fríggjadagur 2. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 2. november 2007
23
tíðindi
Sum eina leingjan av
ferðavinnuátakinum
í summar bjóða
nólsoyingar nú
fyritøkum at halda
jólaborðhaldið í
oynni, í somu hugna
ligu húsunum, har
kunningarstovan
heldur til um sumrar
nar
JÓLABORÐHALD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»Mann sær ikki skógina
fyri berum trøum« er eitt
beinrakið danskt orðatak,
og samantvinnað við før
oyska sannleikan um, at
»gløgt er gestsins eyga«,
fært tú júst tað samansjóðing
sum førdi til, at Nólsoy í
summar kundi lata upp eina
kunningarstovu í oynnu.
Tá var tað fyri tað allar
mesta tilfluttir nólsoyingar,
sum tóku stig til átakið, og
nú bjóðað verður fyritøkum
og stovnum at koma út í
oynna at halda sítt jólaborð
hald, eru tað eisini í hesum
føri tilfluttir nólsoyingar, ið
hava sæð og tikið stig til
hendan møguleikan.
Tað er bæði fyri at
kunna
bjóða
handlum,
stovnum og fyritøkum eitt
øðrvísi jólaborðhald, men
eisini fyri at kunna útnytta
teir framúr góðu og hugna
ligu karmar, sum Petersens
Pakkhús hevur at bjóða, sig
ur Guðrun Sundar Hansen,
sum sjálv er havnarfólk,
flutt til Nólsoyar.
Saman við Evy Toftegaard
Nielsen, fuglfirðingi, flutt
til Nólsoyar, tosaðu tær um
hendan áhugaverda møgu
leika og drógu síðani Fríðu
Jacobsen, heimafturvendur
nólsoyingur, sum til gerand
is arbeiðir innan matvøru
økið, inn í ætlanina.
Hetta verður eitt heilt
øðrvísi jólaborð, tí talan
verður um bæði eitt traditio
nelt jólaborð og eina útferð.
Karmurin er sera hugnaligur
í Petersens Pakkhúsi, ið er
frá 1700talinum, og sum
kunningarstovan eisini hús
ast í um sumrarnar, greiða
tær tríggjar frá.
Alt-í-einum
Maturin, tær tríggjar bjóða,
er traditionellur jólaborð
haldsmatur við »eksotisk
um« ísletti. Tað fer at merkj
ast, at mann er úti á bygd,
og møguleiki verður fyri
eitt
nú
skurða
ella
svartfugli.
Talan verður um kalt
borð við føroyskum fati og
teir vanligu heitu jólarætt
irnar. Vit hava ikki lagt okk
um á nakra fasta matskrá,
men fara at velja bestu
rávøruna, ið er til taks, siga
Guðrun, Fríða og Evy, sum
eisini leggja dent á, at tær
taka sær av øllum í sam
bandi við jólaborðhaldið,
bæði mati og drekka.
Tankin aftanfyri er, at
fyritøkurnar koma út til
Nólsoyar við Rituni klokkan
19 leygarkvøld, fara meiri
ella minni beinleiðis til
borðs, hugna sær í tríggjar
tímar og síðani aftur til
Havnar við Rituni klokkan
22.25 at festa víðari.
Av tí at jólaborðhaldini
verða hildin í sama høli,
sum kunningarstovan held
ur til um sumrarnar, og at
báturin hjá Ova er í sama
húsi, ber sjálvandi til at
síggja bátin og hoyra eitt
sindur um Ova Joensen, um
áhugi er í tí, siga stigtak
ararnir.
Tær hava ikki lagt seg á
nakað fast undirhald, men
eitt lítið sanghefti verður tó
tøkt, og um ynski er um
meiri á tí økinum, ber altíð
til at tosa um tað.
Skipað verður fyri jóla
borðhaldum fýra leygardag
ar á rað, fyrstu ferð 24.
november og seinastu ferð
15. desember. Pláss er fyri
30 fólkum, og til ber at fáa
meiri at vita ella melda til
hjá Guðrun Sundar Hansen
á tlf. 22 28 62.
Tá Gamla Reinsarí
er liðugt umvælt
bæði innan og uttan,
er alt økið eitt stórt
mentanarligt øki,
sum býurin kann
vera stoltur av, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
MENTAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólk, sum hava lagt sína
leið eftir Tórsgøtu seinasta
hálva árið, hava lagt til
merkis, at Gamla Reinsarí
hevur verið mest sum múr
að inni. Og tað hevur sína
orsøk.
Vit máttu taka eina
støðu til, hvat gerast skuldi
við bygningin. Tað var púra
greitt, at hann kundi ikki
standa so, sum hann stóð,
og tí vóru kostirnir í veru
leikanum tvinnir: antin at
ríva húsini niður, ella at
umvæla tey. Og fyri okkum
var tann avgerðin løtt, sigur
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havnar Kommunu.
Hann vísir á, at undir hes
ari býráðssamgonguni hev
ur dentur verið lagdur á at
varðveita gomlu og søguligu
bygningarnar og húsini í
kommununi,
og
nevnir
Degns Hús og Müllers Pakk
hús sum dømi.
Vit halda tað ikki vera
rætt, bara at ríva niður og
beina burtur gomlu havnar
myndirnar.
Tvørturímóti
hava vit lagt dent á varðveita
hesar, so býurin kann varð
veita sín gamla identitet,
sigur Heðin Mortensen.
Eftir at Gamla Reinsarí
var eftirkannað vísti tað
seg, at stórviðurin fyri ein
part var góður, men kortini
mátti ein munandi partur av
honum skiftast út. Seint í
vár ella tíðliga í summar –
alt eftir hvussu tú roknar –
varð so fari undir at taka
gamla klædningin niður, og
krevjandi arbeiðið við at
skifta partar av stórviðinum
út byrjaði.
Hetta er ikki bert krevj
andi arbeiði í dugnað, men
so sanniliga eisini í tíð.
Men væl hevur gingist í
hond, og nú er komið so
langt ávegis, at veggurin út
móti Tórsgøtu er tikin niður
aftur, og til ber hjá fólki
rættiliga at síggja, hvussu
snøgt arbeiðið er gjørt á
Gamla Reinsaríi uttan.
Og tá heilt liðugt er uttan
dura, verður farið undir
umvælingina innan.
Mentanarøki
Tað er ikki nøkur endalig
støða tikin til, hvat húsið
skal nýtast til, tá tað er
liðugt umvælt. Altso annað
enn, at tað skal nýtast til
okkurt mentanarligt.
Fyrst og fremst ráddi
um at fáa Gamla Reinsarí
umvælt uttan, tí tað stóð
satt at siga sum ein skomm
í býnum. Nú tá liðugt er við
umvælingini uttan, mugu
vit taka eina støðu til, hvat
húsini skulu nýtast til, tí tað
má partvís takast við, tá far
ið verður innandura at um
væla, sigur Heðin Morten
sen.
Borgarstjórin sigur, at tað
sjálvandi finnast skitsur
ella tekningar av, hvussu
húsini eiga at verða innrætt
að, men miðað verður eftir,
at hetta skal verða so nær tí
upprunaliga sum gjørligt.
Fleiri hugskot og upp
skot hava verið frammi um,
hvat húsini skulu nýtast til,
og møguleikarnir eru mang
ir. Tað einasta, sum stendur
púra fast er, at talan verður
um mentanarlig tiltøk, sum
kunnu fevna um alt frá tón
leiki, sjónleiki og upptraðk
an til framsýningar, sigur
Heðin Mortensen.
Røddir hava eisini verið
frammi um at nýta Gamla
Reinsarí til spælistað hjá
tónleikabólkum at venja í,
men Heðin Mortensen held
ur ikki, at húsini eru best
farin til hetta endamál.
Vit fáa eitt stórt, ótrúliga
gott mentanarøki og –
umhvørvi har niðri í Tórs
gøtu við Margarinfabrikkini,
Tjóðpallinum, Posthúskjall
aranum, Miðlahúsinum og
nú eisini Gamla Reinsaríi.
Har finnast jú aðrir spenn
andi møguleikar, eitt nú við
húsunum millum Gamla
Reinsarí og Miðlahúsið,
garagunum, sum kundi ver
ið næsta stigið. Har hevði
verið eitt frálíkt stað hjá
tónleikarum at vant, og har
kundu instrumentini staðið
fast uppi, sigur Heðin Mort
ensen.
Ein
annar
møguleiki
kundi verið at flutt Perlu
konseptið niðan í Gamla
Reinsarí.
Tað skal verða pláss fyri
bæði gomlum og nýggjum,
og við snotiligum, nýum
vældum Gamla Reinsarí
hava vit aftur skapt eina
vakra býarmynd í økinum,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri
í
Havnar
Kommunu.
Bjóða forkunnugt jólaborðhald
Stórt mentanarligt umhvørvi
Tað eru Fríða Jacobsen, Evy Toftegaard Nielsen og
Guðrun Sundar Hansen, ið hava tikið stig til at skipa fyri
jólaborðhaldum í hugnaliga Petersens Pakkhúsi við frálíkum
útsýni yvir havnarlagið, bara eitt hanagleiv frá har Ritan
leggur at
Menn eru komnir óvanliga væl frá arbeiðinum at umvæla Gamla Reinsarí uttan. Liðugt verður
fyrsta dagin, og so er klárt at fara undir umvælingina innan
Mynd: Jens Kristian Vang