fríggjadagur 2. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
Skeiv mynd av Grønlandi
Politiski framsøgumaðurin hjá grønlendska flokkinum Siumut, Lars-Emil
Johansen, er sera misnøgdur við sendingina ”Flugten fra Grønland”, sum
danska DR-sjónvarpið vísti fyrrakvøldið. Hann sigur, at sendingin vísir
bara ta døpru síðuna av grønlendska samfelagnum og svarar til, at ein
sending um tað danska samfelagið bara snúði seg um Vollsmose og
pedofilimálið í Tønder. Hann heldur, at rúsevna- og rúsdrekkamisnýtsla er
størsti vandin í Grønlandi.
”Flugten fra Grønland” lýsir bara ta døpru síðina av Grønlandi,
sigur Lars-Emil Johansen (Mynd: Heimastýrið)
Állurin í vanda
Altjóða náttúruverndarfelagsskapurin IUCN sigur í
einari nýggjari frágreiðing, at umleið ein triðingur av
teimum evropeisku feskfiskasløgunum eru í vanda fyri
at doyggja út. Í Evropa eru 522 fiskafiskasløg, og
sambært frágreiðingini eru 200 teirra hótt. 12 sløg eru
longu útdeyð. William Darwall hjá IUCN sigur við
Reuters, at feskfiskasløgini í Evropa eru verri fyri enn
fuglurin og súgdjórini, og at tað er neyðugt við
tiltøkum.
- Kanningin kann
geva okkum
grundarlag at læra,
hvussu vit megna at
gagnnýta eitt sterkt
tilknýti millum
okkara samfelag
og útisetarnar, og
hvussu vit megna
at eggja fólki til at
búseta seg aftur í
heimlandinum – ella
at nýta sínar førleikar
í heimlandinum í
styttri ella longri
tíðarskeið, sigur
Norðuratlants-
bólkurin
Føroyskir útisetar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í tíðindafundi í Nóatúni í
morgun, sum Norðuratlants-
bólkurin á fólkatingi skip-
aði fyr, legði bólkurin fram
úrslit í eini nýggjari kanning
um føroyskar útisetar í
Danmark.
Tað var fyri sløkum ári
síðan, at bólkurin hevði tíð-
indafund og boðaði frá, at
hann hevði sett í verk eina
kvantitativa kanning um før-
oyskar útisetar í Danmark.
At kanningin er kvantita-
tiv merkir, at hon í fyrsta
lagi snýr seg um taltiltar –
og ikki um teir kvalitetir og
kenslur, sum liggja aftanfyri
avgerðina hjá føroyingum
at búgva í Danmark.
Hetta er soleiðis í fyrsta
lagi ein hagtalskanning.
Á
tíðindafundinum
í
morgun
beyð
Høgni
Hoydal, limur í Norður-
atlantsbólkinum, vælkomin,
og síðan tók Leivur Persson
yvir.
Saman við Anniku Smith,
sum nú starvast í ST og
Gunnari Bjarnasson, hevur
Leivur havt ábyrgdina av, at
kanningin bleiv liðug.
Útisetar heimaftur
Endamálið við kanningini
hevur verið at savna ítøkilig-
ar upplýsingar um, hvussu
nógvir føroyingar, býttir í
trý ættarlið, búleikast í Dan-
mark, og hvussu viðurskifti
teirra eru.
Eitt av endamálunum við
kanningini er at viðvirka
til, at føroyskir útisetar í
Danmark kunnu gerast eitt
tilfeingi fyri føroyska sam-
felagið.
Norðuratlantsbólkurin
hevur eitt nú til endamáls at
virka fyri rættindum, sam-
leika, sjálvræði og sjálvs-
virðing hjá føroyingum og
grønlendingum, bæði úti og
heima.
Bólkurin heldur, at føroy-
ingar og grønlendingar eiga
at gerast sjónligir og vinna
sær virðing og tilvitan um
egnar
møguleikar
og
avbjóðingar.
- Ein avgerandi táttur í
hesum hevur verið at kann-
að, upplýst og skift orð um
støðuna hjá okkara lands-
monnum í Danmark. Tískil
hava vit sett kanningina í
verk um føroyingar og
grønlendingar í Danmark,
sigur Norðuratlantsbólkur-
in.
Lagt verður aftrat, at
kanningin kann geva okkum
grundarlag at læra, hvussu
vit megna at gagnnýta eitt
sterkt
tilknýti
millum
okkara samfelag og útiset-
arnar, og hvussu vit megna
at eggja fólki til at búseta
seg aftur í heimlandinum –
ella at nýta sínar førleikar í
heimlandinum í styttri ella
longri tíðarskeið.
- Heili 237 føroyskir
útisetar í Danmark
eru útbúnir fólka-
skúlalærarar, sam-
stundis sum tørvur er
á útbúnum lærarum
bæði í Føroyum
og Danmark. Vit
»eiga« eisini 97
maskinmeistarar,
71 skipsførarar, 29
búskaparfrøðingar og
heili 60 løgfrøðingar
sum útisetar í
Danmark, sigur
Leivur Persson
Føroyskir útisetar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilsamans 22.549 føroy-
ingar, býttir yvir trý ættarlið,
búgva í Danmark.
Tað er talið, sum Norður-
atlantsbólkurin hevur fingið
at vita frá Danmarks Statis-
tik. Hetta svarar til út við
helmingin av samlaða fólka-
talinum í Føroyum – ella
46,75%.
Í prosentum svara før-
oysku útisetarnir tó bert til
0,415% av samlaða fólkatal-
inum í Danmark.
Av teimum 22.549 føroy-
ingunum í Danmark, eru til-
samans 9.741 fødd í Føroy-
um.
Áhugaverd tøl
Á tíðindafundi í Nóatúni í
morgun legði Leivur Pers-
son fram bóklingin við
nógvum ymiskum og áhuga-
verdum hagtølum yvir før-
oyskar útisetar í Danmark.
- Hyggja vit at nettotilflyt-
ingini til Danmarkar, sæst,
at hon hevur verið javnt
veksandi seinastu 30 árini.
Tó er eitt lop í tíðarskeið-
inum 1990-1994, tá nettotil-
flytingin veksur til tað tví-
falda í mun til tíðarskeiðið
1985-1989. Í tíðarskeiðinum
1995-1999 og 2000-2005
minkar flytingin til Danmar-
kar rættiliga týðiliga, og
vøksturin hesi árini er
umleið tann sami sum fyri
1990.
Leivur legði aftrat, at
árini, tá tilflytingin av føroy-
ingum í Danmark, var
størst, var undir stóru fíggj-
arkreppuni í Føroyum.
- Flestu føroyingarnir,
sum hesi árini fluttu til Dan-
markar, vóru í aldrinum 17-
39 ár, og framvegis eru
nógv ikki heimaftur komin.
Hann vísti á, at netto-
tilflytingin av føroyskum
konufólki til Danmarkar
var nógv størri enn nettotil-
flytingin av mannfólki.
- Árinini av hesum síggj-
ast í Føroyum í dag, har
fólkatalið er merkt av ójavn-
vág millum kynini, segði
Leivur.
Útbúgvingarstøðið
Sambært
skráseting
hjá
Danmarks Statistik høvdu í
minsta lagi 6.457 føroyskir
útisetar í Danmark eina
førleikagevandi útbúgving
hin 1. januar 2006. Av
hesum vóru 2.732 mannfólk
og 3.725 konufólk.
- Hetta svarar til, at 28%
av samlaðu útisetunum eru
útbúnir. Siga vit, at tey
stívliga 8000, sum eru í
aldursbólkinum 0-16 ár,
enn eru ov ung til at vera
liðug við útbúgving, svarar
hetta til, at í minsta lagi
45% av útisetunum (eldri
enn 16 ár) hava eina
førleikagevandi útbúgving.
Leivur legði aftrat, at í
uppgerðini yvir fólk við
útbúgving, eru bert tey tikin
við, sum hava tikið eina
útbúgving í Danmark.
- Vit vita, at nógvir føroyi-
ngar, sum búgva í Danmark,
hava tikið eina útbúgving í
Føroyum, eitt nú sjófólk,
men hesi eru ikki skrásett
sum útbúgvin. Soleiðis er
talan um minimums-tøl.
237 lærarar
Í tølunum yvir, hvørjar
útbúgvingar føroyskir úti-
setar í Danmark hava, sæst,
at heili 720 fólk hava eina
útbúgving sum heilsuhjálp-
arar, assistentar og annað,
meðan 410 eru útbúgvin
sum sjúkrarøktarfrøðingar.
- Vit síggja eisini í upp-
gerðini, at heili 237 før-
oyskir útisetar eru útbúnir
fólkaskúlalærarar,
sam-
stundis sum tørvur er á
útbúnum lærarum bæði í
Føroyum og Danmark.
Føroyingar »eiga« eisini
97
maskinmeistarar,
71
skipsførarar, 29 búskapar-
frøðingar og heili 60 løg-
frøðingar í Danmark.
- Í uppgerðini síggja vit
eisini, at talið av útbúnum
føroyskum læknum í Dan-
mark er 90, segði Leivur
Persson.
Kanningin vísir eisini, at
435 mannfólk og 326 konu-
fólk hava eina longri hægri
útbúgving, og samanlagt
hava 43 føroyskir útisetar í
Danmark eina granskingar-
útbúgving.
Inntøkuviðurskifti
- Galdandi fyri øll ættarlið
og allar aldursbólkar er, at
mannfólk samanlagt hava
eina væl hægri miðalinntøku
enn
konufólk
í
sama
ættarliði og aldursbólki.
Hetta er sama mynstur, sum
sæst aftur aðrastaðni í
vesturheiminum.
Leivur Persson segði, at
fyri øll ættarlið er eisini
galdandi, at munurin á
miðallønini millum kynini
er lítil í byrjanini, men
munurin gerst størri, tess
eldri fólk gerast.
At fáa føroyskar útisetar heimaftur
Tað eru Leivur Persson, Gunnar Bjarnason og Annika Smith, sum hava staðið fyri kanningini og
hava lagt bóklingin, sum gjørdur er, til rættis. Høgni Hoydal er limur í Norðuratlantsbólkinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eiga gott tilfeingi í Danmark