fríggjadagur 2. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti
20
Tá eg lendi út við klokkan fimm
hendan fríggjadagin í Seattle
– snøggliga ein tíma eftir, at eg
var farin á flog úr Kastrup – visti
eg bara, at øll trý systkinabørnini
vóru heima, og at Vilmund skuldi
royna at fáa frí hesar dagarnar, eg
var í USA.
Tað vísti seg, at hann var
lendur dagin fyri, eftir at hava
verið í Cape Town í Suðurafrika
at arbeitt upp á eina tyrlu hjá
felagnum, hann starvast fyri.
Eg visti bara, at hann arbeiddi
sum tyrlumekanikari, so tað er
einki at siga til, at eg gjørdist
ovfarin tá hann greiddi mær frá,
at tað var sjálvur stovnarin (ella
í hvussu er annar) av Microsoft,
sum var hansara arbeiðsgevari.
Navnið Paul Allen fekk ikki
Í starvi
heimsi
Systkinabarnið, Vil
mund Boggs, er
tyrlumekanikari og
starvast fyri ein av
heimsins ríkastu
monnum. Talan er
um sjálvan Paul
Allen, sum í sínari
tíð stovnaði
Microsoft saman við
enn meiri navnframa
Bill Gates
Arbeiðslív
Leo Poulsen
blaðmaður
leo@sosialurin.fo
Vilmund er tyrlumekanikari, og umborð á Octopus hevur tvær tyrlur umborð við hvør sínari hangar. Tí siglir hálvi
føroyingurin ofta við størsta stuttleikabátinum hjá Paul Allen
Sjálvandi er bæði svimjihylur og gosbað umborð á luksusbátinum
Octopuss er 126 metrar langur, bygdur í Kiel í Týsklandi og er alment sagdur at kosta 1,1 milliard krónur. Men Vilmund sigur prísin liggja nærri 2,6 milliardum