fríggjadagur 2. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti 17
At síggja til er hetta
ikki nøkur stórfingin
listaframsýning, hvørki
tá talan er um nøgd
ella um støddina av
teimum 22 listaverk
unum, sum eru smáar
vatnlita og oljukrits
myndir, umframt
nakað av grafikki, ið
alt er á pappíri. Men er
henda listin ikki stór í
vavi, kann hon vera
rúmlig í so mangan
annan mun
Tað er nevniliga eitt av teimum
stóru og týdningarmiklu lista
fólkunum, sum í løtuni sýnir
fram í lítla Havnargallaríinum
Stephanssons Hús og hóast talan
er um eina søluframsýning við
gomlum skitsum og tekningum frá
ymiskum tíðarskeiðum, so er tað
ongantíð keðiligt, tá listamaðurin
eitur Torbjørn Olsen. Fram
sýningarheitið “Persónslýsingar,
altartalvur og náttúrumyndir”
er breitt og gevur ábending av
einum lutfalsliga tilvildarligum
úrvali av listaverkum hjá Torbjørn
Olsen. Men sum skilst er tað
gallaríeigarin, Ingvør Nolsøe,
ið hevur framt eitt “con amore”
úrval. Á ferniseringini, sum var
19.oktober, signeraði listamaðurin
nýggju bókina, sum Bárður
Jákupsson hevur skrivað um hann
og sum eisini verður ummæld í
hesum blaðnum.
Pappírslist
Pappírsmyndir hava ikki sama
støði millum fólk sum málningar.
Soleiðis er tað bara. Hetta sæst
millum annað ofta á einum týði
ligum prísmuni millum listasløg
ini, sum tó ikki er eins týðiligur
á hesi framsýningini, hvørs
pappírslistaverk í summum førum
ikki eru heilt ódýr. Men í grundini
er tað gleðiligt at síggja, at hetta
ikki tykist styggja listakeyparar
á hesi framsýningini. Tí hóast
pappírsskitsur kunnu tykjast
meira ómakaleysar enn lidna
verkið, eru tær eisini ofta frískari
og meira spontanar og harvið
eisini meira livandi enn tað lidna
verkið. Ikki minst, tá talan er
um ein so dugnaligan teknara
sum Torbjørn Olsen. Skitsan av
Williami Heinesen er kanska tað
besta verkið á framsýningini, sum
veruliga tykist fanga eyðmjúka
opinleikan í poesi Heinesens.
Gentulýsingin, (nr. 11) er eisini
rørandi í sínum ekstrema einfeldi;
ein rá einslitt strikumynd, sum
í fáum, brúnum strokum fangar
tað ólidna, sum merkir óbúna
andliti samstundis sum eitt
sindur av heitum gulum liti á
enninum gevur hugasamband til
barndómsins sólskin og sakloysi.
Náttúrulýsingar
og altartalvur
Náttúrulýsingarnar eru litríkar,
ofta spælandi við mótsetnings
litum sum t.d. gulum og violettum
og reyðum og grønum. Torbjørn
Olsen má á sama hátt sum hin
stóri koloristurin í føroyskari mynd
list, Ruth Smith, hava myndevnið
framman fyri sær, tá hann málar.
Hetta er óivað ein orsøk til, at
mong av hansara landsløgum eru
býarlandsløg, sum hann hevur sæð
tey í útsýni frá teimum ymisku
starvsstovunum, hann hevur
havt. Hann finnur serliga stóran
íblástur í teimum menniskjunum,
sum hann málar. Í sambandi við
altartalvurnar, sum hann hevur
málað seinastu árini, hava vinfólk
staðið model í teimum ymisku
bíbilsku leiklutunum. Bróðurin,
tann framúrskarandi grafikarin,
Marius Olsen hevur eitt nú verið
fasta fyrimyndin fyri Jesuslýs
ingunum. Torbjørn dámar ikki at
verða nevndur bókmentaligur
málari í týdninginum at vera
ein støðuleysur myndprýðari av
søgum hjá øðrum. Samstundis
má staðfestast, at hann sum
altartalvumálari veruliga hevur
fingið sera nógv burtur úr bíbliu
søguni. Men Torbjørn nýtist ikki
ræðast tað bókmentaliga, sum
hjá honum ongantíð verður til
ivaleysa illustratión. Í hansara
altartalvum, men eisini í teim
mongu steinprentunum við sama
myndevni í fleiri variatiónum,
verður bíbliusøgan tulkað til
eina listarliga søgu, sum tykist
taka støðu í einum grundleggj
andi, eksistentiellum iva. Fýra
altartalvuprent eru við á fram
sýningini, men umframt hesar
dramatisku myndirnar eru fleiri
lættar, skemtiligar myndir av
gerandisupplivingum sum t.d.
nr. 8 í skránni við skálkabrosandi
heitinum: “Ragnar vaknar tungan
dag í Rom”. Framsýningin í Art
Galleri Stephanssons hús er
opin hvønn dag inntil umleið 9.
november.
Lítið gallarí,
stór list!
List
Kinna Poulsen