskum máli í hesum
døgum, og góðskan á útgávunum
er rættiliga svingandi – nakað er
gott, men nógv er eisini vánaligt.
Tað eru fleiri, sum grenja um,
at tað kemur for nógv vánaligt
tilfar út á føroyskum, men tað
er ongastaðni í verðini, at tað
bara koma góðar bøkur út. Tí
kunnu vit heldur ikki vænta, at
tann føroyski bókaheimurin er
stórt øðrvísi. Fleiri hava lyndi til
at gloyma, at bókaútgáva eisini
er business, og man kann ikki
forbjóða fólki at geva bøkur út. So
hatta sjónarmiðið er fullkomiliga
burturvið – tað er tað reina svass
fyri at siga tað bart út, sigur ein
bersøgin Jógvan Isaksen.
Hóast Jógvan nú er í gongd
við sína fimtu krimi, fer hann at
skriva fleiri verk um føroyskan
skaldskap í nærmastu framtíð.
Hetta verður gjørt sum liður í
hansara starvi á universitetinum í
Keypmannahavn.
Ongantíð rutina at
skriva krimibøkur
Hóast Jógvan er royndur í leikum,
tá tað kemur til at skriva krimi
søgur, fer tað ongantíð at gerast
eitt rutinukent arbeiði.
– Tað er altíð hart arbeiði at
greiða eina slíka bók úr hondum.
Tað er nógv strævnari enn at
skriva faglitteratur um føroyskar
bókmentir, sigur Jógvan. Hann
er longu farin undir fimtu bókina
í røðini um Hannis Martinsson,
men enn er óvist, nær hon kemur
á gøtuna.
Prátið er at enda komið,
og Jógvan skal skunda sær
avstað. Hann býr til dagligt á
Norðursælandi, har hann hevur
ein bát, og hann siglir nógv í
Oyrasundi, tá stundir eru til tess.
– Báturin hevur sertifikat at
sigla runt kring jørðina, so kanska
eg sigli ein túr til Føroyar onkran
dagin, sigur Jógvan við einum
smíli.
aftur um seg
Tað byrjaði sum eitt spæl,
men nú hevur Jógvan Isaksen
skrivað fjórðu bókina í røðini um
journalistin Hannis Martinsson, og
tann fimta er longu á veg. Lætta
málið í skaldskapinum hjá Jógvani
hevur givið honum nógvar lesarar.
Mynd: Símun J. Hansen