leygardagur 28. apríl 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 28. apríl 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
gult26 cyan26 magenta26 svart26
12
Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001
Týsdagin vóru sjeyti ár síðani eitt
av elstu vinarfeløgunum í Norð-
anlondum varð sett á stovn. Tann
24. apríl 1931 hittust seks menn í
Nordahl Bruns gate 22 í Oslo.
Málið teir høvdu sett sær var at
seta á stovn eitt felag, hvørs enda-
mál var »å fremme det kulturelle
samarbeidet mellom Færøyene og
Norge«, sum tað stendur skrivað í
frágreiðingini frá fundinum.
Teir seks sum hittust vóru
Nikolaus Gjelsvik, doktari; Einar
Breidsvoll, blaðstjóri; Fredrik
Scheel, ríkisskjalavørur; Ernst
Sondum, ekspeditør; Edvard Os,
kapteynur og Erik Presterud,
loytnantur. Á stovnandi fundinum
luttóku níggju onnur, millum hesi
var dokatri í bókmentum Fredrik
Paasche. Hann bleiv valdur til
fyrsta formannin í nýggja felagn-
um, sum fekk navnið Norsk-Fær-
øysk Lag.
Fáir føroyingar vóru fastbúgv-
andi ella gingu á skúla í norska
høvuðsstaðnum hesi árini, men
tveir føroyingar luttóku á stovn-
andi fundinum. Teir vóru Ernst
Sondum og Eivind Isholm. Báðir
arbeiddu á Oslo-blaðnum »Tidens
Tegn« (bleiv seinni til Verdens
Gang, sum í dag er størsta dag-
blað í Noregi). Blaðstjórin á hes-
um blaðnum, Rolf Thommessen,
hevði stóran áhuga fyri føroysk-
um viðurskiftum og luttók eisini á
fundinum. Ernst sondum kom inn
í fyrstu nevndina, men hvørki
hann ella Eivind Isholm blivu
verandi í Oslo. Boð vóru aftir
teimum heima í Føroyum, og
nøkur ár seinni bleiv Ernst Sond-
um fyrsti blaðstjórin á Dagblaðn-
um. Eivind Isholm tók yvir sum
blaðstjóri á Tingakrossi eftir fað-
irin.
Áhugin fyri Føroyum, Íslandi
og Grønlandi hevði í nøkur ár
verið stórur millum fólk í Noregi.
Meðan áhugin fyri Grønlandi
seinni í tríatiárunum gjørdist til
eina tøku av landnyrðingspartin-
um av Grønlandi, so var áhugi
fyri Føroyum meir á tí andaliga
støðinum. Noreg royndi at gera
ein part av Grønlandi til sítt hjá-
land við millum annað at gera
Helge Ingstad til sýslumann í ís-
oyðinum. Sami Ingstad, sum
doyði fyri fáum vikum síðani,
fann saman við konu síni leivd-
irnar eftir víkingunum í Canada.
Á tann hátt prógvaðu tey bondini
millum norðurlond og norður-am-
erika. Í Norsk-Færøysk Lag vóru
eisini fleiri av teimum, sum arb-
eiddu fyri at gera ein part av
Grønlandi til norskt hjáland.
Hetta sæst millum annað í fund-
arfrágreiðingunum tey fyrstu ár-
ini, har Grønlandsspurningurin
javnan verður nevndur. Man vísir
til sín stuðul og hevur annars
javnan upplýsningar um gongdina
í Grønlandsmálinum.
Áhugin fyri Føroyum var meir
á tí andaliga og mentanarliga
støðinum. Tjóðskaparrørslan í
Føroyum hevði sínar stuðlar í
Noregi. Ikki løgi, tí Noreg gjørd-
ist sjálvstøðugt í 1905, so tey
flestu tilkomnu mintust tíðina, tá
norðmenn gjørdust ein fræls tjóð.
Eisini vísti tað seg, at serliga inn-
an norsku nýnorsk-málrørsluna
var áhugin fyri Føroyum stórur.
Heldur ikki hetta var so løgi.
Stríðið millum norska bókmálið,
sum liggur nær donskum, og ný-
norskt, sum liggur nærri norrøn-
um og føroyskum, hevur leingi
staðið á. Í Føroyum funnu ný-
norsktfólkini eitt líknandi stríð
millum føroyskt og danskt. Um
rættindi til at brúka sítt móðurmál
í kirkju, á fundum ella í skúlanum
var nakað hesar rørslur kundu
stuðla stríðnum hjá hvør øðrum í
tríatiárunum.
Nýnorsk-fólk kendu seg væl
millum føroyingar, og leingi
mintu tey hvønn annan á ferðir til
Føroyar, millum annað ta stóru
norrønu stevnuna í Kirkjubø í
1911. Eisini bleiv eitt Føroyskt-
Norskt Felag sett á stovn stutt
undan Norsk-Færøysk Lag. Har
var Jóannes bóndi (Patursson)
formaður ta fyrstu tíðna. Hann
hevði nógv vinfólk í Noregi og
dugdi at halda sambandi við hesi.
Millum tey sum hittu Jóannes var
Per Hovda. Hann gjørdist seinni
formaður tvær ferðir í Norsk-
Færøysk Lag – seinast fyrst í
áttatiárunum.
Norsk-Færøysk Lag fór í dvala,
tá seinni heimsbardagi brast á.
Hesi árini vóru tað einstaklingar
sum royndu at upplýsa um Føroy-
ar í Noregi og ikki minst at vísa
norskum myndugleikum á, at tað
liggur ein tjóð handan hav sum er
nærmasti granni. Hetta arbeiðið
gav javnan úrslit. Millum annað
bleiv borgarstjórin í Havn bjóðað-
ur til 900 ára føðingardegin hjá
Oslo í 1950 – á jøvnum føti við
aðrar borgarstjórar í høvuðsstøð-
um.
Í 1954 bleiv Norsk-Færøysk
Lag endurreist við kendum ment-
anarpersónum sum Tønnes Ande-
næs ið var bókmentamaður og
Sverre Stove, sum skrivaði hópin
av greinum um Føroyar í norsk-
um tíðarritum.
Síðani 1954 hevur Norsk-Fær-
øysk Lag verið virkið uttan íhald.
Felagið skipar fyri millum seks
og 12 tiltøkum um árið. Í sjeytiár-
unum kendu føroyingarnir seg
settar nakað til síðis og skipaðu tí
millum annað fyri eini egnari
Kvøldsetu, har bert føroyingar
sluppu inn, og serliga innbjóðir
norðmenn.
Norsk-Færøysk Lag hevur øll
árini havt sum endamál at upp-
lýsa um Føroyar í Noregi. Hetta
ger felagið ólíkt einum vanligum
føroyingafelag, sum hevur sum
endamál at savna føroyingar til
veitslur og annan hugna. Norsk-
Færøysk Lag hevur eisini veitslur
og samkomur fyri limirnar, ið eru
javnt býttir millum norðmenn og
føroyingar. Álíkavæl hevur tað,
eins og tey fyrstu árini í felagn-
um, hesi seinnu árini verið roynt
at gera meir við upplýsingum út í
norska samfelagið. Felagið roynir
at hjálpa einstaklingum og bólk-
um við upplýsningum um Føroy-
ar, hjálpir til við at leggja til rætt-
is ferðir til Føroyar, luttaka í kjak-
sendingum í útvarpi og sjónvarpi,
og so skipar felagið fyri kjak-
fundum og upplýsandi fundum
um føroysk viðurskifti – bæði
innan mentan og politikk.
Bygt vinarlag i sjeyti ár
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Jógvan Hugo Gardar, gardar@oslo.online.no
Dagur 16.04.2001
Til: eirikur@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Esperanto er uttanveltað
mál og umboðar eins væl
allar mentanir, har ið tað
verður nýtt. Esperanto um-
boðar sostatt eitt egið mál-
samfelag við egnum og
fjølbroyttum mentanar-
heimi, ið letur eins væl
dyrnar upp til eitt nú ung-
arskar, brasilskar, japansk-
ar, kinverskar sum enskar,
týskar og franskar bók-
mentir - umframt bók-
mentir, sum upprunaliga
eru skrivaðar á esperanto,
runnar av hesum sama
fjølbroytninum.
Kannar tú eftir, finnur
tú, at nógv tær flestu týð-
ingarnar til tjóðmál um
okkara leiðir hava enskan
uppruna. Týðingar eitt nú
eystaneftir eru haraftur-
ímóti upp á seg rættiliga
sjáldsamar her. Tílíkur
ójavni er ikki í esperanto-
heimi: týðingar og upp-
runaligar bókmentir á esp-
eranto eru úr øllum heims-
pørtum. Tilsamans um leið
30.000 bind finnast nú á
esperanto.
Danski esperanto-bóka-
handilin Libroservo,
<Libroservo@esperanto.dk
> (Ib Sunekær, Højlunds-
husene 16, DK-3500 Vær-
løse), hevur um leið 300
bøkur á goymslu og kann
lættliga útvega næstan
hvørja esperantobók, tað
skal vera. Har finnast høv-
undar sum Bertold Brecht,
Cervantes, Chu Chan-yeh,
Dante, Hamsun, Henrik Ib-
sen, Omar Khayyam, Ast-
rid Lindgren, Lorca, de
Sade, Shakespeare, Nevil
Shute, Tolkien, og almang-
ir aðrir.
Aðrir størri esperanto-
bókahandlar eru, t.d.
http://www.uea.org/katalog
o/ við 1000-tals bókarheit-
um.
Eitt hitt mest fjøl-
broytta tíðarritið á esper-
anto man vera mánaðarrit-
ið MONATO, sum verður
útgivið í Belgia; ábyrgdar-
blaðstjórin býr í Týsklandi,
undirblaðstjórar í Belgia,
Brasil, Eysturríki, Finn-
landi, Hálandi, Japan, Nor-
egi, Onglandi, Russlandi,
USA.
La Revuservo de DEA,
c/o Frederik Eriksen, Fin-
sensgade 10, DK-4800 Ny-
købing F. - Telf. 40532506
<frederikeriksen@post.cyb
ercity.dk> - umboðar 11
esperanto-tíðarrit, millum
onnur KOMENCANTO til
teirra, ið byrja at læra seg
esperanto, 100 kr, kemur
út 8 ferðir um árið - og
JUNA AMIKO til ung og
børn, ið byrja at læra seg
málið, 28 blaðsíður 4 ferð-
ir um árið, 85 kr.
Esperanto er so mikið
lætt at læra, at tú sum áður
nevnt fært hylling á tí við
sjálvlesnaði á teimum
trimum blaðsíðunum í før-
oyska orðalistanum, Esper-
antobókini II (bls. 8-10),
men betri venjing fæst við
eisini at lesa læribókina,
Esperantobókin. Báðar eru
í varðveitslu á Bókamið-
søluni og kunnu fáast um
allar bókahandlar. Fram-
haldandi venjing í at nýta
málið kann t.d. vera við
vanligum brævaskifti ella
við teldupostsambandi.
Stutt skeið eru javnan í øll-
um grannalondum okkara
m.a. sum ymisk háskúla-
skeið. Eisini finnast bræv-
skúlar, t.d. Dansk Esper-
anto-Institut, Stenbryder-
vej 6, Værløse, DK-4640
Fakse; telf. 56714651;
<brevskole@esperanto.dk>
- 4 skeið á ymiskum stig-
um, 300 kr hvørt.
Og nýliga er útkomið
eitt sjónbandað skeið, alt á
esperanto, sum tú skilur so
hvørt sum tú hyggur at tí:
“Esperanto, pasporto al la
tuta mondo”, 2 sjónbond
við 4 tímum hvørt, frá
Flandra Esperanto-Ligo,
Frankrijklei 140, B-2000
Antwerpen;
<butiko@fel.esperanto.be>
- hvørt bandið 81 evrur
umframt postgjald.
Lesið eisini um esper-
anto í 45. bindi av Varðan-
um, bls. 99, og í Máltingi
1991 nr. 1. Upplýsing fæst
eisini t.d. á heimasíðuni
http://esperanto.dk/. - Til
esperantistar er eitt frálíkt
internetmið á
www.esperanto.net/veb
»Hjá tí, ið veit, hvat
esperanto hevur í sær, er
ómoralskt ikki at bera tað
víðari« (Leo Tolstoy).
(Niðurlagt)
Jeffrei Henriksen
Lesnaður á esperanto
Fólk flest, ið læra seg esperanto, gera tað við samskifti í hyggju, men tað eru eisini mong, ið læra seg málið helst við tí í
huga at kunna lesa tær fjølbroyttu og ríku bókmentirnar, sum har eru at finna úr øllum heimsins ættum.
FØROYA HANDILSSKÚLI
Tórshavn
FHS:
Virkisbúskapur á C-stigi (8 t/v), Týskt
á stigi E/C ( 8 t/v), Fiskivinna (6 t/v),
Marknaðarførsla (4 t/v), Samfelags-
læru (8 t/v), Støddfrøði D/C (8 t/v),
Kunningartøkni (8 t/v), dekoratión
(3-6 t/v), Spanskt (4 t/v) og Føroyskt
(16 t/v).
HH:
Føroyskt (8 t/v), Fyriskipan (4 t/v),
Sølubúskapur (8/v), Støddfrøði (4
t/v), Fiskivinna (3 t/v), Samtíðarsøga
(12 t/v), Altjóða búskapur (5 t/v),
Vinnulívsrættur (6 t/v), Danskt (15
t/v) og Týskt (8 t/v).
Kambsdalur
FHS:
Dekoratión (3 t/v), Kunningartøkni C
(4 t/v), Marknaðarførsla C (4 t/v),
Samfelagslæra C (4 t/v), Spanskt E
(5 t/v), Støddfrøði C (4 t/v) og Týskt
E/C (8 t/v).
HH:
Altjóða búskapur A (10 t/v), Danskt
B/A (12 t/v), Enskt B (8 t/v), Føroyskt
B/A (12 t/v), Kunningar-tøkni B/A (8
t/v), Marknaðarførsla A (4 t/v),
Sálarfrøði C (4 t/v), Samtíðarsøga (8
t/v), Sølubúskapur B/A (13 t/v),
Støddfrøði B/A (20 t/v), Týskt C (8 t/v)
og Vinnulívsrættur C (9 t/v).
LÆ R A R U M og T Í M A LÆ R A R U M
Føroya Handilsskúli søkir eftir
frá 1. august 2001 ella eftir nærri avtalu. Hevur umsøkjari
útbúgving í lærugreinum, sum nøkta tørv skúlans, kann talan
verða um fast starv.
Barnsburðaravloysara til uml. 1. mars 2002:
Týskt B (4 t/v) og Enskt A (10 t/v).
Førleikakrøv:
Prógv frá handilsháskúla, lærdum háskúla, handilsfaklæraraprógv ella
onnur við øðrum fortreytum. Umsøkjarar við vinnuroyndum hava
fyrimun.
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð. Tann, sum settur verður í
fast starv, má vera til reiðar skjótast gjørligt at fara undir kravda náms-frøðilga
útbúgving. Lærarar, sum settir verða í fast starv, mugu rokna við í ávísan mun
at skula undirvísa á fleiri stigum og partvís um kvøldið gerst tað neyðugt.
Løn:
Í lønarrensli 13/21/24, 18/26/29, 16/21/29/31 hjá HL ella eftir avtalu.
Leyst at søkja:
25. apríl 2001. Galdandi til 10. mai 2001.
Umsóknin skal sendast skúlanum, sum umsøkjarin ætlar at starvast
Umsókn fast starv:
Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu stílast til Føroya
Handilsskúla, stýrið og sendast antin til Føroya Handilsskúla í
Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177 ella Føroya
Handilsskúla á Kambsdali 530 Fuglafjørður og verða skúlanum í hendi
10. mai 2001. Umsóknarblað fæst á skúlanum.
Umsókn tímalærari:
Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu stílast til Føroya
Handilsskúla, stýrið og sendast antin til Føroya Handilsskúla í
Tórshavn, Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177 ella Føroya
Handilsskúla á Kambsdali 530 Fuglafjørður og verða skúlanum í hendi
10. mai 2001. Umsóknarblað fæst á skúlanum.
Á Føroya Handilsskúla fevnir frálæran um FHS-støðisár, Hægri Handils-
skúla, stakroyndir, Merkonom, Datanom, Teldustøðingaútbúgving, HD 1.
part, peningastovnaskúli og útboðin/umbiðin skeið.
Eysturoyingar &
Norðstreymoyingar
IRF byrjar við øktari skiljing í
Eysturoynni og Norðstreymoynni.
Vanliga ruski í húsarhaldinum skal býtast í
tríggjar posar.
Tann grái posin,
skal brúkast til ruski, sum skal brennast.
Posin verður heintaður hvørja viku.
Tann hvíti posin,
skal brúkast til pappír og papp.
Posin verður heintaður fimtu hvørja viku.
Lýst verður í fjølmiðlunum.
Tann grøni posin,
skal brúkast til serliga dálkandi burturkast.
Posin verður heintaður tvær ferðir um árið.
Lýst verður í fjølmiðlunum.
Kursus i isländska och Islands kultur
sommaren 2001
Nybörjarkurs 1.–14. juli
Program:
4 timmars språkundervisning varje morgon
Eftermiddagarna ägnas åt föredrag om Islands kultur och
samhälle, samt studiebesök.
Weekendresa till historiska/sagatrakter
Undervisningen sker på nordiska språk
Deltalgare:
Kurserna vänder sig i första hand till besökande nordiska turister
Deltagarantal: Max. 18
Kursavgift:
DKR. 3.000
Deltagarna bekostar resa och uppehåll själv
Nordens hus kan arrangera inkvartering
Anmälan:
På särskild blankett som rekvireras från Nordens hus eller på
hemsidan <http://www.nordice.is>
För närmare information kontakta språkkonsulent Kristín Jóhannesdóttir, tel.
+354 551 70 30, fax. +354 552 6476, e-post: kristinj@nordice.is
Í Býin
- Hvønn hósdag