Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 22 Eftir ein fýra ára steðg útgav bólkurin Radiohead, í síðstu viku, tíggju nýggjar sangir. Radiohead er millum heimsins kendu bólkar og eisini tann størsti bólkurin, ið hevur gingið burtur frá tí vanligu »fløguútgávuni«. Fer tú inn á røttu heimasíðuna fær tú bílligan 80ara grafikkí ælabogalitum á skíggjan og tekstin »Radiohead - In Rainbows - Enter«. Her kan tú heinta tey tíggju løgini niður, tíggju MP3- fílur. Far inn og klikk teg fram! Burtursæð frá einum lítlum umsitingargjaldi, so er tú sjálv/ur, sum ásetur kostnaðin! Hendan útgávan er serlig, kanska ikki endiliga, tá ið tað ræður um tónleikin (sí ummæli »OK download«), men ytri útgávuformurin er serligur. Hon er enn ein í røðini av tónleikaútgávum, sum fáa íleggjarar í vanligu fløguhandlum at rysta í buksunum og skelva á málinum. Tey tíggju løgini hjá heimskenda bólkinum kosta lítið og einki – tú betalir so nógv ella lítið, sum tú vil. Hetta gongur jú ímóti vanligum handilstankum. Og tað sigst, at teir smærru fløguhandlarnir eru á veg út og burtur av gøtunum, orsaka av hesi gongd. Ímeðan fara prísirnir hjá størru handilsfyritøkum, eitt nú Virgin Record, eitt vet niður soleiðis, at teir eru meiri kappingarførir. EMI hevur verið bretska felagið yvir Radiohead, og er tað undir teimum, at bólkurin vaks og gjørdist til tað teir í dag eru. Bólkurin hevur frá fyrstu fløguútgávuni støðugt leita og eksperimenterað við sínum tónleiki, og síðstu árini eru teir komnir út í myrkar krókar, har tey fáu tíma at verða. Hetta er jú ironiskt, tí EMI er neyvan kent fyri tær heilt listarligu hugsjónirnar og strategiirnar. Hendan tónleikaútgávan frá 11. oktobur er tann fyrsta, síðan 2003, tá ið sáttmálin millum bólkin og risan EMI gekk út. Triðja útgávan, »OK Computer« frá 1997, er hon, ið hevur fingið nógv ta bestu móttøkuna. Fjórða fløgan hjá Radiohead var allan vegin ígjøgnum eitt eksperiment og hevði einki sjálvsagt hitt-lag. Men útgávan fekk eitt skump uppeftir sølulistanum frá eini eitt ára gamlari skipan á alnetinum, ið kallaðist Napster. Í 1999 gjørdi Napster seg kendan við skipan á alnetinum, ið gjørdi tað møguligt hjá brúkarum at deila og heinta tónleik ókeypis niður. Í 2001 taldi hendan brúkarafjøldin 26 milliónir. Feløg og tónleikabólkar, t.d. Dr. Dre, Metallica, A&M Records og risa samtakið RIAA (Recording Industry Association of America) hava kært vanligar brúkara fyri stuldur. Higartil hevur RIAA reist 20.000 ákærur. Undan »Kid A« komu nøkur av nýggju løgunum at liggja úti á Napster, og milliónavís av ókeypis niðurtøkum fóru fram. Men í staðin fyri at skaða vánirnar hjá útgávuni, verður sagt, at hetta heldur var ein stuðul í marknaðarføringini. Útgávan var tann fyrsta hjá bólkinum, sum kom so langt uppeftir sølulistunum yviri í USA. Nú, í 2007, útgeva teir tónleik eftir einum heilt óvanligum søluhátti, at kalla ókeypis. Men nú teir eru leysir av EMI, fáa teir sjálvir meiri inn. Hetta er tann fyrsta útgávan eftir EMI. Byrjanin til endan á fløguútgávuni? Í Føroyum Í Føroyum er Gestir tann bólkurin, ið mest týðuliga hevur trinið í fótasporunum hjá Radiohead. Gestir hevur, hóast alt, megnað sjálvir at gingið egna leið, soleiðis, at bólkurin hevur fingið eitt áhugavert listarligt úttryk, millum annað við at brúka føroyskt mál. Úti í heimi er kendu Coldplay, eitt dømi um eftirfylgjarar av sama formi, tó listarliga nógv veikari. Radiohead slóðaði fyri og legið hendan formin fram, serstakliga við teirra næstu fløgu »The Bends«. 11. oktobur bleiv seinasti tónleikurin hjá Radiohead útgivin á alnetinum, og hevur síðan tann hósdagin verið til at heinta niður av alnetinum – fyri einans so nógv, sum tú sjálv/ur ynskir! Tónleikaútgáva Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Skíggjamyndir frá www. inrainbows.com. Tað er tú, sum ásetur prísin! »Nei álvara, tað er upp til tín!«