Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult25 cyan25 magenta25 svart25 gult24 cyan24 magenta24 svart24 10 Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 Niclas Johannesen Mánadagur 19. mars var dagurin, tá amerikanski bólkurin Aerosmith varð heiðraður í Rock and Roll Hall of Fame í New York. Ein heiður, men eisini ofta eitt heðraklapp til bólkar, ið hava sínar bestu dagar aftan fyri seg. Aerosmith eru eitt und- antak. Júst í hesum døgum drønar vælsmurda rocklag- ið ‘Jaded’ áhaldandi á tón- leikarásunum í Norðuram- erika. Bólkurin ljóðar frískur sum fyrsta dagin við nýggja singlelagnum, ætlað sum agn til komandi útgávuna Just Push Play - tann fyrsta útgávan nakran- tíð, sum limirnir í Aero- smith sjálvir hava produ- serað. Enska blaðið ‘Q’ himpr- ast heldur ikki at kalla Aerosmith fyri ameri- kansku rock-kongarnar. “Teir skuldu, sjálvsagt, verið deyðir upp til fleiri ferðir. Men onkursvegna hevur Aerosmith vunnið á heroin, sjálvhatri og einum lívi í ótálmaðum marg- læti”, staðfestir ‘Q’. Tung byrjan Søgan um Aerosmith byrj- ar í 1970, tá bassleikarin Tom Hamilton og guitar- leikarin Joe Perry úr ókenda bólkinum Jam Band sláa saman við sang- aranum Steven Tylor. Í kjalarvørrinum fylgja trummuspælarin Joey Kramer og guitarleikarin Brad Whitford og ein bólk- ur, sum fer at skriva seg dyggiliga í rocksøguna er føddur. Listarliga drekkur bólkurin úr sama brunni sum Led Zeppelin, har serliga guitarleikarin Joe Perry hevur Jimmy Page sum fyrimynd - og tað ikki bara hoyrst, men sæðst eis- ini. The Beatles og Rolling Stones eru eisini millum favorittarnar hjá teimum fimm amerikanarunum - alt enskir bólkar - og Stev- en Tylor hevur síðani við- gingið, at tey fyrstu tíggju árini av yrkisleiðini royndi hann at vera sum Mick Jagger. Bólkurin flytir til Boston og gerst skjótt vælumtókt- ur har um leiðir og í 1972 fær bólkurin loksins ein plátusáttmála við Columb- ia Records. Legendariski A&R maðurin Clive Dav- ies stendur aftan fyri sátt- málan. Hóast hetta gjøgnum- brotið, so vóru ikki allar hurðar opnar kortini. Teirra fyrsta pláta - bert kallað Aerosmith - floppaði. Heimurin hevði enn ikki fingið eyguni upp fyri am- erikanska rockbólkinum. Aerosmith gjørdu eina plátu aftrat í 1973, Get Your Wings, men henda seldi heldur ikki tað stóra. Brak og misnýtsla Tað var ikki fyrr enn við útgávuni Toys in the Attic, at sølan byrjaði at taka dyk á seg. Kritikarar meta hetta sum tað fyrstu veruliga dyggu útgávuna við Aero- smith. Serliga lagið ‘Walk This Way’ stendur í dag sum ein varði (meira um tað seinni). Vit eru í 1975 og longu árið eftir kemur Rocks út. Plátan selur tríggjar milli- ónir eintøk í USA og røkk- ur einum triðja plássi a hittlistanum. Hetta er eisini útgávan, sum upprunaligi guitarleikarin í Guns N’ Roses Slash seinni segði vera ‘plátuna, sum broytti mítt lív’. Men alt er ikki bara gaman. 1977: Draw the Line er fimta útgávan og selur eisini í milliónatali. Hetta er kortini eisini plát- an, sum ongin teirra sigur seg minnast at hava gjørt - so langt úti vóru teir í evn- ismisnýtslu. Steven Tylor og Joe Perry høvdu tað heldur ikki ov gott við hvønn ann- an. Fyrstu tekini um kreppu sóust, tá guitarleikarin Joe Perry fór úr bólkinum og gjørdi sín egna bólk. Í dag viðganga báðir, at teirra samstarv er sum eitt gam- alt hjúnalag. Perry sigur, at okkurt er millum teir, sum ger tað hugaligt at skriva løg. “Steve er sum ein hundur. Um eg spæli ávís- ar tónar, so byrjar hann at ýla. Og so veit eg, vit eru á rættari kós.” Meginparturin av 80’un- um gjørdist eisini soltin hjá bólkinum. Sølutølini fóru niður og Aerosmith bleiv yvirhálað av glam- rock-bólkum so sum Mötl- ey Crüe og Quit Riot. Plát- an Done With Mirrors - produserað av Ted Temple- man - var eitt flopp, og bólkurin rakk botninum. Ringir gamlir dagar Spyrt tú limirnar í Aero- smith um hesa tíðina síðst í 70’unum og frammeftir, so er tað almenn vitan, at teir kallað hana “the bad old days”. Dagarnir, tá eitt nú tey, sum vildu hanga í velinum á guitarleikaran- um Joe Perry, fingu loyvi til tess, um tey ‘rindaðu’ við fýra grammum av kok- ain. Allir limirnir í bólkin- um vóru so langt úti í rús- evnismisnýtslu, at fólk, ið arbeiddu fyri teir fingu at vita, at um ein av limunum hevði ikki verið at sæð í meira enn 24 tímar, so skuldu tey bróta hurðina inn til teirra kamar. Bara fyri at tryggja sær, at teir framvegis vóru á lívi. “Eg minnist meg hugsa, tá eg hevði eina millión dollarar á bankabókini: ‘tað fer aldrin at henda, at eg missi mínar pengar.’ Og veist tú hvat? Tað hendi” hevur Steven Tyler sagt. 70’ini vóru eitt langt ball. Bólkurin spældi fyrr út- seldum leikvøllum - við 80.0000 rindandi áhoyrar- um. Men narkomistnýtslan vant upp á seg og niðurtúr- urin byrjaði. Avrúsing og endurføðing Merkisvert var tað, at tá bólkurin var longst niðri valdu teir allir at fara til avrúsingar. Um hetta mundið vistu teir lítið, at tað skuldi gerast ein rapp- bólkur, ið fekk teirra karri- eru aftur á flot. Ein dagin í 1985 fær managarin hjá Aerosmith Tim Collins eitt telefonkall frá grundleggjaranum av Def Jam Records. Plátufel- agið er í fer við at gera plátu við rappbólkinum Run DMC og Rubin prod- userar sjálvur plátuna. Rubin fortelur Collins, at Run DMC í áravís hava rappað til ‘Walk This Way’, og Rubin, sum var ein Aerosmith ‘fan’ ætlaði at spyrja, um tað var í lagi, at rappararnir sluppu at brúka hetta lagið. Tað var ikki eldhugur, ið fekk Aerosmith at játta eitt samarbeiði, men meira ein trongd eftir at fáa áttatús- und dollarar, sum eisini bleiv lovað teimum. Trummuspælarin Joey Kramer hevur síðani sagt: “Tað einasta eg visti um rapp var, at eg hataði tað.” Men tað ótrúliga hendi. ‘Walk This Way’ gjørdist eitt heimsumfatandi hitt- lag. Og nú lá eisini Evropa víðopið fyri amerikanska bólkinum. Limirnir siga, at um tað mundið dugdu teir ikki at virðismeta týdning- in av, at ‘Walk This Way’ gjørdist ein ‘rapp-klassik- ari’, men í dag duga teir at síggja, at hetta var ein av orsøkunum til, at teir aftur fingu vind í seglini. Onnur ting gjørdu seg eisini galdandi. Mest týð- andi var tað, at teir nú allir vóru edrúir. Fløgan Perm- anent Vacation, sum kom út í 1987 boðaði ikki bara frá, at bólkurin var aftur á fótum, men at nú royndu Aerosmith at gera tónleik, sum eisini riggaði til main- stream tónleikastøðirnar. Hetta var gjørt við at fara í samstarv við aðrar sang- skrivarar. Hetta var eisini fyrsta útgávan, har kanad- iski produsearin Bruce Fairbairn sat aftanfyri knøttarnar. Aerosmith vóru aftur á rættari kós. Klassikarar 1989 skuldi gerast árið, har Aerosmith setti øll pers- ónlig met. Orsøkin var út- gávan Pump - í dag ein rock-klassikari av teimum heilt stóru. Við løgum sum ‘Love In An Elevator’, ‘Jamie’s Got A Gun’ og ‘The Other Side’ lá heim- urin víðopin. Útgávan rakk eisini toppin á øllum heimsins tónatindum og á tónleika- rundferðini, sum fylgdi í kjalarvørrinum, taldust fleiri enn ein milliard fólk millum teirra sum sóu ella hoyrdu Aerosmith. Bólkur- in gerst ein risi á heimsins rockpalli. Eftirristingarnar frá brakinum røkka heilt inn í 1991, tá bólkurin vinnur ein Grammy fyri lagið ‘Janie’s Got a Gun’. Tey, sum hildu, at nú kundi tað ikki gerast betur - ja, tey fóru skeiv. Næsta útgávan Get A Grip gjørd- ist eisini eitt drønandi brak. Hon lendið beinleiðis á nummar eitt á ameri- kanska Billboard hitt-list- anum. Hetta var sjálvsagt eisini eitt prógv um, hvussu stórar vónir fólk høvdu til bólkin eftir Pump. Løg sum ‘Livin’ On The Edge’, ‘Cryin’ og ‘Amazing’ fingu øll undir- tøku frá radiostøðum, lurt- arum og keyparum. Aero- Hetta kundi so øgiliga lætt verið tann sama, slitna søgan um aftur ein bólk, sum fyri 25 árum síðani taldist millum teir stóru - og sum síðani hevur livað av at vera eitt veikt ekkó av sær sjálvum. Aerosmith er eitt lívsjáttandi undantak. Her er søgan um fimm amerikanarar, sum eftir tann heilt stóra niðurtúrin snimma í 80’unum reistust úr narko-øskuni og higartil hava selt yvir 100 milliónir plátur Aerosmith - gamlir menn vísa veg Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 11 Onki annað land í heiminum setur so nógvar av sínum egnu íbúgvum í bolt og jarn sum USA. Serliga minnilutarnir ferðast uttan fyri lógarkarm- arnar. Amerikanarar eru tvíbýttir í hesum spurningi - ikki minst tí at fanga-raksturin kostar statinum 200 milliardir krónur árl- iga Niclas Johannesen Tað finst ein amerikanskur stórbýur, sum er ikki at síggja á nøkrum korti, sjálvt um tvær milliónir búgva har. Fleiri enn 90 prosent av íbúgvunum eru menn - helvtin teirra svart- ir. Í 80’unum vaks býurin líka skjótt í manntali, sum San Francisco. Allir íbúgv- arnir eru fongsulsfangar, 1,2 millión sita inni fyri lógarbrot, har harðskapur ikki var uppií. Onki annað land í heim- inum sendir líka stóran prosentpart av fólkinum aftan fyri rimarnar sum USA. Ein út av hvørjum 137 amerikanarum situr í fongsli. Narko-bardagi Tað hevur ikki altíð verið soleiðis. Í 1973 var ein út av 1042 amerikanarum í fongsli. Sama ár staðfesti NACCJSG (National Adv- isory Commission on Criminal Justice Standards and Goals), at “ongar nýggja institutiónir skulu byggjast til vaksin, og ver- andi støð fyri fólk undir 18 skulu niðurleggjast.” Grundgevingin var, at “Fongsul hava onki at vísa á uttan eina skelkandi røð av kiksarum.” Men í 80’unum og 90’unum gjørdist fongslið eitt yndistól á politiska leikvøllinum. Orsøkin var ikki tann, at kriminalitetur- in øktist - harðskapskrim- inalitetur var at kalla tann sami gjøgnum øll 80’ini, inntil hann fall rættiliga nógv í 1993. Heldur var tað ein tráan eftir at revsa, sum fekk gróðrarfesti. At ‘revsa hart’ og skjótt hevur verið politiskt korrekt í USA síðani byrjanina av 80’unum, tá táverandi for- setin Ronald Reagan hevj- aði ‘stríðsflaggið’ móti tí, ið síðani er kent sum “the War on Drugs” - bardagin móti narkotika. Svartir menn Fyrsta stigið var at víðkað brotsverk-hugtakið. Gern- ingar, sum áður vórðu mettir at vera smærri mis- gerðir gjørdust nú størri brotsgerðir - eitt nú var tað at hava hash uppi á sær og at selja hash í smærri nøgdum mett at vera eitt brotsverk móti amerik- anska statinum. Løgreglan fekk størri frælsi at hand- taka fólk, loyvi til at lurta loyniligt eftir telefonum, lættari við at gera húsa- rannsóknir og víðkaða at- gongd til persónligar upp- lýsingar hjá fólki. Í 1970 vóru fyrstu lóg- irnar settar í verk, sum góvu myndugleikunum fíggjarligan stimbur at fremja fleiri handtøkur - eitt nú við, at løgreglan í ávísum førum kundi selja vørur, sum hald var lagt á, til tess at fíggja teirra egna fyritakssemi. Talið á fólki, ið arbeiddu innan rættar- skipanina reyk í loft. Am- erikanska kongressin við- tók ein langan lista við lógum, ið staðfestu rúgvu av treytaleysum dómum og legði lunnar undir ein hóp av langtíðar fongsulsrevs- ingum. Úrslitið er, at í dag sita fýra ferðir fleiri am- erikanarar handan rimarnar enn í 1980. USA brúkar í dag fleiri pengar upp á fongsul enn upp á menningarhjálp, um- hvørvisverndar umboðs- stovuna og amerikanska skúlabókmentagrunnin til- samans. Hagtølini vísa, at fyri hvørjar fýra svartar menn, sum hava valrætt, hevur ein teirra ikki loyvi at velja - antin tí hann situr í fongsli ella er revsaður áð- ur. Fongslini verða sum oftast bygd úti á landinum, samstundis sum tey fyri tað mesta hýsa býarfólk- um. Næstan helvtin av íbúgvunum í lítla býnum Coxsackie - sum liggur í statinum New York - eru fangar, flestu teirra frá New York City - í hagtøl- unum sæst hetta aftur sum ein ‘fólkaflyting’. Stórídnaður Revsing er í dag ein stór- ídnaður. Tað byrjaði, tá fyritøkan U.S. Corrections Corp. í 1984 vann útbjóð- ingina at reka eitt fongsul í Kentucky. Ein ídnaður var føddur. Í 80’unum var privatisering eitt lyklaorð við miklari kraft og í sam- svar við henda tíðaranda varð staðfest, at fyritøkur kundu reka fongsul nógv meira effektivt enn statur- in. Í dag hava 31 statir av- reitt fittan part av teirra fongsulsumsiting til privat- ar fyritøkur. Umleið seks prosent av fangunum í USA sita í dag í privatum fongslum. Hesi privatu fongslini umsita fyri uml- eið 8 milliardir krónur í inntøkum árliga. Líka sum ein alistøð skapar sítt egna fóður, sol- eiðis er talið av fangum nú nóg stórt til at framleiða sín egna vókstur. Meira enn ein triðingur av teim- um, sum vera send í fongs- ul eru fólk, sum eru roynd- arleyslatin, men sum eru ‘dottin útí aftur’. Ein leiðari, ið arbeiðir við rættarhagtølum, Allen Beck, sigur tað soleiðis við blaðið Rolling Stone: “Alt gongur í ringrás. Jú fleiri tú sendur handan rimarnar, tess fleiri verða royndar- leyslatin, tess fleiri eru í vanda fyri at kiksa, tess fleiri kiksa, og soleiðis enda fleiri og fleiri aftur í fongsli.” Ymsar tulkingar Ymsu partarnir lesa stóra talið av fongslaðum am- erikanarum á ymsar hættir. Tey konservativu vísa á, at harðaru og longri straffarn- ir hava gjørt, at vandamikil fólk nú sita handan rimar og at hetta júst er orsøkin til, at kriminaliteturin er lækkaður. “Hóast longri revsing helst er viðvirkandi til, at fleiri sita í fongsli í dag, so hevur hetta eisini verið við til at gjørt, at harðskaps-kriminalitetur er lækkandi,” sigur republi- kanski senatorurin Strom Thurmond við blaðið Roll- ing Stone. Hin vongurin - tey liber- alu - geva hevnisøku, sen- sationalistisku fjølmiðlun- um og beinleiðis rasismu skylduna fyri, at so mong í dag sita í fongsli í USA. Hvussu ber tað til, at fleiri fólk frá minnilutum enda í fongsli samstundis sum kriminaliteturin er mink- andi, spyrja tey. “Orsøkin til at vit loyva at vera so revsandi er, at byrðan fellur ikki á tann ráðandi meirilutan men á ein maktarleysan minni- luta”, sigur professarin David Cole í blaðnum Legal Times. “Hugsa tær, hvussu amerikanski rættar- politikkurin hevði sæð út, um eitt út av fýra hvítum børnum skulu rokna við at vera dømd til eitt ár ella meira í fongsli,” leggur hann aftrat. Orðaskifti gerst alsamt heitari, tí árliga kostar tað amerikanska statinum úti- við 200 milliardir krónur at húsa hesum mongu fangunum - har av 1,2 millión eru send í fongsul fyri ‘smærri’ brotsgerðir. Júst henda risaútreiðsla og alsamt økjandi talið av fongslaðum gevur ábend- ingar um, at almenningurin fyrr ella seinni fer at av- gera, at tað loysir seg ikki at senda so mangar av landsins íbúgvum í fongsul Kelda: Rolling Stone, internet USA: Fjóðra hvørt svarta dreingjabarn endar í fongsli FAKTA Minnilutar vera sendir í fongsul upp til trettan ferðir oftari enn tey hvítu. Orsøkin er, at løg- reglan serliga heldur eyguni við láginntøku- býlingum. Eisini eru revsingarnar til fyri- muns fyri yvirklassan. Dømi: Selur tú fimm gramm av bíliga narko- evninum kallað ‘crack’ so fært tú fimm ára fongsul mótvegis nógv linari revsing, um tú sel- ur fimm gramm av ‘yvirklassa’ narkoevnin- um kokain. Sambært felagsskapin ‘Human Rights Watch’ so vísir tað seg, at hóast hagtøl- ini vísa, at hvít brúka meira narkotika enn tey svørtu, so eru millum 80-90 prosent av narko- lógbrótarum svørt. smith spældi 225 konsertir kring allan heim og tá av- tornaði hevði Get A Grip selt 12 milliónir eintøk. At tann stóri, breiði lurt- araskarin nú tók Aerosmith til sín skuldi tó eisini vísa seg at gerast eitt tvíeggjað svørð, sum mundið gjørt av við bólkin. Aerosmith kendu seg onkursvegna bundnar av stóru sølutøl- unum, og í huginum hjá mongum bar næsta útgáv- an boð um, at bólkurin var um at selja sína sál. Nine Lives var øll sum hon var skrivað saman við kendum sangskrivarum so sum Diane Warren í stremban- ini eftir at verða verandi inni í radio-hitanum. Hetta eydnaðist eisini til fulnar við løgum so sum “Falling In Love (Is Hard On The Knees)”, men í oyrunum hjá mongum ljóðaði henda útgávan meira stirvin og mekanisk enn undanfarnu stórseljararnir. Aftur í oddinum Bólkurin mundi eisini farið í søguna um hetta mundið. Brúk var fyri einum steðgi. Hann gjørdist langur. Onki upprunatilfar hevur verið at hoyrt frá bólkinum í úti við fýra ár. Við nýggju út- gávuni er hetta nú søga, og alt bendir á, at bólkurin er listarliga endurføddur á øðrum sinni. Ein av høvuðsorsøkun- um halda limirnir í bólkin- um vera, at teir hava sjálvir produserað og skrivað løg- ini. “Tá plátufelagið byrjaði at tosa um, hvørjar produs- arar vit skuldu brúka til nýggju útgávuna, vendist alt í búkinum hjá mær”, sigur Joe Perry við ‘Q’. Plátufelagið var alt annað enn sannført um, at Aero- smith sjálvir kundu standa fyri produktiónini. “Men hetta gjørdi okkum bara upp aftur meira sannførd- ar”, leggur Steven Tylor aftrat. Endin var, at Joe Perry bygdi eitt studio heima hjá sær, har allir limirnir hitt- ust at skriva og innspæla nýggju løgini. “Vit løgdu ikki frá okkum fyrr enn vit høvdu skrivað okkurt. Kenslan okkara millum var eisini, at vit vildu skriva heimsins bestu plátu”, leggur Steven Tylor aftrat. Onkur heldur kanska tað er ósmæðið, meðan onnur frøast yvir tankan um, at gamlir rockarar - Tylor er 53 ár og er tann elsti - framvegis hava slíka drív- megi. Ein kritikari fer so langt sum at siga, at stóra undurið er ikki, at allir limirnir yvirlivdu narko- helviti og framvegis eru saman, men at bólkurin hevur klárað at ligið frammi í oddinum øll hesi árini. Hinvegin so dylur bass- leikarin Tom Hamilton ikki fyri, at teir allir eru greiðir um, at Aerosmith eisini fer at fáa ein enda: “Vit hava gjørt hetta í so mong ár, at eg haldi, vit eru allir greið- ir yvir, at hetta fyrr ella seinni fær ein enda. So við hesi plátuni hava vit veru- liga kýtt okkum fyri at gera og levera tað besta, sum vit yvirhøvur kunnu.” Mangt bendir á, at fólk- ið tekur undir við bólkin- um. Staklagið “Jaded” verður dúgliga spælt og Just Push Play kom bein- leiðis inn á nummar 2 á amerikanska Billboard hitt-listanum. Meðan komandi tíðin fer at vísa, hvussu hendan út- gávan fer at hildnast, so er ikki ov nógv sagt, at Aero- smith eru kanska ikki bara tann størsti amerikanski rockbólkurin, men fyri vist eisini tann seinasti frá klassiska tíðarskeiðnum - sjeytiárunum.