Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 • 2. november 2007 Vikuskifti 21 hjá einum av ns ríkastu í sær sjálvum nakra klokku at ringja hjá mær, men so við og við sum hann greiddi frá, hvør maðurin var, gjørdist eg meiri og meiri imponeraður. Vilmund vísti mær longu fyrsta morgunin myndir, sum hann hevur á telduni av øllum tí, sum Poul Allen eigur at »flutningsførum«. Og tað kann fáa ein og hvønn at spíla eyguni upp. Tí talan er ikki um smáting. Fyri at taka tað loftborna fyrst, so hevur hann ein Boeing 757 til privatflogfar. Haraftrat hevur hann tvey minni firmaflogfør. Og at enda fimm tyrlur, sum Vilmund so hevur til uppgávu – saman við øðrum tyrlumekanikarum, sjálvandi – at røkja. Hesar fimm tyrlurnar eru stationeraðar umborð á trimum stórum stuttleikabátum. Tann størsti, Octopus, er heimsins størsti privati stuttleikabátur. Sum »jollu« hevur hann ein 63 fót stóran bát, og umborð er hangarur til tvær tyrlur, eins og ein kavbátur finst fremst í botninum á skipinum, innanborðað, væl at merkja. »Things to Do...« Paul Allen er ikki hjá Microsoft longur. Fyri nøkrum árum síðani fekk hann staðfest krabbamein, og tá gjørdi hann av at steðga við at arbeiða og heldur at njóta tíðina, ið var eftir. So meðan hann gekk til viðgerðar – tað bestu, ið kann keypast fyri pengar, sjálvandi – upparbeiddi hann sær ein lista yvir tað, sum hann ætlaði sær at royna, áðrenn hann fór hesum foldum frá. Og har vóru mong ymisk og fyri vanlig menniskju undarlig ting á hesum listanum. Eitt nú vildi hann royna at svimja millum brugdur, vitja Suðurpólin og ikki minst kava á mongum løgnum støðum. Serliga hetta seinasta gongur hann ógvuliga høgt upp í. Og nú Vilmund kom aftur úr Suðurafrika var tað júst tí Allen vildi kava niður á eitt gamalt sokkið skip. Og til tess at hava eitt søguligt prógv fyri hesi hending, lat hann byggja eitt undirsjóvar upptøkutól, ið kostaði 750,000 dollarar, smáar fýra milliónir krónur! Í dag er Paul Allen frískur og nýtist ikki longur óttast krabba­ mein. Men hann fæst kortini ikki longur við loynidómarnar, ið fylla okkara teldur, men situr tó í nevndini hjá Microsoft. Í dag livir hann av at keypa og selja ognir í serliga Seattle, og hann eigur felagið Seattle Seahawks, ið spælir professionella ameri­ kanskan fótbólt. Somuleiðis eigur hann kurvabóltliðið Portland Trailblazers. Eins og Bill Gates býr Poul Allen her í Seattle. Hann býr á oynni Mercer Island, ið er ein oyggj, sum liggur í vatninum Lake Washington. Gamal drongur »Enhver kunstner har en skrue løs«, plaga danir at siga, og tað man fyri ein stóran part eisini passa upp á serliga klók høvd innan annað enn list. Í hvussu er hevur Paul Allen ongantíð fingið upp í lag at gifta seg, men hann hevði sanniliga verið ein fongur, um nakar altso sleppur honum so nær. Men systurin – við manni og børnum – livir tað góða lívið, ofta umborð á Octopuss. Hon rekur eisini fleiri av fyritøkunum hjá bróðrinum. Paul Allen gongur sum vera mann høgt upp í ítrótt, og kappingarárið í amerikanskum fótbólti var um at byrja, tá eg fór heim aftur av USA­ferð um miðan september. Vilmund, systkinabarnið, vónaði, at felagið hjá Allen, Seattle Seahawks, fór at standa seg væl í kappingini, tí tað merkti vanliga, at Paul Allen fylgdi aftaná liðnum, og tað merkti so aftur, at Vilmund ikki nýttist at vera so langt heimanífrá. Men higartil hevur tað bara gingið so sum so. Pengarnir, sum Paul Allen eigur, er bara nakað, fólk kunnu gita um. Á heimasíðuni, sum sýnir hópin av myndum av Octopuss, stendur at lesa, at skipið kostaði 200 milliónir dollarar at byggja, sum svarar til áleið 1,1 milliard krónur. Men Vilmund vil vera við, at kostnaðurin liggur nærri 500 milliónum dollarum, ella umleið 2,6 milliardir krónur. Og hetta er so bara tann størsti av trimum stuttleikabátum hjá stovnaranum av Microsoft. Vilmund Boggs hevur í starvs­ sáttmála sínum skrivað undir upp á, ikki at almannakunngera myndir ella aðra dokumentatión í sambandi við arbeiði sítt. Tí ber bert til at nýta myndir, sum longu framman undan eru almannakunngjørdar. Tað finst kortini ein hópur av slíkum á alnetinum, og við at tasta skrásetingarnummarið á eitt nú tyrlunum hjá Poul Allen inn ber til at síggja, nágreiniliga hvar á klótuni tær eru, hvar tær koma frá og hvar tær fara. Vilmund Boggs býr í Lakewood, sum er ein lítil býur umleið ein tíma við bili suður frá Seattle. Meðstovnarin av Microsoft, Paul Allen, býr á oynni Mercer Island, sum liggur í vatninum Lake Washington mitt í Seattle