Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 213 - 2. november 2007 Starvsmannafelagið er til reiðar at gera tað, sum gerast kann, fyri at fáa Føroya Tele at viðurkenna, at tað var ólógligt at siga Jákup Danielsen úr starvi Uppsøgn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er eitt mál, sum vit taka í allarstørsta álvara og tí skal tað kannast til botn. Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvs- mannafelagnum. Starvsmannafelagið er fakfelagið hjá Jákupi Dani- elsen og Gunnleivur Dals- garð ger greitt, at felagið ætlar at fara so langt sum tað er neyðugt fyri at fáa Føroya Tele at viðurkenna, at tað var ólógligt at siga Jákup Danielsen úr starvi. Av tí, at Jákup Danielsen umboðar starvsfólkið í nevnd- ini í Føroya Tele, er hann serliga vardur ímóti at verða sagdur upp og tað skulu serstakliga góðar orsøkir til at hann kann sigast upp. - Men hóast tað nú eru tríggjar vikur síðani, hann varð sagdur upp, hava vit enn onga grundgeving fing- ið, sum vit halda er nøkt- andi, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. - Tað einasta, vit hava fingið at vita, er, at talan er um bygnaðarbroytingar, men tað halda vit ikki er nóg góð orsøk til at siga starvsfólkaumboðið í nevnd- ini hjá Føroya Tele, upp. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at fyribils hevur Starvsmannafelagið skrivað til Føroya Tele og biðið um eina grundgeving fyri upp- søgnini, men hana hevur felagið ikki fingið enn. - At siga eitt starvsfólk upp, sum hevur eina serliga verju í lógini, uttan at hald- góð grund er fyri tí, er ein heilt grundleggjandi spurn- ingur hjá okkum og tí eru vit sinnað at fara so langt, sum vit yvirhøvur sleppa, fyri at fáa Føroya Tele at viðurkenna, at uppsøgnin var ólóglig. - Hetta er ein rættiliga prinsipiellur spurningur og tí eru vit til reiðar at fara so langt, sum vit yvirhøvur sleppa, fyri at fáa tað loyst, leggur hann afturat. Sostatt er væl hugsandi, at málið endar sum rættarmál, verður tað ikki loyst áðrenn. Ongar klokkur ringja Seinastu árini hava mong mál verið um almenn starvs- fólk, sum eru søgd upp, men har almenni myndug- leikin seinni noyðist at viðurkenna, at uppsøgnin var ólóglig og sostatt noyð- ist at betala bæði endurgjald, umframt fyri sakførarar og rættarmál. - Tað er ógvuliga løgið, at ongar klokkur ringja ovast uppi hjá almenna myndugleikanum, tí hendan framferðin hjá almennum stjórin kostar mannalagnur og tað er ein sorgarleikur í sær sjálvum. - Men hesar ólógligu upp- sagnirnar hava eisini kostað skattgjaldarunum kanska milliónir, sum eru søplaðar burtur, tí at stovnsleiðslur ikki taka rættindini hjá starvsfólki í álvara og ikki duga at røkja starvsfólkið eftir sáttmálunum. - Men tað er ein partur í almennu umsitingini, sum svíkur so tað munar, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Les eisini greinarnar ”Kom sum ein bumba” og “Óvist um Jákup heldur fram”. Eigur at kannast til botns Óvist um Jákup heldur fram Spurningurin er nú, um Jákup Danielsen eigur at halda fram í nevndini í Føroya Tele, ella ikki, sigur Hákun Steingrímsson, nevnd­ arformaður Uppsøgn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit ætla ikki at gera Jákupi Danielsen órætt. Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Føroya Tele, sigur at nevndin hev- ur onki havt við uppsøgn- ina av Jákupi Danielsen at gera. Tí fær hann heldur ikki gjørt nakra viðmerking til málið. Men hann sigur, at upp- gávan hjá honum verður nú at fáa greiði á um Jákup Danielsen eigur at halda fram í nevndini, ella ikki, nú hann er farin úr starvi. Tann spurningurin er ikki avgjørdur enn. Tað er ein spurningur, sum vit royna at fáa fulla greiði á, tí endamálið er av- gjørt ikki at gera Jákupi Dan- ielsen órætt í hesum føri. - Hinvegin hevur tað stór- an týdning, at málið verður avgreitt, tí endin kann vera, at kanska er onkur annar limur í Starvsmannafelagn- um á Føroya Tele, sum hev- ur rætt til nevndarsessin. Hóast nevndin í Føroya Tele onki hevði við upp- søgnina at gera, var tað nevndin, sum skrivaði undir ætlanarskrivið um upp- søgnina. - Stjórin í Føroya Tele varð sagdur upp og tí var ongin at skriva undir, uttan nevndin, vegna leiðsluna í Føroya Tele. Hann staðfestir, at leiðsl- an metti, at uppsøgnin varð lóglig, tí orsøkin var, at marknaðardeildin og sølu- depilin vórðu løgd saman og so skuldi felags leiðsla finnast. - Eg veit ikki, hvør kann taka eina endaliga støðu í málinum uttan dómstólar- nar, tí í síðsta enda eru tað bara dómstólarnar, sum kunnu skera ígjøgnum. Sjálvur sigur Hákun Stein- grímsson at hann hevði ikki havt trupulleikar at roynt málið í rættinum fyri at fáa eina endaliga niðurstøðu, sum allir partar kundu lært av til eina aðru ferð. Les eisini greinarnar ”Kom sum ein bumba” og “Uppsøgnin kannast til botns”. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá stjór- anum á Føroya Tele, Kristi- ani Davidsen. ­ Tað sær út sum um at tey bara vildi sleppa av við meg, sigur Jákup Danielsen. Hóast lógin gevur honum serliga verju, varð hann sagdur upp á Føroya Tele uttan nakra sum helst ávaring og enn hevur hann ikki ánilsi av, hví hann skuldi sigast upp Uppsøgn Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað sær út sum um at ein- asta endamálið var at sleppa av við meg. Hóast tað nú eru tríggjar vikur síðani, at Jákup Dani- elsen fekk sekkin á Føroya Tele, hevur hann enn ikki ánilsi av, hví hann varð upp- sagdur og sendur til hús. Og at verða uppsagdur, varð tað síðsta hann hevði roknað við. - Tað kom sum ein bumba viðgongur hann, tí hann hevði ongi tekin sæð, hvørki í ljós ella mánað til, at hann skuldi sigast upp. Hann hevur arbeitt á Føroya Tele í eini 10 ár. Hann varð deildarleiðari í nøkur ár, men nú var hann leiðari á søludeplinum í fel- agnum, FT-Samskifti, sum er eitt undirfelag hjá móðir- felagnum hjá Føroya Tele. Men harafturat umboðaði hann starvsfólkini í móður- felagnum hjá Føroya Tele. Ein orsøk til, at uppsøgnin kom so dátt við hjá honum, er, at sum nevndarlimur er hann serliga vardur í lógini ímóti uppsagnum. - Ein nevndarlimur, sum umboðar starvsfólkini hevur somu verju sum álitisfólk. Tað merkir, at tey kunnu ikki sigast upp, uttan víðari. - Men tað merkir so eisini, at tað skulu heilt serligar og tyngjandi orsøkir gera seg galdandi, áðrenn ein nevnd- arlimur, sum umboðar starvs- fólkið, verður sagdur upp. Kortini staðfestir hann, at hann hevur onga ítøkiliga orsøk fingið fyri uppsøgn- ini. - Tað einasta, eg fekk at vita, var, at, at tveir deplar skuldi leggjast saman og at tað ikki var pláss fyri mær í fyritøkuna longur. Kortini heldur hann ikki, at var vilji til at hava hann í fyritøkuni, átti ikki at staðið á at funnið honum annað starv. - Tað er nógv fólk farið av Føroya Tele og tað verður javnan lýst eftir fólki og sostat haldi eg ikki, at eg átti at verið til avlops, sum so. - Summi av teimum størvum, sum eru lýst leys, eru av slíkum slagi, sum eg eri væl skikkaður at røkja, sigur Jákup Danielsen. Hann sigur, at tað kann illa vera úrslitini hjá sølu- deplinum, sum umfatar tele- búðirnar og annað, sum kunnu vera orsøkin til upp- søgnina, tí framgongdin hevur verið eini 20% um árið, leyðsliga mett. Úrslitini hava bara gingið ein veg og tað er uppeftir. -Tað einasta, eg havi fingið at vita frá leiðsluni á Føroya Tele, er, at mínum arbeiði og mínum úrslitum, er onki finnast at. - So langt eri eg komin, men eg eri so heldur ikki komin longur enn so. Hann sigur, at hann hevur roynt at spurt, hví hann er uppsagdur, men hann fær onki at vita og leiðslan vil ikki útgreina uppsøgnina meir. Á sama fundi, sum Jákup Danielsen varð uppsagdur, varð eisini sjálvur stjórin í FT Samskifti, Richard Mort- ensen, eisini uppsagdur. - Hann varð fyrst upp- sagdur og so varð eg sagdur upp fimm minuttir aftaná, men leiðslan í Føroya Tele tvíheldur um, at uppsagnir- nar hava onki við hvørt ann- að at gera. Tað fær Jákup Danielsen seg kortini illa at trúgva. Men hvussu nú við tínum nevndarsessi í Føroya Tele? Tað er ein góður spurn- ingur, sum ongin rættiliga dugir at útgreina, men Starvs mannafelagið metir so heilt greitt, at eg eri fram- vegis nevndarlimur. Av tí, at Jákup Danielsen hevur verið starvsfólkaum- boð í nevndini og sostatt er serliga vardur móti uppsagn- um, verður uppsøgnin ikki góðtikin uttan víðari. Av tí sama hevur Starvs- mannafelagið tikið málið upp, men tað greiða vit frá í aðrari grein her í blaðnum. Men Jákup Danielsen dylir kortini ikki fyri, at hann vildi havt ein enda á málinum skjótt, tí heldur hann, at hann longu hevur bíðað nokk so leingi. Les eisini greinarnar “Uppsøgnin kannast til botns” og “Óvist um Jákup heldur fram”. Uppsøgn kom sum bumba Hetta er eitt ógvuliga týdningarmikið mál og tí fara vit at gera tað sum krevst, fyri at fáa tað kannað út í æsir. Sostatt er avgjørt eisini møguleiki fyri, at Starvsmannafelagið eisini dregur Føroya Tele í rættin - Hóast tað nú eru tríggjar vikur, síðani, eg varð sagdur upp á Føroya Tele, havi eg enn ikki ánilsi av, hví eg varð uppsagdur, sigur Jákup Danielsen