fríggjadagur 2. november 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 213 - 2. november 2007
Stutt Sagt
Táragass eftir
studentum
Løgreglan í Venesuela
brúkti táragass og vatnkan
ónir, tá fleiri fleiri túsund
studentar gingu mótmælis
gongu ímóti politikkinum
hjá Hugo Chavez, forseta.
Løgreglumenninir skutu
eisini við gummikúlum.
Studentarnir eru serliga
misnøgdir við eitt uppskot
hjá forsetanum at broyta
venesuelsku grundlógina.
Eftir uppskotinum verður
einki mark fyri, hvussu
ofta ein forseti kann velj
ast aftur. Chavez sigur, at
fólkaatkvøða verður um
broytingina í næsta mán
að, men studentarnir vilja
hava betri stundir til at
viðgera uppskotið.
Ávarar
Evropa
Forsetin í Iran, Mahmoud
Ahmadinejad, ávarar nú
tey stóru londini í Evropa
ímóti at taka undir við
amerikonsku stjórnini og
hennara
fíggindaliga
ágangi ímóti Iran, sum tik
ið verður til. Ahmadinejad
sigur, at Iran heldur eyga
við, hvat Evropa ger, og
at hann ávarar tey evro
peisku londini ímóti at
fremja nøkur tiltøk ímóti
landinum. Forsetin sigur,
at koma nøkur ágangandi
tiltøk úr Evropa, fara iran
ar at hava tað í huga tann
dagin, teir fara at svara
aftur.
Chrysler
sendir 10.000
til hús
Amerikanska
bilverk
smiðjan Chrysler kunn
gjørdi í gjár, at hon ætlar
at siga 10.000 fólkum úr
starvi næsta ár afturat
teimum 13.000, sum fyrr
hava fingið fráboðan um
uppsøgn. Fyritøkan sigur,
at sølan í ár er á einari
leið, men at roknað verður
við minni sølu næsta ár.
Fyri einum ári síðani
keypti amerikanska íløgu
fyritøkan Ceberus 80 pros
ent av partabrøvunum í
Chrysler, og fyritøkan
ásannar, at útlitini eru
versnað nógv hetta árið.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit iðra okkum ikki um tað, sum vit gjørdu hendan
dagin, tí tað ráddi um at fáa enda á krígnum
(Manningin á „Enola Gay“)
útlond
Í Bretlandi eins og á okkara
leiðum er tað siður, at fólk,
sum fylla 100, fáa eina
heilsan frá landsins ovasta
myndugleika,
og
Peggy
McAlpine fekk eisini eina
heilsan frá Elisabeth drotn
ing á 100 ára degnum. Men
Peggy vildi hava meiri burt
ur úr degnum, so hon gjørdi
av at leypa út av einum 762
metrar høgum fjalli á Kýp
ros saman við einum hjálp
armanni
undir
einum
sonevndum
paraglider
skíggja. Nú kemur hon í
metbókina hjá Guiness, tí
hon
er
heimsins
elsta
kvinna, sum hevur roynt
slíkt. Peggy hevur longu
sagt, at hon er til reiðar at
leypa eina ferð afturat.
Kanningar hjá
Reyða Krossi vísa,
at tey flestu børnini,
sum skuldu flytast
úr Tjad til Evropa,
hava minst annað av
foreldrunum á lívi
Myndugleikarnir
í Tjad
hava skuldsett seks franskar
og sjey spanskar ríkisborg
arar fyri at hava havt ætlanir
um at burturflyta 106 børn
til Evropa. Børnini skuldu
við einum sponskum flog
fari til Fraklands, men
myndugleikarnir fingu snev
ilin av ætlanini og steðgaðu
flogfarinum í síðstu løtu.
Seks av teimum skuld
settu arbeiða hjá franska
hjálparfelagsskapinum
Zoes Ark, og tey hava greitt
tjadsku
myndugleikunum
frá, at børnini eru foreldra
leys og úr ófriðarliga sud
anska landspartinum Dar
fur. Men kanningar hjá
Reyða Krossi hava avdúkað,
at 91 av børnunum hava
minst annað av foreldrunum
á lívi, og at tey flestu børn
ini eru úr Tjad og ikki úr
Sudan. Ein trupulleiki er, at
nógv av børnunum eru so
smá, at tey duga ikki at
siga, hvar tey búgva.
Forsetin í Tjad, Idriss
Deby, hevur sagt, at tey,
sum ætlaðu at flyta børnini
av landinum, verða revsað.
Hann hevur tó bent á, at
tríggir franskir blaðmenn,
sum vórðu tiknir saman við
hinum, kunnu sleppa til
Fraklands, og at flogternur
nar á spanska flogfarinum
eisini kunnu sleppa til hús.
Børnini eru
ikki for-
eldraleys
Paul Warfield Tib
bets Jr., sum var
flogskipari á flog
farinum, sum slepti
kjarnorkubumbuni
niður yvir Hiroshima,
er deyður
Eftir egnum ynski fær tann
92 ára gamli fyrrverandi
flogskiparin hvørki grøv
ella gravstein, tí hann bar
ótta fyri, at fólk, sum eru
ímóti
kjarnorkuvápnum,
skuldu gera seg inn á grøv
hansara.
Paul Warfield Tibbets Jr.
skrivaði navn sítt í heims
søguna tann 6. august í
1945, tí hann var flogskipari
á amerikanska flogfarinum
„Enola Gay“, sum hendan
dagin slepti einari kjarn
orkubumbu niður yvir jap
anska býin Hiroshima.
Tá eg fekk uppgávuna,
visti eg, at hetta fór at verða
ein kensluborin dagur, men
vit noyddust at leggja kensl
urnar til viks. Eg eri ikki
stoltur av at hava verið
80.000 fólkum at bana, men
eg eri stoltur av, at alt gekk,
sum tað skuldi, segði Tib
bets í einari blaðsamrøðu í
1975.
Hiroshimabumban drap
80.000 fólk, men umleið
60.000 onnur doyðu seinni
av bumbuni, sigur BBC.
Hiroshima-flogskiparin deyður
Fleiri hundrað fólk í Tjad mótmæltu í gjár ætlanini at flyta børn til Evropa
Paul Warfield Tibbets Jr. nevndi flogfar sítt „Enola Gay“ eftir
mammuni, sum fekk hann at læra til flogskipara
Fylti 100 og setti
heimsmet