Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult21 cyan21 magenta21 svart21 gult20 cyan20 magenta20 svart20 6 Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 Dagfinn Olsen Eins og í Danmark, so lógu gøturnar í Føroyum nærum manntómar, tá danska sendirøðin Matador kom á sjónvarpsrútin. Danski filmstjórin, Erik Balling, stóð aftan fyri sjónvarpsrøðina, ið Lise Nørgaard átti hugskotið til og skrivaði handritið til. Snúði seg um Danmark fyri eini 50 árum síðani, ella meira – frá 1929 til 1947. Danmark undir týsk- um valdi, og tíðina um tað mundið. Men fá munnu í dag hugsa um, hvar bilarnir, ellisakførini, ið nýtt vóru í røðini, eru. Tað er Børge Kå, ið eig- ur bilarnar. Børge Kå er í Danmark kendur sum ein einari. Og tað er hann óiv- að eisini. Hann trívist, har hann er, og sjálvur kallar seg psyko-mystikara, har hann situr millum gamalt jarn, bilar, ovurstórar kaffi- kannur, súkklur og mangt annað, ið mong óivað vilja vera við er burturkast Stokt egg á tekjuni Børge Kå er ein einari. Hann leggur ikki í, hvat onnur halda. Hann hevur tað fínt, har hann er. Er ein í danska høvuðsstaðnum og leggur leiðina norður- eftir, so kemur ein at enda til eitt stað, nevnt Udsholt. Á donskum tungumáli lættliga misskilt við ud- solgt, ið kann hava skemt- iligar miskiljingar við sær. Í Udsholt húsast Børge. Nærkast ein húsum hans- ara, so er tað fyrsta ein sær, eitt ovurstórt stokt egg á húsatekjuni. Kemur ein nærri, so eru ovurstórar te- og kaffikannur í túninum. Ymiskir aðrir lutir eru eis- ini í havanum, ið ikki hev- ur rúm fyri so nógum grønum plantum. Har er hin ovurstóra boðsúkklan, stólurin, fótbólturin og vatnkannan, sum ein kann sita á ”tekjuni” á og njóta eitthvørt gott í góðveðrin- um. Henda dag vit vitja, er Børge ikki inni, men er á veg heim. Hava játtað at hjálpa einum felags vin- manni við onkrum her hjá Børga. Børge kemur tó seinni, og ikki gongur long tíð, so sita vit úti á sokallaðu alt- anuni og njóta góðveðrið og fáa eitt prát. Børge hev- ur tveir synir, hava vit frætt. Fyri at teir skulu vera millum tey, ið hava stytst nøvn í ríkinum, so hava teir stutt nøvn (Ib og Bo, ella okkurt sovorðið). Setur ein hetta við eftir- navninum Kå, so er hetta skjótt at skriva. Børge livir av at leiga sínar ovurstóru kannur, súkklur og annað út til ym- isk lýsingartiltøk. Serliga minnist hann súkkluna og eina skemtisøgu. Á sera høgu boðsúkkluni stendur: Højrøvet bydreng med lange ben søges. Sig- ast skal, at hjólhesturin er um 4 ella 5 metur høgur. Matador til nýgift Tað, ið Børge tó fæst mest við, umframt at putla við líkt og ólíkt, er at koyra nýgift pør í ellisakfari. Børge eigur nevniliga fleiri ellisakfør. Og millum teirra eru bilar, ið vórðu nýttir í sjónvarpsrøðini Matador. Men nú standa hesir bil- ar so fínir hjá Børge. Fíni bilurin hjá Skjern, ella var tað Varnæs, stendur so spelkin við einum skilti á afturendanum, har tað stendur »Nygift«. Bilurin, sum Susse Vold koyrdi í, er eisini at finna. Hon leikti elskarinna og nútímans dáma og koyrdi í opnum bili. Jú, her eru teir, matador- bilarnir. Og ikki sørt, at ein kennir seg væl, tá ein setir seg inn í teir. Hetta eru ellisakfør av rætta slagnum! Vendir alt á høvdið – Eg er psykomystikari, sigur Børge, meðan vit sita á altanuni, sum í veruleik- anum er inngongdin til loftið, har hann heldur til. – Eg leggi ikki í, hvat onnur takast við. Eg geri tað, eg vil, uttan mun til, hvat onnur siga. Haldi eg meg kunna fáa okkurt nýt- iligt ella skemtiligt burtur- úr onkrum, ja so taki eg tað fegin, um onnur so halda hetta verða nyttu- leyst, sigur Børge, ið ger sum honum lystir. Og skal rætt verða rætt, so er óivað mangt í garð- ium hjá Børga, ið mong onnur ikki høvdu valt at kalla annað enn burturkast. Danska sendirøðin, Matador, fekk eisini føroyingar at seta seg í djúpa stólin. Laura, Mads Skjern, Røde og hini hugtóku, har tey tóku hyggjaran eini 50 ár aftur í tíðina. Fá munnu hugsað um, hvar teir gomlu bilarnir, tey koyrdu í, eru í dag. Teir standa hjá Børge Kå, ein einari, ið býr á Norður Sælandi, og sum sjálvur kallar seg psyko-mystikara, har hann situr millum gamalt jarn, bilar, ovurstórar kaffikannur, súkklur og mangt annað, ið mong óivað vilja vera við er burturkast Børge eigur Matadorbilarnar Í dag ber til hjá nýgiftum at koyra í stjórabilinum úr sendirøðini Matador (Mynd: Dagfinn Olsen) Kendi stjórabilurin, Matadorbilurin (Mynd: Dagfinn Olsen) Sjónleikakvinnan Susse Vold koyrdi í opnum bili í sendirøðini Matador (Mynd: Dagfinn Olsen) Børge Kå, einari og psykomystikari, legði seg á knæ, so kannurnar tóktust størri á myndini. Tær eru nú ivaleysa stórar frammanundan (Mynd: Dagfinn Olsen) Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 7 Dagfinn Olsen Erik Balling, filmstjóri, starvaðist við filmi í Dan- mark, men hann var eisini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum í somu ørindum. Føroyingar minnast óivað nógvir filmin Tro, Håb og Trolddom, ið varð tikin upp í Føroyum. Nakrir før- oyingar vóru við í filmin- um, sum Balling og Willi- am Heinesen gjørdu hand- rit til. Filmurin er frá 1960, og eisini her stóð Henning Bahs fyri teimum serstøku kryddaríunum. Millum donsku leikararnar vóru Bodil Ipsen, Gunnar Laur- ing, Peter Malberg, Poul Reichardt og Louis Miehe- Renard. Um samstarv sítt við William Heinesen greiðir Erik Balling hugvekjandi frá í endurminningum sín- um. Balling setti seg í sam- band við »Færøernes store digter«. Balling kendi bøkurnar hjá William, og honum dámdi tær sera væl. Til stóra gleði fyri Balling var William Heinesen við upp á hugskotið um sam- starv teirra millum. Balling sigur, at tað, at William segði ja til samstarvið, metir hann sum eitt tað besta, ið er hent honum. Balling herjaði á, hóast sjóverk, og kom til Havnar og vitjaði William heima við hús. Fyrsta ætlanin var at gera skaldsøgu Willi- ams, Nóatún, til film. At røkka endamálinum reik- aðu teir Føroyar á tamb. Og Balling metir, at »jeg havde den fornemmeste rejsefører, man kan fore- stille sig«. Balling greiðir frá eini ferð um fjøll, har útsýnið skuldi vera so framúr. Tá teir komu niðná, var bert mjørki at síggja. Men Will- iam Heinesen greiddi frá og lýsti alt so væl, at Erik Balling er ivaleysur í, at hann er tann einasti, ið veruliga hevur sæð vakr- asta útsýnið, ið er í Føroy- um. Kelda: Som barn var jeg voldsomt hidsig, Endurminningar. Erik Balling Dagfinn Olsen Sigur tú Olsen-banden, Huset på Christianshavn, Midt om Natten og Matad- or, so er ein felagsnevnari. Erik Balling. Erik Balling er danski filmstjórin, ið eigur heið- urin av størstu filmum og sjónvarpsrøðum í danskari filmsøgu. Síðani fimmtiár- ini hevur hann fingist við at gera film. Hann hevur fleiri ferðir verið við til at leggja gøt- urnar manntómar, t. d. við Huset på Christianshavn og Matador. Olsenbanden, sum Ball- ing gjørdi saman við Henning Bahs, kenna tey flestu. Vinmenninir Balling og Bahs skapaðu saman fleiri ætlanir. Ein teirra Olsenbanden, men Bahs var eisini við á øðrum plet- skotum. Í Olsenbanden hugnaðu teir sær við at finna uppá alt møguligt og ómøguligt. Og hetta skuldi helst henda við so fáum og einføldum lutum, sum gjørligt. Hetta varð síðani kókað nirður til legendar- isku ætlanina hjá Egon Ol- sen. Um Matador skrivar prestasonurin Erik Balling m. a. í endurminningum sínum, ið kallast »Som barn var jeg voldsomt hid- sig«, at Matador var ein hættislig ætlan hjá Nordisk Film. Erik Balling visti, at Lise Nørgaard hevði hug- skot til okkurt, sum hon gekk og hugsaði um. Hann spurdi, um hetta kanska kundi nýtast sum tilfar til sjónvarpsrøð. Hon játtaði og seinni kom hon við úrs- litinum. At byrja við vóru seks partar. Balling sá tó skjótt, at bert í fyrsta partinum var tilfar til minst seks partar. Hetta, tá farið var í smálut- ir við søguni um Mads Andersen Skjern, sum setir seg niður í Korsebæk. Lise Nørgaard var við upp á hugskotið og fór í holt við handritið útfrá hesum hugsanum, sum seinni vístu seg at halda. Nærum øll fíggjarætlan- in hetta árið fór til ætlan- ina. Veruleikin er eisini, at við bert seks pørtum av Matador, hevði úrsitð verið eitt undirskot hjá Nordisk Film. Danmark varð koyrt upp og niður, fyri at finna eitt stað, ið kundi nýtast til Korsebæk. Endin var, at semja var um at byggja týðandi partin av Korse- bæk, gøtuna, á eitt ónýtt stað aftanvert upptøkuhøl- ini í Valby. Í bókini greiðir Balling frá, hvussu arbeitt varð við Matador. Frá tíðliga á morgni og allan dag. Sjón- leikararnir høvdu jú eisini síni størv á leikhúsunum á kvøldi.men Balling metir, at so áhugavert var at starvast við Matador, at hóast strævið, so møttu øll frísk og væl uppløgd hvønn morgun. Heldur tronga byrjanin gjørdi, at tað var eitt spent filmslið, ið fylgdi við, tá Matador fór í luftina fyrstu ferð á heysti í 1978. Og Balling greiðir frá, at gleðin var stór, tá tað var greitt, at tað einaferð enn var eydnast at leggja gøt- urnar manntómar og halda dønum heima við sjón- vørpini. Kelda: Som barn var jeg voldsomt hidsig, Endurminningar. Erik Balling Matador og Balling Tað var danski prestasonurin, filmstjórin Erik Balling, ið stoð aftan fyri Matador. Hann er danski filmstjórin við mest viðráki. Hann eigur heiðurin av sera nógvum kendum filmum og sjónvarpsrøðum Grønland, Ísland og Føroyar Erik Balling hevur starvast í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, her filmurin Tro, Håb og Trolddom kom burturúr. Í endurminningum sínum greiðir Balling m. a. frá samstarvinum við William Heinesen Bukka undir loftinum Men at trína innar í garðin hjá Børga, har stóra høllin eisini stendur, er sum at koma í aðra verð. Høllin var einaferð dansistova, forsamlingshús, har tey ungu royndu so mangt á fyrsta sinni. Í dag er hetta eisini ein verð, har alt verður vent á høvdið. Tað, ein undrast mest á, eftir at hava sæð flotta Ford T bilin er, at ein bukka hongur undir loftin- um. Hyggur ein nærri, so sæst, at har er so mangt annað. Framman fyri bukkuna er eitt par av skóm. Eitt sindur frá eitt vældekkað borð. Ein full- komin verð hongur undir loftinum, so ein nærum fer at ivast í, um ein sjálvur vendir rætt. Kanska hava ikki so mong hugsað aftur um bil- arnar, men heldur um sjón- leikararnar í Matador, sum jú ikki allir eru á foldum longur. Men ellisakførini eru. Her, í øðrum heimi, standa teir, bilarnir frá Matador, sum hugtóku okkum, saman við sjón- leikarunum. Í dag koyra nýgift í bil- unum, sum vit hildu vera bilin hjá bankastjóranum í Korsbæk. Hann líkasum hoyrdi honum til. Millum framtíðarætlanirnar hjá Børge er at umbyggja ný- keypta líkvognin um til ein av hesum hestavognunum til ferðafólk, sum vit kenna frá covboyfilmum. Hvussu hetta skal gerast, hevur Børge eina greiða mynd av, tó bert í huganum, men at tað ber til, ivast hann ikki í. Hann hevur so managn prógvað, at tað ógjørliga ber til. Vit vilja hava eina mynd av Børge, og tað er eisini skjótt, at tað er avgreitt. Børge setur skógvarnar frá sær og leggur seg á knæ á teir. So hann líkist einum dvørgi. Soleiðis síggja kannurnar størri út, heldur hann, meðan myndatakarin hugsar, at kannurnar eru ovurstórar, hóast hetta. Skuldi tað hent, at lesar- in sær eina lýsing, har eitt- hvørt ovurstórt kemur fyri, so er als ikki óhugsandi, at Børge Kå hevur ein fingur við í spælinum… Tann øvugta verð. Ein heimur fyri seg límaður undir loftið (Mynd: Dagfinn Olsen) Ein vælhildin taxavognur, Ford T (Mynd: Dagfinn Olsen) Hjólhesturin til longu beinini (Mynd: Dagfinn Olsen)