fríggjadagur 2. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 • 2. november 2007
Vikuskifti 19
mtak í Føroya søgu
Mortensen eru ítøkilig dømir
um hugsjónarligar handilsmenn,
sum hava havt stóra ávirkan á
handilsliga og vinnuligu menning
her á landi. Sambært Poul
sjálvum, so hava teir líka frá
ungum árum av givið hvør øðrum
íblástur, og tað gera teir enn.
Men helst man tað vera soleiðis,
at teir báðir vilja vera høvdingar,
har teir eru, og tí arbeiða teir best
hvør sær.
- Eg kom nógv í heimið hjá
Hans sum ungur og kendi
hann tí væl. Vit báðir byrjaðu
saman grillbarrina Zanzibar,
sum lá í Sverrisgøtu, har Iglo
garnahandilin liggur nú, greiðir
Poul Michelsen frá.
Tað er ikki vanligt, at Poul
verður settur í samband við
SMS, men hann hevði so avgjørt
ein fingur við í spælinum at fáa
hesa kollveltandi verkætlanina
stáplaða upp á beinini miðskeiðis
í sjeytiárunum. Sigast kann, at
hann var eitt slag av katalysator
hjá Hans Mortensen, altso ein
sum hjálpti til við at fáa ætlanina
á glið, uttan sjálvur at vera so
nógv blandaður upp í kortini.
Men tó átti hann ein lítlan lut í
felagnum.
- Hans brúkti meg til at
testa sínar ætlanir, og av og
á var eg við Hans á fundum
við fíggjarmyndugleikar og
býráðspolitikkarar. Sjálvt um eg
var lítil parthavari í ætlanini, var
tað ongantíð meiningin, at eg
skuldi eiga nakran avgerandi lut
í SMS. Eg hevði sjálvur ríkiligt av
avbjóðingum við at leggja lunnar
undir mína egnu nýstovnaðu
fyritøku, greiðir Poul Michelsen
frá.
Poul minnist, at tað vóru langt
frá øll, sum vóru líka glað fyri, at
ein handilsrisi skuldi festa røtur,
og mótstøðan var hørð bæði frá
verandi handilsmonnum og fleiri
politikarum.
- Ja, mótstøðan var stór,
og tað var onki at siga til. Tað
“etableraða” handilslívið, sum
trokaðist niðri í miðbýnum, hevði
tað sera trupult og føldi SMS
sum eina drepandi hóttan. Í
fyrsta umfari var roynt at forkoma
ætlanini politiskt. Men býráðið,
sum um hetta mundi dugdi at
síggja, at um ikki ferðslan og
trýstið í miðbýðnum minkaði, so
kvaldist miðbýurin í sær sjálvum.
Býráðið tók tí undir við, at ein
sølumiðstøð kundi fáa grundøki
á Trapputrøðni. Ein røtt og djørv
avgerð, sum tó ikki var einmælt,
og ósemjan innan býráðsins gátt
átti ríkligt av plássi í pressuni
um hetta mundi, greiðir Poul
Michelsen frá.
Fólk meiri búgvin
í dag
Poul Michelsen heldur, at SMS
er størsta handilsliga framtak
í Føroya søgu. Men ein nýggj
kollveltandi ætlan, sum nevnist
Stóratjørn, fer í gongd í næstum.
Heldur hann, at hendan ætlanin á
nakran hátt kann samanberast við
SMS á sinni?
- Stóratjørn er eitt stór ætlan
og kann væl samanberast við
tað, SMS gjørdi á sinni. Munurin
er bara nú, at øll eru meira
búgvin til at taka ímóti eini slíkari
ætlan. Býráðsmyndugleikin er
við, fíggjarstovnar eru við, fólkið
sær út til at vera við, øll bíða við
spenningi eftir, hvussu Stóratjørn
ferð at taka seg út.
- Ongin ivi er tó í mínum
hugaheimi um, at “etbleraða”
handilslívið aftur hevur fingið
nakað at hugsa um. Hetta er
eina stór avbjóðing. Eins og tá,
hugsi eg at handilsfólk spyrja
seg sjálv: 1) skulu vit fara niðan
á Stórutjørn við handli okkara?,
2) skulu vit vera eftir niðri í
býnum?, 3) ella skulu vit vera í
báðum støðum?, hugleiðir Poul
Michelsen.
Hann ivast ikki í, at Stóratjørn
er ein spennandi ætlan, og hon
kemur at hava stórar broytingar
við sær í øllum handilsslívi í
Føroyum. Og eins og við SMS
kemur hon at gagna brúkaranum.
- Eg ivist ikki í, at um
handilsfólk er dugnalig,
framsíggin og fús til kappingina,
so fáa vit eitt enn betri og meira
spennandi handilslív í Havn og
í øllum Føroyum við, til gagns
fyri føroyska brúkarin, sigur Poul
Michelsen at enda í samrøðu við
Sosialin.
smiðstøð, sum læt upp í
ð síðani tá. Hendan myndin
. november í 1977