Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 213 - 2. november 2007 Føroya Tele er samtak vi› mó›urfelag, FT Net, FT Samskifti og Televarpinum. Í samtakinum eru 260 starvsfólk vi› sera fjølbroyttum útbúgvingum og royndum. "at læra uttan at hugsa er burturspilt arbeiði - at hugsa uttan at læra er vandamikið" - Konfusius - Starvsfólk til starvsfólkadeildina á FT Til starvsfólkadeild okkara søkja vit eftir einum fólki, sum saman við verandi manning skal menna fyritøkuna at taka ímóti teimum avbjóðingum á starvs- fólkaøkinum, sum nútíðar og framtíðar marknaður og menning krevja. Á starvsfólkadeildini arbeiða í dag 3 fólk, sum taka sær av starvsfólkaviðurskiftun- um í fyritøkuni - bæði fyristingarligum og menningarligum. Starvsfólkadeildin er virkin í tilgongdum og verkætlanum í fyritøkuni og arbeiðir harumframt við at menna framferðarhættir á ymiskum økjum. Vit kunnu bjóða einum komandi starvs- felaga eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har avbjóðandi uppgávur og menningar- hugur eru í hásæti. Tann, ið settur verður, fær møguleika at seta sítt sjálv- støðuga merki á arbeiðið umframt at fáa samstarv við dugnalig starvsfólk. Arbeiðið umfatar: • Ráðgeving og coaching av starvsfólki og leiðarum • At skipa fyri menningartiltøkum á leiðslu- og starvsfólkaøkinum • Gerð og umsiting av innanhýsis framferðarhættum • Handfaring av setanum og lønar- viðurskiftum Vit ímynda okkum, at tann, ið sett/ur verður, • Hevur viðkomandi miðal ella hægri útbúgving. • Kann arbeiða sjálvstøðugt við ráðgev- andi og undirvísingaruppgávum • Hevur royndir við og kennir seg væl í samspæli við menniskju • Hevur góð samskiftis- og samstarvs- evnir • Hevur hugflog og áræði til at skipa fyri tiltøkum Eisini má viðkomandi vera til reiðar til at útbúgva seg í mun til krøv og ynskir hjá Føroya Tele. Setanarviðurskifti og løn vera ásett eftir avtalu. Neyvari upplýsingar fáast við at venda sær til Ásvør Skaalum, starvsfólka- leiðara, tel. 303030. Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 14. november 2007 og skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postrúm 27 110 Tórshavn ella starvsfolkadeildin@ft.fo Almenn ráðstevna Leygardagin 10. november kl. 10.00 verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um burðardygga vistferðavinnu. Burðardygg vistferðavinna (sustainable ecotourism) Vit spyrja: Hvussu menna vit vistferðavinnu í Føroyum, og hvørji sosial, fíggjarlig og umhvørvislig atlit skulu vit hava? Fyrilestrarhaldarar verða m.a. Dr. John S. Hull og Carol Patterson úr Kanada, sum bæði hava drúgvar royndir í burðardyggari ferðavinnu og hava hildið óteljandi skeið og fyrilestrar um evnið. Harumframt hoyra vit um royndir, ið føroyingar sjálvir hava gjørt sær á økinum. Teknið tykkum til ráðstevnuna á www.tourist.fo ella ringið til SamVit, tel. 30 69 00. 10.00-10.20 Morgunmatur 10.25-10.40 Vælkomin v/ Elini Heinesen, stjóra á SamVit 10.40-11.00 Umhvørvisstovan 11.00-12.00 Menning av burðardyggari ferðavinnu v/ Dr. John S. Hull 12.00-12.55 Ábit 13.00-13.20 Vistferðavinna og burðardygg menning í lokalsamfelagnum v/ Bergmann Finnsson, Agenda 21 ráðgeva 13.20-13.40 Lívfrøðingur røðir um árin, ið ferðavinna hevur á náttúruna 13.40-14.00 Veitarasjónarmið v/ Randi Meitil, Faroe Trekking 14.00-14.20 Veitarasjónarmið v/ Magna Blástein, Blástein 14.20-14.30 Steðgur 14.30-15.30 Vistferðavinna og marknaðarføring v/ Carol Patterson 15.30-17.00 Kjak og spurningar R E P R O Z