fríggjadagur 2. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti
Ummæli:
Radiohead – »In Rainbows«. Heinta
hana niður av HYPERLINK ”http://
www.inrainbows.com” www.
inrainbows.com fyri so nógv, ella lítið,
sum tær lystir!
»OK download«
Formurin er í síni heild í ov stóran mun
tann sami, sum mann hevur hoyrt fyrr
frá sama bólki – tí er »In rainbows«
ikki meiri enn góð. Sangurin hjá Thom
Yorke dregur líka nógvar lurtarar til sín,
sum hann styggir burtur. Radiohead
halda fast við ta dapru og mótleysu
ljóðmyndina. Hetta umfatar so
sanniliga eisini tað tekstliga – hetta
kann ein fáa nokk av, serlig jú oftari ein
hoyrir tað, og so kanska eisini jú nærri
ein sjálvur nærkast teimum 30 árunum.
Men pettir í útgávuni eru væl eydnaði
og sita væl, t.d. filurnar 5., 6. og 7.
Øll trý løgini hava ein syrgiligan og
mótleysan dám yvir sær. T.d. teksturin
í nr. 5, »All I need«: »I’m just an insect/
trying to get out of the night/ I only
stick with you/ because there are no
others« Serliga 7. lag, »The Reckoner«
kemur væl inn. Hetta er ein dramatiskt
lag, ið verður skapt av trummum og
slagverk, og so sanginum hjá Yorke.
Lagið minnir í stóran mun um »OK
Computer«, serliga »Paranoid Android«.
Her er tað, at yvirritaði kemur í iva um
formurin er nóg áhugaverdur at halda,
tí ov ofta ljóðar tað sum endurtøkur av
onkrum øðrum áður so kendum. Kanska
tekstirnir, sum eg ikki havi hugt so nær
eftir, bjargar tí heila – um ikki, ja so
er vandi fyri, at hon gerst til enn eina
útvarping av eymkan og grenji, men
hóast alt í einum OK formi.
Yvirhøvur hava løgini ein meiri
ítøkiligan form enn t.d. á »Hail to the
Thief« frá 2003. Her eru fleiri beinar
linjur og meiri vanligt. Útsetingarnar
eru vakrar og settar stórt upp í støðum.
Ljóðmyndirnar peika ofta aftur á »OK
Computer«, t.d. MP3 fíla nr. 7, nr. 9 og
lutvíst nr. 4.
Fíla nr. 6, lagið »Faust ARP«, er í
grundini næstan líka akkustisk sum
»Here comes the Sun« hjá George
Harrison sála ella »Blackbird« hjá
Lennon/McCartney, við obligatoriskum
strúkarum – avgjørt eitt vakurt lag.
Sungið verður eisini um »Blackbird
pie«, sum sangarin hevur fingið nokk
av. Møguliga er tað tónleikaídnaðurin,
sum Thom Yorke her sipar til, tí
hann hevur nevniliga fingið meiri
ella minni nokk av honum. Hetta
hevur ofta verið ført fram í miðlunm
og sást eisini meiri enn einaferð í
konsertfilminum »Meeting people is
easy«. Samanumtikið manglar okkurt
í løgunum. Og so kann tað sigast, at
Radiohead aftur eru komnir nærri
miðstimanum av rock/popp, og fleiri
lurtarar hava bíðað eftir teimum.
Bretski alternativi rockbólkurin, Radiohead, framførir her á fyrru av
tveimum útseldu konsertum í the Bank of America Pavilion í Bostn
fyrr í summar. Seinasta útgávan ”In Rainbows” var leysgivin online
mikudagin 10. oktober. (AP Photo/Robert E. Klein)