leygardagur 28. apríl 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult22 cyan22 magenta22 svart22
gult23 cyan23 magenta23 svart23
8
Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001
Jóannes Hansen
Hetta vikuskiftið fer fót-
bólturin av álvara á rull.
Tað hevur longu verið
spælt í steypakappingunum
í meiri enn ein mánað,
men hjá fleiri er tað ikki
álvari, fyrrenn 1. deild hjá
monnum fer undir FM
kappingina.
Nú verður sjøtul settur á
59. kappingina um føroya-
meistaraskapin. Fyrsta
kappingin var í 1942.
Hevði alt verið, sum tað
átti at verið, so hevði
kappingin í ár verið tann
60.. Men tey fyrstu árini
vóru Føroyar partur av
heimsbardaganum, og tað
var atvoldin til, at eingin
landskapping var í 1944.
John Reid Bjartalíð, sáli,
sigur í 50 ára minningarrit-
inum hjá KÍ, at orsøkin var
trot uppá fótbóltar.
Tað verður ofta tikið til,
at kríggið hevði við sær, at
fótbóltsstøðið í Føroyum
hækkaði nógv. Bæði tí
nógv fleiri mannfólk vóru
heima, enn tað høvdu verið
undan krígnum, og tí at
bretsku hermenninir løgdu
føroyingum betri lag á fót-
bóltsspælið.
Í minningarritinum hjá
HB, Havnarmenn í Gunda-
dali, sum Jógvan Arge
skrivaði, verður einastaðni
greitt frá, at Ludvig Peter-
sen, sáli, sum var skúlaráð-
gevi og seinni fyrsti lands-
skúlastjórin, var til ein dyst
ímillum HB og KÍ síðst í
mai mánaði 1953. Hann
gjørdi eina meting um
støðuna hjá føroyskum fót-
bólti. Luddi helt, at venj-
ingin var ov lítil, men hann
var eisini bangin fyri, at
fótbóltsspælið í Føroyum
var niðri í einum aldudali.
– Tað góða spælið, sum
kom undir krígnum, og
hevur hildið seg árini aft-
aná, er við at svinna burt-
ur, og okkurt munagott má
gerast fyri at fáa tað aftur á
føtur, endurgevur Jógvan
Arge í Havnarmenn í
Gundadali.
Nógvar broytingar
Nú skipaða landskappingin
skjótt fer at ganga á sínum
60. ári, kunnu vit staðfesta,
at broytingarnar hava verið
nógvar og stórar. Eitt er til-
rættaleggingin og luttøkan.
Bæði tá tað ræður um lið í
bestu deildini, og tá tað
ræður um deildir frá teim-
um elstu og til teir yngstu.
Ein onnur stór og fyri
fótbóltsspælið týdningar-
mikil broyting er undir-
lendið, sum tað verður
spælt á. Inntil miðskeiðis í
áttati árnum var talan um
eyrvøllir. Teir vóru ymiskir
í dygd, og tað var ikki
tespiligt at spæla á teim-
um, tá tað var áarføri.
Framvið fleiri av vallunum
runnu stórar áir, og ofta
var tað ein orduligur
glantrileikur, sum tóktist
krevja ikki sørt av sjó-
mansskapi at útinna, tá
bólturin fór í ánna – eitt nú
í Gundadali. Tað var neyð-
ugt at fáa bóltin aftur. Nú
eru smádreingirnir nógvir
kring vøllin. Teir hava allir
í hvussu so er ein dystar-
bólt í part. Tað eru ikki so
mong ár síðani, at feløgini
bara høvdu ein dystarbólt.
Hann varð pumpaður und-
an dystunum, luftin varð
slept úr honum aftur eftir
dystin, og so varð hann
vardur og goymdur sum
reyðargull inntil næsta
dyst.
Graslíkisvallirnir hava
ikki allir somu dygd, men
tað er eingin ivi um, at teir
hava verið við til at hækka
fótbóltsstøðið.
Um sama mundið sum
graslíkið kom, varð meiri
gjørt við girðingarnar
kring vallirnar. Tað er ikki
so langt síðani, at tað var
væl skiljandi, at smá-
dreingir – og onnur við –
hildu, at fremsta uppgávan
hjá linjuverjunum var at
brúka flaggið til at halda
áskoðarunum røttu megin
linjuna!
Meiri og betri venjing
At sammeta fótbóltsvenj-
ingina nú við venjingina
fyri ímillum fimmti og
seksti árum síðani ber ikki
til. Í minningarritunum hjá
feløgunum sæst, at fyrstu
venjingardystirnir plagdu
at vera 2. páskadag. Tá
vóru fleiri á vøllinum fyri
fyrstu ferð. Landskapping-
ina varð tað ikki farið und-
ir fyrrenn um mánaðar-
skiftið mai/juni.
Síðani føroysk feløg fóru
at taka lut í Europa Cup, er
summarfrítíðin hjá fótbólt-
inum stytt. Í ár verður
steypafinalan á ólavsøku,
og tað hevur við sær, at
finaluliðini neyvan fara at
hava summarsteðg. Hetta
er sum nógvu tey fyrstu ár-
ini. Tá varð spælt frá síðst
í mai og inntil síðst í aug-
ust.
Jógvan Arge veit at siga,
at í 1948 settu havnarfel-
øgini, HB og B36, danskan
venjara at taka sær av
venjingini. Arne Rasmus-
sen hevði spælt í B1903.
Hann tók eisini á seg at
venja føroyska landsliðið,
sum fyri fyrstu ferð spældi
ímóti Hetlandi. Hetta var
ummælið, sum hann í
Ítróttartíðindi gav føroysk-
um fótbólti.
– Vit mugu fyrst fáa lúk-
að burtur tey ólógligu inn-
køstini og hetta skilaleysa
tásparkið, sum bakverjarn-
ir brúka til málsparkið.
Ókunnufólk mugu standa
púra bilsin og halda, at
leikarar, sum bera seg sol-
eiðis at, hava ikki dystað
fyrr.
Treystleikan havi eg
onki at siga til. Teir eru
seigari í so máta enn danir,
og leikararnir geva seg utt-
an grenj undir tær venjing-
ar, ið fyriskipaðar verða,
vóru orðini hjá Arne Ras-
mussen.
FSF og feløgini eiga
heiðurin fyri, at umstøð-
urnar viðvíkjandi venjing-
ini eru so nógv øðrvísi í
dag.
Størri kapping
Omanfyri varð nevnt, at
burtursæð frá 1944 hevur
verið kappast um føroya-
meistaraskapin á hvørjum
ári síðani 1942. Men kapp-
ingin hevur ikki altíð verið
soleiðis skipað, sum hon er
nú. Fyrsta árið við tíggju
liðum í bestu deildini var í
1988. Frá 1977 og til 1987
vóru átta lið í bestu deild-
ini, og tá vit koma aftur í
seksti árini var frí tilmeld-
Nógv er broytt tey knappliga seksti árini, sum tað hevur verið kappast um føroyameistaraskapin í fótbólti
Fótbólts Føroyar vakna úr dvala
Tiltikna 66 liðið hjá KÍ avmyndað í Gundadali 3. september í 1972. Aftanfyri frá vinstru: Íslendski venjarin, Sølvi Oskarsson,
Karl Gudmund Henriksen, Trygvi Ragnarsson, Sofus Baldvinsson, Olv heðin Jacobsen, Ólavur Thomsen, Erland Dahl, Manne
Høgnesen, Jógvan Jacobsen, sum hevði spælt nógv, og sum var formaður í 1972. Frammanfyri frá vinstru: Jóannes Jacobsen, John
Sigurd Joensen, Heðin Baldvinsson, Magnus Kjhelnæs, Eiler Jacobsen, Steinbjørn Jacobsen og Ólavur Niclasen (myndin er úr
árið ið fór 1972)
Fyrsta ferðin klaksvíkingar høvdu skiltir í Gundadali var sunnudagin 3. september 1972
(myndin er úr árið ið fór 1972)
Vágbingar vóru í 1971 teir fyrstu í troyggjum við reklamu á. Her ganga teir úr HB húsinum
(núverandi bridge húsið) og inn á niðara vøll í Gundadali (myndin er úr árið ið fór 1971)
Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001
9
ing. B36, HB, KÍ og TB
luttóku á hvørjum ári, og
VB var oftast uppií. Men
tað kom fyri, at vágbingar
ikki hildu seg hav fólk at
taka lut í 1. deild, og so
kappaðuast bara fýra feløg
um meistaraskapin.
KÍ hevur vunnið flest
FM, og HB hevur vunnið
næstflest. Hini feløgini,
sum hava vunnið FM, eru
TB, B36, SÍ, ÍF, GÍ, B68,
B71 og VB.
Inntil fyrst í sjeytti árun-
um var KÍ so nógv best.
HB vann FM fyrstu ferð í
1955. Í nógv ár var talan
um tvíkapping ímillum KÍ
og HB. Frá 1960 og til
1970 vann KÍ seks FM, og
HB vann fýra.
Hjá miðaldrandi og eldri
enn tað munnu 1971 og
1972 standa frammarlaga í
huganum. Tað fyrra árið
eydnaðist tað HB 29. aug-
ust við 2–1 sigri í Klaksvík
at koppa KÍ, sum hevði
vunnið FM fimm ár upp í
slag (teir eiga framvegis
hetta metið) av trúnuni.
Hetta árið var tað fyrsta,
tá føroyskt fótbóltslið
spældi við rreklamum á
búnanum. Vágbingar vóru
teir fyrstu at taka hetta út-
lendska fyribrigdið henda
vegin. Tá teir spældu í
Gundadali ímóti HB høvdu
teir Suðuroyar Sparikassa á
bringuni.
1971 var eisini minnis-
ríkt á tann hátt, at tað var
fyrsta ferðin í mong ár, at
eitt eysturoyarlið helt seg
framat. ÍF tapti fleiri ferðir
heilt nógv ímóti KÍ og HB.
Men ÍF helt á, og í 1979
vunnu teir FM. Síðani hava
tvey onnur feløg í Eystur-
oy, GÍ og B68, vunnið FM
og harvið verið við til at
syrgt fyri, at landskapping-
in hevur verið meiri fjøl-
broytt og spennandi, enn
hon var, tá so at siga bara
HB og KÍ kappaðust.
Í 1972 megnaði KÍ liðið,
sum seinni fekk 66 spjaldr-
ið á seg, at vinna meistara-
skapin fyri síðstu ferð.
Sunnudagin 3. september
endaði dysturin í Gunda-
dali ímóti HB 1–1, og so
var KÍ meistari. Sum árið
fyri, tá HB vann FM í
Klaksvík, var fagnaðurin
øgiligur, tá KÍ vann FM í
Gundadali. Kanska var
hetta fyrsta ferðin, at við-
haldsfólk hjá einum før-
oyskum fótbóltsfelag vóru
útgjørd við skiltum, horn-
um og øðrum, sum rættu-
liga setti dám á.
Trilvandi fetini
Hetta vikuskiftið verður
sjøtul settur á 59. lands-
kappingina. Tað verður
nógv gjørt burturúr. Við-
haldsfólkini ferðast millum
bygdir og oyggjar, og fjøl-
miðlarnir hava langt síðani
tikið táttin upp eftir út-
lendsku miðlunum, sum
síggja góðar møguleikar at
vinna pening burturúr fót-
bóltinum og á hvørjum ári
spenna bogan eitt vet
hægri, enn tað varð gjørt
árið fyri.
Fyrstu kappingarnar
vóru trilvandi. 1944 kapp-
ingin var avlýst, og hini ár-
ini vóru fáir dystir. Fram
til 1946 varð spælt í bólk-
um. Nógvar bygdir vóru
uppií, og finalan í lands-
kappingini varð spæld í
Gundadali. Onkuntíð var
hon á ólavsøku. Í 1947,
1948 og 1949 spældu øll
liðini eina ferð ímóti
hvørjum øðrum. ÍSF gjørdi
av, hvat felag skuldi hava
heimadyst ímóti hvørjum
felagi. Síðani 1950 hevur
verið spælt í dupult kapp-
ing. Tað vil siga, at øll lið-
ini hava spælt á heimavølli
og á útivølli ímóti øllum
hinum.
Nú kemur tað ikki fyri,
at dystir í bestu deildini
verða avlýstir. Tað kann
koma fyri, at illveður,
kavarok ella verkfall bera
við sær, at dystur verður
útsettur, men tað verður
altíð spælt.
Minnisrík Vágsferð
At tað viðhvørt var torført
at ferðast fyrstu árini, og at
umstøðurnar á so nógvum
økjum vóru heilt øðrvísi,
enn tær eru nú, er henda
frágreiðingin hjá John
Reid Bjartalíð í 50 ára
minningarritinum hjá KÍ
dømi um. Hon er frá 27.
juli 1952, tá KÍ var í Vági.
Vit geva John Reid
Bjartalíð, sum greiðir frá á
sín sermerkta hátt, orðið:
Illa gekst at sleppa av-
stað hiðani henda leygar-
dagin, tí okkum var játtað
Pride, men brádliga kom
annað uppí, so vit fingu
avboð haðani. Bátarnir all-
ir vóru á útróðri, so nú
vóru góð ráð dýr. Í skundi
um middagsleitið varð
roynt at seta seg í samband
við útróðrarbátarnar
ígjøgnum telefonina. Jú,
tað bar so væl á, at bæði
Ørvur og Eystnes komu á
Klakksvík um fýratíðina
leygardagin, og so mikið
varð sagt av okkara kæru
og frægu útróðrarmonnum
ígjøgnum telefonina, at teir
játtaðu okkum tað, at suður
til Vágs skuldu vit sleppa.
Tá bátarnir um fýratíð-
ina løgdu til bryggjuna,
vóru vit sjálvsagt har. Frá
partafelagnum Kjølbro var
alt greitt, bert bátsmenninir
týmdu at føra okkum aftur
og fram, so var alt í lagi.
Skjótt varð borið at. Jú,
Ørvur var báturin, ið farast
skuldi við. Í skundi leitaðu
formaðurin og motorpass-
arin sær til húsa fyri at
búgva seg til útferðina,
meðan hinir bátsmenninir
greiddu tað neyðturvuliga í
arbeiðslagnum, so báturin
kundi sigla avstað um ein
tíma, og so varð. Klokkan
5 1/2 rundaðu vit Klakkin
og stardu tá fyri okkum
suður ímóti havsbrúnni eitt
vakurt summarkvøld í
dýrdarveðri.
Ferðin suður gekk væl.
Klokkan 11 vóru vit á
Vági; móttøkan var góð.
Allir búðu privat. Frálíkur
blíðskapur. Aftaná góða
náttarhvíld vaknaði ein
við, at sólin skein ígjøgn-
um vindeygað, og ein leyp
á føtur; kagaði út ígjøgn-
um loftsvindeygað; útsýnið
var frálíkt; sólin skein á
fjøll og stavaði yvir vánna
og fjørðin. Ílatin náttúr-
unnar vakra summarkrans
var Vágsbygd eitt satt
prýði henda morgunin.
Vakurleikin talaði. Sum
vera man á slíkari útferð í
fremmandari bygd, so hitt-
ist ein eftir gøtunum, og
brátt var allur flokkurin
komin saman, og ikki vardi
løtan leingi, so vóru allir á
ferð niðan á Eggjar við bil-
um. Har var nógv hugtak-
andi at síggja, og menninir
uppi við Eggjar vóru sera
fryntligir. Og so tað vakra
útsýnið úr erva.
So kom løtan á vøllin-
um. At tað nú var rættuliga
avgerandi í kappingini, var
tann stóra fjøldin av tvørá-
monnum, ið henda dagin
var komin suður til Vágs at
síggja dystin, ivalest besta
prógvið um. Dysturin fór
fram í sátt og semju og
sømuliga. KÍ vann 2–0.
Einki varð steðgað aftaná
dystin, tí kvøldið eftir,
ólavsøkuaftan, skuldi KÍ
leika móti B36.
Klokkan hálvgum seks
var farið av Vági. Hópur
av fólki var á kajuni, og
hýrurin á øllum, bæði á
landi og umborð á bátin-
um, var hin besti. Var suð-
urferðin góð, var norður-
ferðin tað ikki minni; amp-
in fyri, hvussu dysturin
mundi fara at hildnast, var
nú vendur til tað bera kæti;
og nú hevði liðið bast sær
tvey stig afturat.
Blíðskapurin umborð á
bátinum var stórtøkin, og
nú støðaðist einki, tí suðuri
í Vági høvdu vit keypt
hópin av hvalatvøsti, og
brátt stóð grýtan og sprutt-
kókaði. Tá uppúr var lagt,
skuldu fleiri eygu kunnað
sæð mat.ligar landkrabbar
sessast við skipsborð eitt
summarkvøld, tá havið
líknaði eini tjørn. Ein
væleydnað útferð var lið-
ug, tá vit um miðnáttina
sunnukvøldið tíðindafróðir
og væl hýrdir spákaðu
okkum aftur at húsum.
Soleiðis spann John Reid
Bjartalíð um fótbóltsferð-
ina fyri 49 árum síðani.
Øllum verður ynskt eitt
gott fótbóltskappingarár.
HB liðið avmyndað í Klaksvík 29. august í 1971. Aftanfyri frá vinstru: Jógvan Johansen, formaður í HB, Egga Jensen, Poul
Michelsen, Sólbjørn Mortensen, Heri Nolsøe, Eyðfinn Lamhauge. Frammanfyri frá vinstru: Dánial Jákup Thomsen, Hendrik
Dahl, Kári Thorsteinsson, Eirikur Rasmussen, John Eysturoy og Erik Hansen (myndin er úr árið ið fór 1971)
ÍF liðið sum í 1971 bjóðaði seg til at spæla í 1. deild. Aftanfyri frá vinstru: Sam Jacobsen, Jákup Frants Larsen, Signar Hansen (á
Brúnni), Dánjal Jákup (Áku) Petersen, Jógvan á Lakjuni, Herman Joensen. Leivur Harryson, Hans Sederius Joensen, Steinbjørn
í Lambanum, Birgir Thomsen og Hans Elias Joensen (myndin er úr árið ið fór 1971)