fríggjadagur 2. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 213 - 2. november 2007
- Við nýggja uppskoti-
num hjá Magnusi
Hansen um flogvøll
hava vit heili tvey
frálík øki at vísa á
í kommununi, og
við møgulekanum
við langari breyt
umframt krossbreyt
sær Nólsoy ógvuliga
áhugavert út, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
FLOGVØLLUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Øll framkomin samfeløg
hava álítandi samband við
umheimin, og tað mugu vit
sjálvandi eisini hava.
Tað sigur Heðin Morten-
sen, borgarstjóri í Tórs-
havnar Kommunu.
Men hann metir kortini
ikki, at flogvøllurin vesturi
í Vágum eigur at latast aftur
heilt, men framhaldandi at
verða nýttur sum altern-
ativur flogvøllur.
- Við alsamt betri infra-
kervi verður eingin trupul-
leiki at flyta starvsfólk
millum
ein
flogvøll
í
miðstaðarøkinum og vøllin
í Vágunum, sigur borgar-
stjórin í Havn.
Men hann heldur eisini,
at vit mugu halda uppat við
at stara okkum blind upp á
Vágar sum einastu loysn.
Serliga seinastu vikurnar
hava víst, at reglusemið við
einum flogvølli vesturi í
Vágum er alt ov vánaligt,
og tí mugu vit stutt sagt fáa
ein
flogvøll
aftrat
í
Føroyum.
- Tað er heilt náttúrligt at
leggja ein nýggjan flogvøll
í miðstaðarøkinum. Her
búgva flest fólk og her
liggja flestu vinnufyritøk-
urnar.
Og
við
nýggja
uppskotinum um flogvøll í
Nólsoy, hava vit heili tvey
frálík øki at vísa á, sigur
Heðin Mortensen.
Umframt Nólsoy sipar
borgarstjórin sjálvandi til
Glyvursnes, sum gjøgnum
mong
ár
við
jøvnum
millumbilum hevur verið
uppi og vent. Vindmátingar
eru eisini gjørdar úti á
Glyvursnesi gjøgnum mong
ár, men í løtuni ger Ladsverk
nýggjar mátingar har úti, tó
ikki á sama stað sum tær
gomlu.
Tá tað snýr seg um Nóls-
oy, hevur danska veður-
tænastan
gjøgnum
fleri
mannaminnir mált vindin
suðuri á Borðuni, so har
skuldu verið álítandi hagtøl
til taks, umenn neyðugt
møguliga kann gerast at
fremja vindmátingar aðrar
staðir á oynni.
Standa saman
Heðin Mortensen sigur, at
býráðið bara kann síggja
positivt
uppá,
um
ein
nýggjur flogvøllur verður
lagdur í kommununi. Og í
hansara verð er eingin ivi:
- Eg dugi bara at síggja
tveir møguleikar, tá tað
kemur til nýggjan flogvøll í
Føroyum, Nólsoy ella Glyv-
ursnes. Út á Glyvursnes er
eingin trupulleiki við sam-
ferðsluni, men tað er givið,
at verður flogvøllurin lagdur
úti í Nólsoy, verður avger-
andi neyðugt við einum
undirsjóvartunli út í oynna,
sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir samstundis á,
at her er talan um eina
íløgu, sum skal røkka
kanska fleiri árhundraðir
inn í framtíðina, og tí eigur
kostnaðurin ikki at forða
fyri teirri bestu loysnini.
- Men vit mugu taka
okkum saman sum eitt sam-
lað samfelag, tí skulu vit
menna okkum, bæði tá tað
snýr seg um ferðavinnu og
vinnulív sum heild, er
neyðugt við álítandi ferða-
sambandi til útheimin, sigur
Heðin Mortensen.
Hann sigur, at hann
eyðvitað ikki er serfrøðingur
innan flogtekniska økið,
men at hann frá flogskip-
arum hevur hoyrt, at Nólsoy
í nógvar mátar er ógvuliga
væl egnað til flogvøll, ikki
bara tí at møguleiki verður
fyri longsta vølli, sum
landið innan rímilig mørk
kann byggja, men eisini tí
talan
kann
gerast
um
krossbana.
- Eisini havi eg skilt á
serfrøðingum, at lítil og
eingin turbulensum er har
úti, har er frítt fyri við ong-
um fjøllum og góðum sýni í
allar ættir, sigur borgar-
stjórin í Havn.
Hann leggur kortini dent
á, at vit øll eiga at standa
saman í hesum málinum.
Og tað eina útilokar ikki
hitt.
- Nærum alla aðra staðni
í heiminum finnast fleiri
flogvallir, og tí skulu vit
eisini varðveita flogvøllin í
Vágum sum ein alternavitan
vøll. Verður ein nýggjur
flogvøllur bygdur í Nólsoy,
fáa vit eisini samstundis
fast samband út í oynna, og
tað hevði ment alt mið-
staðarøkið. Og eg eri sann-
førdur um, at tað er nógv
tann besta besta loysnin,
sigur Heðin Mortensen.
Flogvøllur má koma
Skulu vit menna okkum
sum samfelag, so er neyðugt
við álítandi ferðasambandi
til útheimin, og tann
tørvin nøkta vit best við
einum nýggjum flogvølli
í miðstaðarøkinum,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu
Vágs Býráð hevur
nú samtykt at geva
loyvi til at grava vegin
til ætlaða ellis- og
røktarheimið, sum
skal byggjast í Vági.
Samstundis verður
seinasta hond løgd á
tekningarnar
ÚtbyGGinG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur ikki
nógv verið at hoyrt til
ætlanin at byggja tað nýggja
ellis- og røktarheimið í
Vági.
Men tað merkir ikki, at
arbeiðið hevur ligið stilt
Arbeiðið hevur alsamt
verið at fyrireikað bygg-
ingina av hesum umstrídda
ellis- og røktarheiminum
og nú er við at nærkast, at
spakin kann setast í.
Og fyrr í vikuni var málið
um
at
byggja
ellis-og
røktarheimið aftur fyri í
Vágs Býráð.
Tá
viðgjørdi
býráðið
spurningin um at geva loyvi
at loyvi til at grava, planera
og gera vegin í sambandi
við Ellis- og Røktarheimið.
Uppskotið varð einmælt
samtykt men nú skal málið
fyri friðingarnevndina og
yvirfriðingarnevndina, sum
er vanlig mannagongd.
Kirstin Strøm Bech, borg-
arstjóri, sigur, at eftir tí,
hon hevur skilt, verður
ongir trupulleikar av frið-
ingarmyndugleikunum.
Annars verður sjálvt byggi-
loyvið ikki latið, fyrrenn
tekningarnar eru lidnar.
Borgarstjórin sigur, at
enn er ikki greitt, nær
tekningarnar verða lidnar,
men nú verður síðsta hond
løgd á teir.
Hon vónar, at hon vónar,
at farast kann undir vegin
nú í novembur, men nær tað
verður klárt at fara undir
sjálva byggingina, dugir
hon ikki at siga.
Eftir
ætlanini
verður
pláss fyri 24 fólkum á ellis-
og røktarheiminum og har
skal eisini pláss vera til
minnisveik.
Í sama viðfangi ætlar
landið at byggja ein stovn
til sinnisveik og á honum
vera pláss til átta búfólk,
umframt at tvey fólk vera
til umlætting.
Hóast lítið hevur verið at hoyrt nú í eina tíð, er tað framvegis lív í arbeiðnum at fyrireika
umstrídda ellis- og røktarheimið í býnum og nú er komið so langt, at vegurin skal gerast til
grundstykkið. Soleiðis hugsaði arkitekturin sær, at tað kundi síggja út og nú verður síðsta hond
løgd á tekningarnar
Nú fara vágbingar at grava
Miðflokkurin klárur
Miðflokkurin stillar upp 10 valevni til Fólkatingsvalið 13. november. Teirra
millum eru allir løgtingsmenn floksins, Jenis av Rana, Karsten Hansen og
Bill Justinussen. Listin er hesin: Arni Abrahamsen, Undir Gøtueiði, Karsten
Hansen, Klaksvík, Egin Henriksen, Tórshavn, Frank Jacobsen, Tórshavn,
Mia av Kák Joensen, Sørvágur, Bill Justinussen, Glyvrar, Jaspur Langaard,
Nes, Charlotta á Váli Olsen, Tórshavn, Hjørdis Háberg Petersen,
Kollafjørður og Jenis av Rana, Tórshavn. Lesið meiri um valskrá
Miðfloksins í Sosialinum mánadagin.
Uppstilling ikki almenn
Sambært skrivaranum hjá Javnaðarflokkinum, er flokkurin
liðugur við sína uppstilling til fólkatingsvalið. Men enn er listin
ikki almennur. Talan er tó sum skilst um 25 valevni, 13 kvinnur
og 12 menn. Meiri verður at frætta um listan og um valskrá
Javnaðarfloksins í Sosialinum mánadagin.