Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 213 - 2. november 2007 Áki Andreasen av Argjum er 1. oktober 2007 settur sum skrivstovuleiðari á Dómaraskrivstovuni. Hann tekur við eftir Kinn Magnussen, sum herfyri fór frá fyri aldur. Áki Andreasen er 35 ára gamal. Hann hevur skriv­ stovuútbúgving við umsiting sum sergrein, og hevur seinastu 11 árini starvast hjá Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin í Havn. Har fekk hann eisini útbúgving sína. Seinastu fýra árini hjá Ivan Johansen Bilum hevur Áki verið góðskuleiðari. Hann hevur í hesum sam­ bandi millum annað havt høvuðsábyrgdina av at fáa fyritøkuna ISO­góðkenda, so hon nú lýkur altjóða krøv. Umframt dagliga starv sítt hevur Áki Andreasen, eisini verið virkin í politisk­ um virksemi í Tjóðveldinum. Hann hevur eisini javnan verið at sæð í bløðunum við politiskum viðmerkingum til ymisk aktuel mál. Áka verður ynskt góðan byr á Dómaraskrivstovuni. /KD Nýggjur skrivstovuleiðari á Dómaraskrivstovuni 22. oktober fingu Nancy og Kári Kallsberg, Viðareiði, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3825 gr. 23. oktober fingu Guðrið í Stórustovu og Jóan Jakku Joen­ sen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 24. okt. fingu Jacobina og Søren Nolsøe Sørensen, Ikast ein son. Hann var 50 cm og vigaði 2820 gr. Hann eitur Silas. 27. oktober fingu Sæunn L. Petersen og Bjartur Nolsøe, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3950 gr. 28. oktober fingu Lív og Mannbjørn Nesá, Nes, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4250 gr. 28. oktober fingu Malan Rubeksen og Herjón Olsen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3600 gr. 29. oktober fingu Sunneva og Jan Hansen, Toftir, eina dóttur. Hon var 46 cm. long og vigaði 2560 gr. 30. oktober fingu Inga Samuelsen og Heri Petersen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr. 30. oktober fingu Janneth Heinesen og Kári Petersen, Skáli, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 30. oktober fingu Henny Olsen, Syðrugøta og Gert Å. Hansen, Kollafjørður, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3075 gr. 30. okt. fingu Eina Hansen og Carl Frank Johannesen, Sandoy, eina dóttir. Hon vigaði 3850 og var 52 cm long. 31. oktober fingu Guðrið Ellefsen og Rói Henriksen, Argir, ein son. Hann var 59 cm. langur og vigaði 4000 gr. 31. oktober fingu Eyð Mohr og Sjúrður Finnsson, Fuglafjørð­ ur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4050 gr. 22. oktober fingu Brandur og Harry eina lítlasystur, hon vigaði 4910 gr. og var 55 cm. Foreldrini eru Djona Suðuroy og Hjalmar Magnussen og tey búgva í Vági Hey! Eg eiti Christina Joensen, eg varð fødd 4. okt. 2007 eg var 50 cm. long og vigaði 2950 gr. Foreldur míni eita Gladys Heinsen og Kristian Joensen, vit búgva í Klaksvík. Diamantbrúdleyp og 50 ára føðingardagur 1. nov. høvdu Elna og Jacob Poulsen, Fuglafjørður diamant­ brúdleyp og 5. verður dóttirin Petra Haraldsen 50 ár. Dag­ arnir verða hildnir saman, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygardagin 3. nov. kl 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ár 3. november eru tað vorðin 60 ár síðani mamma, vermamma og omma okkara Jórun Joensen, Norðskáli, varð borin í heim. Í hesum sambandi hevði tað glett hana at sæð familju, vinir og kenningar til ein góðan bita í heiminum frá kl. 10­17. Eftir kl. 17 er hon saman við sínum nærmastu. 80 ár Sunnudagin 4. nov. verður Jonny Eystberg Johannesen, Skopun 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3. nov. í Ungmannahúsinum Samljóð frá kl. 11 til kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ár til dagin Í dag, 2. november verður Esther Gregersen, Syðrugøta, 85 ár. Hon er á Eysturoyar Røktar­ og Ellisheimi. Í dag, 2. november fyllir Tórur Olsen í Hósvík 85 ár. Tey, ið ynskja at heilsa upp á hann, eru væl komin inná gólvið í heiminum í Hósvík leygardagin 3. november eftir kl. 16. føðingar nøvn Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum hjálptu til og sýndu okkum samkenslu, tá elskaði pápi okkara Claus Amondsen doyði og varð jarðaður. Takk fyri heilsanir og gávur, og fyri stóra hjálp til ervið. Tit gjørdu okkum dagin lættari. Floksfelagaðar og lærarar í Hoyvíkar skúla, prestarnir Heri Joensen og Hanus Simonsen, kirkjutænarar og onnur. Og øll tit, sum fylgdu pápa okkara til seinasta hvíldarstaðin. . . . Vit takka eisini tykkum, sum mintust ommu okkara Maud Amondsen tá hon, í august mánaði doyði og varð jarðað. Hendrik, Bjørn og Gunnbjørg Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Joen Magnus Johannessen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Stóra tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk fyri blómur, heilsanir, uppringingar, vitjaninar og peningagávu til EMMAUS. Tøkk til prestin Magnus B. Jørgensen fyri góð og troystandi orð. Tøkk til tykkum á deild M. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elly, Tummas, Adolf, Elmar, Jacquelin og Jóan Magnus við familju Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu okkum samkenslu, tá ið maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jógvan Jacobsen Vestmanna andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Tøkk til Ingu Dam, prest, fyri góð og kenslurík orð og tøkk til røktarnar í Nærverkinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Vestmanna kirkju, og til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jonna, Sigbjørg, Hergerð og Jónvør Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Svanhilda (Nana) Magnussen andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, sum vóru um hana, ta tíðina hon var har. Familjunnar vegna Martin, Mathea, Hermod, Jack, Tórfríður og Sólfríða -har tað hendir