Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 2. november 2007 21 lýsingar Sansir søkja fyriskipara, sum skal skipa okkara arbeiði innanhýsis, fáa tað at glíða væl, betra um arbeiðsgongdir og tryggja, at arbeiðsorkan verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Fyriskiparin skal eisini røkja samstarvið við okkara veitarar, gera avtalur við veitararnar, fáa tilboð til vega og tryggja, at tænasturnar eru í lagi og verða veittar rættstundis. Tú verður ein lyklapersónur í fyritøkuni. Tú skalt síggja til, at arbeiði verða gjørd skynsamt og úrslitagott. Tú ert væl skipað/ur, hugsar logiskt og hevur gott yvirlit. Tú dugir væl at samskifta við fólk og hevur høgan sosialan intelligens. Tú hevur hægri útbúgving ella royndir á økinum. Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við 38 starvsfólkum í trimum londum. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum. Fyriskiparastarvið er eitt leiðarastarv, tí fært tú sjálvandi eina góða løn. Umsóknin skal sendast við telduposti til Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo ella Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt fartelefonnummar. Vit skulu hava umsóknina í seinasta lagi kl. 16.00 mánadagin 12. november. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Høgna á tel 220401 ella Lenu á tel 218370. Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Høgna ella Lenu. Sansir søkja fyriskipara sansir.fo Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum • Arbeiðsloysi er nærum einki í føroyum, og at arbeiði er til nærum allar vinnuførar hendur • Fiski- og alivinnan stendur fyri 95% av okkara útflutningi • Føroyar eru millum 30 tær størstu fiskivinnutjóðirnar í heiminum Visti tú at... Profilurin Navn: Kaj Otto Frederiksberg Bústaður: Strendur Útbúgving: timburmaður og skipari Familja: Giftur og 4 børn Eftir at hava roynt mangt og hvat; bæði á landi og ikki minst á sjógvi, valdi eg at taka við avbjóðingini at fara í starv hjá Fofish. Síðan havi eg keypt meg inn í fyritøkuna, og eri í dag eigari saman við Leif Høj. Eisini siti eg í bygdaráðnum í Sjóvar kommunu, har eg eri formaður í Vinnunevndini, umframt at eg eri virkin í samkomuni Keldan, Skálafirði. Eg brenni fyri, at síggja trúgvandi, sum takað ábyrgd fyri samfelagnum, bæði í politkk og vinnulívi, og sum ynskja at Harrin skal vera við og signa verkið. Í bíbliuni finna vit nógvar fyrimyndir fyri monnum og kvinnum, sum tóku ábyrgd av landið og fólki, dømir eru, Esther, sum gjørdist drotning, Dánjal og Jósef sum báðir arbeiddu fyri kongin í landinum, Abraham, sum var bóndi og átti nógv kríatúr, og hevði nógv fólk í arbeiði. Politiskt ynski eg altíð at virka fyri, at góðir karmar eru hjá vinnuni at virka undir. At vit hava fjølbroyttan fiskiflota og vinnulív á landið. At marknaðar­ búskaparligar treytir eru at virka undir. At vit hava lagaligan skatta og avgjaldspoltikk, soleiðis at hugurin at arbeiða og vinna pening økjist, og harvið gerast inntøkurnar til landið størri. At skipað verður ítøkilig vinnugransking, ið tekur støðið í vinnuligum virksemi, sum er í gongd, og kann mennast enn meir. At vit miðvíst arbeiða fyri lóggávusmíð, ið stuðlar íverksetan og nýggjum vinnum. At ferðavinnan fær ein størri leiklut í búskapinum í framtíðini