Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 213 - 2. november 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Manches- ter United- fjepparar møtast í Manhattan Nú ætla Manchester Uni­ ted­viðhaldsfólk at taka stigið til at stovna eitt før­ oyskt fjepparafelag. Fyrsta stigið verður tikið leygarmorgun í Man­ hattan, í Havn. Liverpool, Newcastle og Arsenal hava síni fjepparafeløg í Føroyum. Nú verður gjørt klárt til at stovna eitt føroyskt Manchester United­fjepp­ arafelag. United­við­ haldsfólk fara at møtast í Manhattan, leygarmorg­ unin 3. november kl. 11. Klokkan 12 er dystur millum Arsenal og Man­ chester United á skránni. Men byrjað verður kl. 11. Ætlanin hjá fyriskip­ arunum er fyrst at lodda dýpið hjá United­fjeppar­ unum, um hvussu fjepp­ arafelagið eigur at skipa seg, og hvørji tiltøk ein eigur at leggja seg eftir at skipa fyri. Eyðsýnt er, at túrar til Old Trafford standa ovast á ynskilist­ anum hjá øllum United­ fjepparunum. Eisini ætla stigtakarnir at venda ting­ um, sum viðurkenning frá Manchester United, heimasíðu, og hvussu arbeiðið skal skipast. Men givið er, at hetta arbeiðið krevur undirtøku frá United­viðhaldsfólk­ um í Føroyum. Kl. 12 fara United­viðhaldsfólk­ ini at hyggja saman eftir toppdystinum millum Arsenal og Manchester United. Vinnur United dystin á Emirates Stadi­ um, fáa tey, sum eru í einari United­troyggju, boðið okkurt leskiligt til góman. Talan verður tá um vørur frá Føroya Bjór. Tá føroyskir Arse­ nal­fjepparar stovnaðu sítt fjepparafelag, var fult hús á Manhattan! HS Talvsamband Før­ oya skipar aftur í vetur fyri Føroya­ meistarakapping fyri børn­ og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM­kappingina 2008 Talv Tíðindaskriv Kappingin um FM­heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM­kappingina: A - bólkur: Telvarar føddir 1988­90 (17­20 ár) B - bólkur: Telvarar føddir 1991­92 (15­16 ár) C - bólkur: Telvarar føddir 1993­94 (13­14 ár) D - bólkur: Telvarar føddir 1995­96 og (11­12 ár) E - bólkur: Telvarar føddir 1997 og seinni. (10 ár og yngri) Kappingin er opin fyri øll­ um áhugaðum talvungdómi. Skipað verður fyri 3 kapp­ ingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna: (1) Fyrsta kappingin verð­ ur í Vestmanna 4. november 2007 (fyriskipari Vestmanna Talvfelag). Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið. Heið­ ursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldurs­ bólki. Byrjað verður kl. 14. Telvað verður í aulini í skúl­ anum. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggja­ kvøldið 2. november 2007. (2) Onnur kappingin verður í Sandavági 10. november 2007 (fyriskipari Sanda­ vágs Talvfelag). Telva verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. til hvørt talvið. Heiðurs­ merki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki. Byrjað verður kl. 12. Telvað verður í SÍF­húsinum. Sein­ asta freist at melda luttøku, er hóskvøldið 8. november 2007. (3) Triðja kappingin (final­ an) verður 24. november 2007 í Tórshavn (fyriskipari TSF). Telvað verða 7 umfør, har allir møta øllum. Hvør telv­ ari hevur 30 min. í part til hvørt talvið. Í finaluni lut­ taka teir 8 telvararnir, sum í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava staðið seg best. Telvað verður í skúlanum á Argjum. Byrjað verður kl. 10. Í finaluni verður nr. 1 í hvørjum aldursbólki Føroya­ meistari, nr. 2 gerst nr. 2, o. s.fr. Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í finaluni. Umframt føroyameistara­ heitið, vinna tey bæði fremstu í hvørjum aldurs­ bólki rætt at taka lut í NM­ kappingina fyri einstakling­ ar, sum hesuferð verður í Danmark ­ í februar mán­ aði 2008. Sí annars heimasíðu Talv­ samband Føroya: www.faroechess.com. FM í talvi fyri børn og ung Føroyar fingið OL-dómara Schandorff Vang hevur fingið víst tað stóra álit og heiður at vera OL-dómari 2008. Hetta varð veruleiki, tá tað á dómarakonferensuni hjá FITA, ið hildin varð í Rom í døgunum 26.-28. oktober, varð kunngjørt, hvørji skuldu døma í bogaskjótikappingunum á Olympisku leikunum 2008 í Beijing. 14 dómarar úr ymiskum londum eru valdir, harav bert tveir skandinavar. Dómararnir eru úr londunum NOR, CHN, AUS, SLO, LEB, USA, TUR, ITA, GER, SIN, HKG, VEN, CUB og FER (Føroyum). Schandorff hevur verið altjóða dómari síðan 1996 og hevur dømt í nógvum altjóða kappingum, m.a. Paralympic 2000, HM, EM, World Master Games, evropeiskum Grand Prix og World Cup. Bogaskjótideildin Spenningurin hevur ofta verið stórur, tá avgerandi dystirnir skulu telvast