Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í lagi at lata kirkjur aftur Danmark: 75 % av fólkinum í Keypmannahavn halda tað vera eitt gott hugskot at lata kirkjur aftur í býnum. Hetta vísir ein kanning, sum Rambøll hevur gjørt fyri Jyllandsposten. Kanningin er gjørt í kjalar­ vørrinum av einum uppskoti sum Stiftsráðið í Keyp­ mannahavn gjørdi fyri trimum mánaðum síðani, har nevndur varð møguleikin at lata 10 av teimum íalt 107 kirkjunum aftur. Orsøkin til hetta er, at færri og færri fólk brúka kirkjurnar. Annars er sjáldsamt at kirkjur verða lætnar aftur í Danmark. Hetta er bert hent tríggjar ferðir seinastu 39 árini. Logos Hope til Danmarkar í vár Keypmannahavn: Gongst sum ætlað fer umbygda og høvuðsumvælda trúboðara­ skipið “Logos Hope” (myndin) at vitja í Keypmannahavn í mars mánaði næsta ár. Nógv arbeiði skal gerast áðrenn skipið kemur hagar tann 26. mars, her tað verður liggjandi heilt fram til 13. apríl 2008. Logos Hope er gamla Norröna og er tí áhugaverd hjá føroyingum at vitja. Spurningurin er bert, um skipið eisini leggur leiðina til Føroyar. Samfelags­ stevna um tvær vikur Ebenezer: Um 14 dagar verður árliga samfelagsstevnan hildin í Ebenezer í Havn. Hetta plaga at vera sannir hátíðardagar hjá limunum í samkomuni og hjá teimum mongu vitjandi kring alt landið. Í fjør varð sostatt mett, at eini 8000 fólk vóru til hesi møtini. Sunnudagin 18. november verður møtið tikið upp. Tað verður sent í útvarpinum sunnudagin 2. desember. Latum okkum ikki tráa eftir fáfongdari æru, so at vit erta hvør annan og øvunda hvør annan Gal. 5,26 Tráan eftir fáfongdari æru er nakað, ið hoyrir inn undir gamla Ádam, og tí áttu kristin menniskju ikki at havt áminning av hesum slagi fyri neyðini. Men royndirnar vísa, at gamli Ádam er ein ov góður svimjari, at hann so lættliga letur seg drukna av einum kristnum. Hann kann eisini dumsa við á mjáa vegnum og royna at gera seg galdandi. Ikki er so lætt at togast við hann. Hetta var eisini galdandi teir kristnu galatamenn, og tað sama er galdandi okkum føroyingar. Tí hava vit eisini tørv á áminning Paulusar. Øvund og ærusjúka er ein stór synd at falla í. Ein gerst so lítil, tá ið ein roynir at gera seg sjálvan stóran. Tann, ið vil vera størri enn hini, gerst altíð minni enn hini. Okkara menniskjaliga tilfar gerst munandi verri, tá ið vit byrja at tráa eftir at verða heiðrað og at onnur skulu leggja merki til okkum. Tilfarið í okkum sum kristin tolir ikki slíkt. Tá ið vit geva æru og øvund pláss í sinni okkara, bara tí vit vilja verða heiðrað meira enn onnur, verður trúarinnar eyðmjúka sinnalag í okkum kvalt, og tað orkar trúgvin ikki at bera. Tað snýr seg um at hava eina jaliga fatan av øðrum menniskjum. Tað neiliga sinnið, ið tráar eftir æru, kann ikki brúkast til nakað. Tað menniskja er altíð einsamalt. Heldur eiga vit at takka Guði fyri, at vit liva eitt kristiligt lív, sum onnur kunnu gleðast um. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Japanar í túsundatali hava tikið við kristnitrúnni við at lurta eftir Bach­tónleiki, sigur amerikanska tíðarritið Christian History. Urguleikarin Masaaki Susuki, ein av høvuðsmonnunum innan Bach­meldurin byrjaði at spæla Bach tónleik, fyri 16 árum síðan, og sum í dag floymir inn yvir Japan. ­ Eg spjaði boðskapin hjá Bach, og hann hevur allar sínar røtur í Bíbliuni, sigur Susuki, ið er grundleggjarin av Bach Collegium Japan, www.bach.co.jp, ið javnan hevur Bach konsertir. Hvørjar páskir, tá ið Matthæus­ passiónin verður spæld, er altíð hvørt einasta atgongumerkið selt, hóast hvørt teirra kostar 3.000 krónur, skrivar danska blaðið “Indre Missions Tidende” Tabu-evni Aftaná hvørja konsert flokkast fólk í hópatali frammanfyri tónleikapallin og Susuki, fyri at hoyra hann siga frá tí kristnu vónini og um deyðan – evni, ið eingin vanliga tekur uppá tungu í Japan. Robert Bergt, prestur, ið eisini stjórnar kóri, sigur frá hesum somu upplivingum í høvuðsstaðnum Tokyo, aftaná Bach­kantatir eru framførdar. Kantaturnar hjá Bach fáa fólk at lesa Guds orð. ­ Mong av hesum fólkum søgdu seg sjálvi vera skáps­kristin, fortelur Bergt, ið hevur stjórnað fleiri orkestrum í Japan. ­ Eg havi í minsta lagi 15 ferðir upplivað hetta. Ein av hesum doypti eg sjálvur, sigur presturin. Eitt prosent av íbúgvunum í Japan, ið telja 128 milliónir, eru alment kristin, men Robert Bergt, prestur heldur, at rætta talið man vera tað trýdupulta, um tey loyndarfullu kristnu verða íroknað. Bach boðar kristnitrúnna í Japan Nógvir kirkjuligir felags­ skapir merkja til strongd starvsfólk. Ein orsøk er, at ein ikki sær, nær ein hevur gjørt nóg mikið Starvsfólkini eru strongd, útbrend og ørkymlað, tí tey føla seg ikki koma á mál við arbeiði sínum. Soleiðis er støðan í nógvum donskum kirkjuligum felags­ skapum, skrivar danska blaðið Kristelig Dagblad, sum hevur ringt runt til 19 slíkar felagsskapir. 15 teirra siga seg beinleiðis kenna til slík eyðkenni innanveggja. Ein av hesum felagsskapum er KFUM’s Sociale Arbejde. Aðal­ skrivarin, Lars Rahbek er av teirri sannføring av nógvir sjálvbodnir felagsskapir hava trupulleikar við strongd. – Tað er hart at vera í slíkum sosialum arbeiði, og tað kann vera trupult at seta mark fyri, nær ein hevur gjørt nóg mikið, sigur hann. Felagsskapirnir kunnu á ein hátt býtast í tvey – teir sum hava sjálvbodna arbeiðsmegi og teir sum hava fólk á lønarlista. Tað vísir seg sum um at teir sjálvbodnu felagsskapirnir hava trupult við at leggja “ta góðu sakina” frá sær. – Onkur hevur sagt, at Gud er tann strangasti arbeiðsgevarin ið ein kann fáa, tí uppgávan er óavmarkað. Ein kann jú altíð gera eitt sindur aftrat, sigur Mogens Kjær, aðalskrivari í Danmission ironiskt. Lønt og ólønt Í sociala arbeiðinum hjá KFUM merkja tey eisini til hetta: Í kaffistovunum verður arbeiðið í stóran mun gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og tað kann vera trupult hjá leiðarunum, sum skulu tryggja upp­ og afturlating­ artíðirnar, at teir ikki altíð vita, um øll møta ella um hesin brádliga verður noyddur at arbeiða longur. Hinvegin kann ein ikki sum so krevja nakað av nøkrum, tá ein ikki fær løn fyri arbeiðið. Samstundis føla tey løntu starvs­ fólkini, at tey skulu rættvísgera sína løn. Hetta setur aftur krøv til leiðsl­ una at tryggja, at strongd ikki byrjar at gera um seg. – Er leiðslan ikki góð og trygg, skapar tað stóran ótryggleika í mun til tað forvæntningarnar. Hetta kann leggja stórt trýst á starvsfólkini, sigur Jeanett Bonnichsen, stjóri í Center for Stress. Hinvegin kann staðfestast at uttan alt hetta sjálvbodna arbeiðið, var ikki nógvum felagsskapum lív lagað. Hart at vera í sosialum arbeiði Tað er hart arbeiði at hava við “social tilfeldi” at gera, og tað kann vera trupult at seta mark fyri, nær ein hevur gjørt nóg mikið. Myndin er tikin í verustaðnum “Drys Ind”, sum verður rikið út frá socialari og fólkakirkjuligari bakgrund (Mynd: religion.dk)