fríggjadagur 2. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti
16
Fyri stuttum kom út
nýggj bók um lista
mannin Torbjørn
Olsen. Tað er tann
sera virkni listafor
midlarin og listamál
arin, Bárður Jákups
son, sum enn einaferð
stendur fyri tekstinum
í eini listabók, sum,
óvist av hvørjari orsøk,
bert er útgivin á
donskum
Bókin um Torbjørn Olsen minnir
bæði í formati og uppseting
rættiliga nógv um “Myndlist í
Føroyum” frá 2000, sum Bárður
Jákupsson skrivaði og sum kom
út á føroyskum, donskum og
fyri ikki so langari tíð síðani, á
enskum máli eisini. Men í mun til
“Myndlist í Føroyum” er hendan
bókin um Torbjørn Olsen við
sløkum 100 síðum eitt sindur
minni í vavi, eisini samanborið
við tær stóru monografiirnar,
sum eru útkomnar seinnu árini
(Mikines, Ruth Smith, Tróndur
Patursson m.a.). Teksturin hjá
Bárði er sum eitt longri essay,
einar tjúgu-fimmogtjúgu A4 síður
til longdar, meðan litmyndirnar av
málningum, tekningum og grafikki
eru umleið 120 í tali, prentaðar í
ymsum støddum.
Barndómsupplivingar
í Haldarsvík
Teksturin er bygdur á ein annan,
áhugaverdan tekst, sum Bárður
Jákupsson skrivaði í mynda-
skránni til serframsýningina “Fær-
øske billeder – Tro – menneske
– natur” hjá Torbjørn Olsen í
Museet for Religiøs Kunst í
Lemvig í 2003. Innihaldsliga
fylgir Bárður Jákupsson eini
gongdari leið innan føroyskar
listabøkur, har støðið verður tikið
í ævisøguligum sannroyndum. Í
hesum føri snýr tað seg í fyrsta
lagið um landslagið í og kring
Haldarsvík, har Torbjørn plagdi at
ferðast, tá hann var smádrongur.
Poengið hjá høvundinum liggur
í tí ávirkan, hann heldur hesar
barndómsupplivingar hava á
vaksna listamannin. Hiðani fáa
vit eitt stutt yvirlit yvir menn-
ingina í føroyskari myndlist
í mun til tað europeisku, har
høvundurin perspektiverar aftur
til holumálningar og fram til
yngra ættarliðið í føroyskari list.
Síðani fáa vit søguna um hvussu
Torbjørn Olsen gjørdist listamaður
og hvussu hann eftir ráðum frá
Ingálvi av Reyni fór til Danmarkar
at ganga á tekniskúla sum
fyrireikingarskeið til Akademiið.
Tað er forkunnugt at síggja tey
tvey gomlu sjálvportrettini, sum
Torbjørn Olsen málaði, tá hann
var ávikavíst 16 og 17 ára gamal
og út frá hesum báðum tess
meira merkiligt og hugvekjandi,
at ein so framúr gávaður málari
ikki skuldi sleppa inn á málara-
skúlan. Áhugavert er eisini at
lesa um menningina og tær
ymisku fyrimyndirnar frá Monet
og de Stäel til Caravaggio og um
tær ymisku listaferðirnar til Rom,
Sveaborg, New York osfr.
Musikalskur
høvundur
Frásøguhátturin er sum heild
lættur, anekdotiskur og undir-
haldandi við meira nágreiniligum
lýsingum og greiningum í
støðum. Tá einstakir málningar
verða viðgjørdir, gerst greitt, at
frásøgumaðurin handan lýsingina
er málari og ein musikalskur ein
av slagnum, t.d.: “Kobolt- og
preusserblå flader sekunderes
af skylignende formationer
og lysere og mørkere flader
i alskens grønne farver – fra
jordbundet kromoxidgrønt til
ellevildt permanentgrønt.
Modspil til denne rige blå/
grønne hovedstruktur udgøres
af vandrette og lodrette engelsk-
røde strøg. Hist og her bryder
afmålte gule penselstrøg
igennem farvelagene i hidsig
pizzicato-rytme...” (s.36). Her
brúkar Bárður Jákupsson altso
eitt hugtak frá tónleikinum til tess
at lýsa máliháttin hjá Torbjørn
Olsen. Hvat viðvíkur stíli, er tað
de Stäel og tað hálvabstrakta,
sum størstur dentur verður
lagdur á. Hetta er áhugavert,
men merkiligt, at bókin ger so
lítið burturúr norðurlendskari
ekspressionismu, har eitt nú
Munch er ein eyðsæð fyrimynd.
Bókin er prýðilig og hvussu
kann hon vera annað, tá hon
snýr seg um litríku og dekora-
tivu myndir Torbjørn Olsens?
Eitt úrval av myndum er gott,
men júst í førinum Torbjørn
Olsen, sum hevur fingið so
nógvar góðar myndir frá hondini,
sum hann hevur, høvdu fleiri
myndir ikki verið av vegnum,
t.d. hevði eg fegin sæð allar
altartalvuvariatiónirnar endur-
givnar í bókini í stórari stødd.
Gamaldags?
Samanumtikið er bókin um
Torbjørn Olsen áhugaverdur
lesnaður, har ljós verður varpað
á ein tann mest týdningarmikla
føroyska listamannin. Bárður
Jákupsson kennir sítt evni og tað
liggur væl fyri at skriva, eins og
tað plagar. Eg veit ikki um tað
er tí, at bókin er á donskum, at
tónin í støðum tykist eitt sindur
gamaldags, frumsagnarkendur
sum í eini skaldsøgu hjá Williami
Heinesen, eitt nú í byrjanini, tá
skrivað verður um landslagið í
Haldarsvík á s.7: “Omgivet av
stejle lier og sorte klippevægge
ligger den lille bygd Haldarsvík...”
osfr. Eisini tykist hugburðurin
heldur enn ikki fornur á s.9:
“Det skal siges, at det nævnte
standardmotiv er lige så svært
at undgå for en færøsk maler,
som et skovparti eller en udsigt
over pløjemarker er for en dansk
maler.”. Tað man vera eitt sindur
síðan, at skógarmotiv vóru á
breddanum á kunstakademinum.
Men longur niðri í tekstinum
sæst, at høvundurin í grundini er
greiður yvir hetta og helst hevur
hann eisini rætt í sínum varhuga
av, at landslagið fer at koma
afturíaftur sum myndevni.
Abstraktión
Teksturin er skilagott skipaður
í fýra brotum eftir høvuðsmynd-
evnum hjá Torbjørn Olsen, sum
eru landslagið, málarin og
modellin, portrettir og altartalvur,
ið verða viðgjørd nøkulunda
í tíðarrøð. Tematiseringin er
ikki heilt gjøgnumførd, t.d.
gera vit eitt rend til Nólsoyar í
tí partinum, sum snýr seg um
modelmyndirnar. Nólsoyartúrin
brúkar høvundurin til eina stak
áhugaverda samanbering millum
Torbjørn Olsen og tann serstaka
og heilt øðrvísi Nólsoyarmálaran,
Steffan Danielsen, har fyrrnevndi
skal eitast at hava størri frástøðu
til myndevnið í mun til tann
seinna. Hetta er nakað, sum fær
lesaran at stúrsa við júst sum
man ger, tá man lærir. Tað snýr
seg als ikki um, at Torbjørn Olsen
er meir ella minni nærlagdur
enn Steffan Danielsen, men
um, at hesir báðir málararnir
heilt grundleggjandi viðgera síni
myndevni á ymiskan hátt. Meðan
t.d. lýsing Steffan Danielsens
av kirkjuni í Nólsoy reiðiliga
darrar av virðing og áhuga fyri
sjálvum motivinum, brúkar
Torbjørn Olsen eitt líknandi
myndevni mest sum støði fyri
eini ljós- og litsamanseting. Men
hví loypur hann so ikki heilt út
í tað og málar nonfigurativt?
Hesin spurningurin um viðurskifti
Torbjørn Olsens við tað abstrakta,
er sentralur í verki málarans og
tað er Bárður Jákupsson eisini
greiður yvir. Tí verður evnið tikið
upp fleiri ferðir í bókini, eins og
byrjunarsitatið hjá málaranum
hevur stóran týdning hesum
viðvíkjandi: “Man kan bruge et
motiv, men til sidst ser man ikki
motivet – det er der bare. Som et
holdepunkt. Du ser det ikke, men
alligevel skal det være der. Du
arbejder jo med noget helt andet
i motivet end det umiddelbart
genkendelige. Det er faktisk
motivet, der bliver abstrakt, ikke
billedet.”.
Bókin er útgivin á danska
forlagnum Atlantia, sum m.a.
eisini gav út ta vøkru bókina við
akvarellum hjá Ingálvi av Reyni
og í samstarvi við Sprotan gav
donsku versiónina av Myndlist
í Føroyum út. Eins og í hinum
førunum skuldi tað verið upplagt
at fingið út bókina um Torbjørn
Olsen eisini á føroyskum.
Motivið sum grund
List
Kinna Poulsen