Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 18 Ein dagin fyri nøkur og tredivu árum síðani, tá Hans Mortensen var á veg heim av uttanlandsferð, var mjørki í Vágum, og tí vendi flogfarið við og fór til Hetlands at bíða eftir betri floglíkindum. Hans gekk um hetta mundið og spældi sær við tankan um at opna eina handilsmiðsstøð í høvuðsstaðnum, men enn var langt á mál í so máta. Í sama flogfari vóru býráðspolitikarar og embætismenn, og tað var júst hetta fólkaslagið, sum Hans noyddist at yvirtala, um tað skuldi eydnast honum at fremja eina so kollveltandi ætlan í verki, sum handilsmiðstøðin var um hetta mundið. Ein sum minnist væl hesa tíðina, og sum stóð Hans Mortensen nær, er kendi vinnulívsmaðurin, politikarin og fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen. Hann kom sjálvur ikki inn í býráðið fyrr enn í 1980, men um somu tíð sum Hans Mortensen legði stórar handilsligar ætlanir fyri dagin, hevði Poul Michelsen stovnað sína egnu heilsølu, við støði í sínu útbúgving sum heilsølumaður. Hetta var afturi í 1974. - Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, so ringu floglíkindini í Vágum gjørdu, at Hans fekk stundir at lufta sínar tankar um handilsmiðstøðina við hesar politikarar og embætismenn, greiðir Poul Michelsen frá. Løgdu lunnar við Zanzibar Tað er ikki ov nógv sagt, at bæði Poul Michelsen og Hans Poul Michelsen: Størsta handilsliga fra Líka síðani ung­ dómsárini hava Poul Michelsen og Hans Mortensen gingið lið um lið. Teir vóru saman um at opna grillbarrina Zanzibar, stóðu saman um mangt og hvat, og eisini SMS. Sosialurin hevur hitt litríka vinnulívsmannin og politikaran Poul Michelsen, nú SMS fyllir 30 ár 30 ára føðingardagur Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Poul Michelsen og Hans Mortensen hava flygst síðani ungdómsárini. Umframt ymiskt vinnuligt virksemi, so stóðu teir eisini saman um stovnani av SMS, sum læt dyrnar upp fyri 30 árum síðani, 2. november 1977 Johan Johannesen í Fuglafirði varð føddur hendan dagin, 2. november í 1977 – hann var einasta barn, ið sá verðina hendan dagin – og tí var hann maskottur hjá SMS í nógv ár Talan var um eina risa stóra handils 1977, hóast gólvvíddin er fleirfaldað er tikin tann dagin, SMS læt upp, 2.